Gera verkætlan um ábyrgdarbýti

Løgmaður hevur gjørt av at seta ein bólk at arbeiða við eini verkælan, ið skal fáa greiðu á uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur

 

Nú skal ferð koma á arbeiðið at umskipa viðurskiftini millum land og kommunur, soleiðis at partarnir fáa eitt greitt uppgávubýti at halda seg til.

Hetta hevur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sett sær fyri. Tí hevur hann gjørt av at skipa hetta arbeiðið sum eina verkætlan, og fer hann tí í næstum at seta ein arbeiðsbólk at gera arbeiðið.

Arbeiðsbólkurin skal vera undir leiðslu av Løgmansskrivstovuni, og skal hann vera skipaður av umboði fyri Løgmansskrivstovuna, einum umboði fyri hvørt av kommunufeløgunum og einum umboði fyri hvørt aðalstýri.

Bólkurin verður skipaður soleiðis, at Løgmansskrivstovan og umboðini fyri kommunufeløgini verða kjarnan, meðan umboðini fyri aðalstýrini eru við tá staðfest og raðfest verður.


Arbeiða í tveimum umførum

Ætlanin er, at verkætlanin skal skipast í tveimum umførum.

Fyrsta umfarið er við støði í kommunuálitinum at staðfesta og raðfesta økini innan hvørt einstakt aðalstýri, har uppgávu- og ábyrgdarbýtið skal gerast greiðari. Hetta fyrsta umfarið skal bólkurin vera liðugur við um hálvan november.

Í øðrum umfari skal arbeiðsbólkurin víðkast. Tá skulu arbeiðsbólkar við støði í raðfestingini frá fyrsta umfari setast at arbeiða við teimum økjum, sum eru raðfest fyrst.

Samansetingin av arbeiðsbólkinum í hesum umfarinum er tann sama sum áður. Men hann verður kortini víðkaður, soleiðis at áhugabólkar á teimum ymsu økjunum eisini eru umboðaðir.

Tað er enn ikki gjørt av, nær annað umfar av verkætlanini skal verða liðugt. Men tá fyrsta umfar av verkætlanini er av, verður gjørd ein samlað tíðarætlan fyri annað umfar, ið byrjar skjótast gjørligt aftan á hálvan november.