Eitt fitt røða

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, heldur tað vera í fínasta lagi at løgmaður gav donsku stjórnini eina lítla fleingju í nýggjársrøðu síni, sum floksformaðurin kallar eina fitta og góða røðu.

 

? Eg var sjálvur við teimum niðri í Danmark undir samráðingunum, og eg eri líka keddur av handfaringini hjá stjórnini av fullveldismálinum, sum løgmaður tykist at vera í røðu síni, sigur Jenis av Rana í eini viðmerking til nýggjársrøðu løgmans.

Tí var tað hvørki óhóskandi ella ófólkaligt av løgmanni at finnast eitt sindur harðliga at teirri viðferð, sum føroyska landsstýrið fekk av donsku stjórnini undir fullveldissamráðingunum, heldur formaður Miðfloksins.

? Vit vera undirmettir av dønum. Teir vístu onga virðing fyri landsstýrinum, men hetta eru fólkavaldir menn, og teir má danska stjórnin virða.


Kundi verið djúpri

Jenis av Rana dámdi væl røðuna hjá løgmanni og rósar honum fyri at tora at taka upp málið um skaðiligu árinini, ið standast kunnu av komandi oljuvinnuni.

? Hesi oljufólkini hava jú nøkur krøv - eisini til frítíðartilboð - sum løgmaður orðaði tað, og tí mugu vit vera til reiðar, tá oljufólkini byrja at streyma inn í landið. Tað var djarvt av løgmanni at taka hetta upp, haldi eg.

Tað einasta Jenis av Rana hevur at fílast á viðvíkjandi nýggjársrøðuni er, at hon ikki var serliga djúp.

? Eg kundi ynskt, at løgmaður fór eitt sindur djúpri og kanska kom inn upp á raðfestingar av teimum íløgum, sum vit kunnu tilláta okkum at gera komandi árini. Eftir mínum tykki er raðfesingin púra skeiv sum er, sigur Jenis av Rana, sum lýsir røðuna sum eina fitta og pena, men kanska nakað grunna, løgmansrøðu.