limir frammanundan eiga meginpartin av. Í summar avgjørdu feløgini so at leggja sak móti landsstýrinum fyri ólógliga ognartøku, tá landsstýrið tann 1.1.2000 gjørdi sjálvognarstovnin Fø. Lívstrygging til alment [...] alment partafelag. 500.000 kostaði tað landsstýrinum at ognartaka Fø. Lívstrygging, ið umsitur eina samanlagda uppsparing uppá 948 mió. kr. Hetta varð samtykt í øgiligum skundi í løgtinginum beint uppundir [...] passar eisini sum fótur í hosu til eina nýggja heildarætlan fyri alt pensjónsøkið: nevnliga eina skipan, ið byggir á 3 súlur: ? fólkapensjónin ? samhaldsfasta eftirlønin, sum saman við fólkapensjónini skal verða
til ting- og landsstýrismenn kom í gildi 8. januar 1993. Tá var eisini mikil orðadráttur, serliga um skattafríu ferðapengarnar, sum tingmenn tá samtyktu ? upp til 7.500 krónur um mánaðin til tingmenn og [...] farið í gongd við at umbyggja løgtingshúsið fyri nógvar milliónir krónur. Tað er ein erlig sak, at hetta eru mál, ið okkara kosnu menn og kvinnur halda eiga at liggja so frammaliga. Um veljarin ikki heldur
hoyrast, tá 5?mannafarið hjá teimum, Blikur, hevði vunnið á ólavsøku. Tey høvdu vónað, at tað skuldi gangast væl hjá gentunum, men tað var kanska størri sannlíki fyri, at tað skuldu verða dreingirnir, ið endurtóku [...] vunnu ólavsøkuróðurin so sannførandi, sum eingin annar hevði gjørt undan og síðani. Tá tær komu á málið, var Blikur meiri enn hálva aðru bátslongd frammanfyri FM vinnararnar umborð á Fípuni Føgru. Hesar [...] kappingunum hevði fjarstøðan frá Fípuni og aftur til næsta bátarnar ikki verið so stór. Útselt At Blikur hevði so góðan start hesa ferð tóktist órógva tær umborð á Fípuni. Fyri fyrstu ferð í ár vóru tað
nøkur uppskot um eina kollvelting til frama fyri nøkur fá, sum helst hava veirð umboðað í nevndini, ið gjørdi uppskotið, meðan tey, sum hetta skal ganga út yvir, valla hava havt umboð við borðið. Tilsamans [...] avgera alt ? einki verður frítt ella frílynt longur fyri meðal hampafólk, sum eiga nakrar gyllin í jørð, ið tey skulu av við, so ella so, upp á longri sikt. Og við lítlum ella ongum endurgjaldi. Umsitingin av [...] niðurfrystast ella partvís avskrivast upp á treytir, tað er í lagi. Men so mótsigur nevndin sær sjálvari, tá hon vil selja festijørðina. Nevndin sigur, at best hóskandi støddin á gørðum til vinnuligt brúk, eru
summar høvdu enntá noktað fyri tí, sigur Eivind Jacobsen. ? Tí halda vit, at tað er ólóglig ognartøka, tá ið Landsstýrið ger tað kortini og tí vilja vit hava peningin aftur. Tað var beinanvegin eftir at kommunurnar [...] okkum hava eina sera góða sak og tí halda vit, at tað er rætt at stevna. Hann sigur,at arbeiðsbólkurin og sakførarin, halda, at allar fortreytir eru fyri at vinna eina slíka sak. Hann sigur, at arbeiðsbólkurin
hevur tað higartil í ár roynst nógv soltnari í kappróðrinum, enn tað plagar at gera. Argjabáturin og Blikur av Argjum plaga at vinna nógv, Jarnbardur við kvinnum plagar at vera millum teir fremstu, tað er [...] um seg. Stoltleikin hjá havnarmonnum í kappróðri hevur altíð verið Havnarbáturin. Tað hevur sviðið, tá tað hevur hilnast illa hjá 10?mannafarinum, eisini sjálvt um tað hevur skorist væl hjá fleiri av hinum [...] mannaførini. Sigrarnir hjá Havnarbátinum so at siga bjarga róðraræruni í Havnini. Tað var sjón fyri søgn, tá báturin skuldi dragast eftir sigurin á Tvøroyri, og tað vóru ikki stórvegis trupulleikar sunnukvøldið
Velbastað og norður á Sornfelli, ið er tað níggjunda. Og telja vit flottu Dalsnýpuna við, so eru tíggju. Og her verður tosað um júst tað sama sum fyri 55 árum síðan Tá vóru tey færri, íð dag eru 300 í [...] fleiri. Í túninum niðanfyri niðanfyri er pallur, og har stendur útgerðin hjá tónleikabólkinum Clickhaze, ið skal spæla undan og aftan á fólkafundinum. Ein fullveldisbygd -Fyri 55 árum síðan atkvøddu koltursmenn [...] til songar og vísti seg ikki aftur tann dagin. Og so illanstíð, at hon atkvøddi, segði Høgni Hoydal, tá hann tók orðið á fólkafundinum. Høgni Hoydal er leiðarin, hann er formaðurin, hann er ímyndin av f
Kappróður Lutur er nú kastaður, hvussu bátarnir á skulu liggja, tá farið verður í holt við ársins fyrsta FM-róður, ið sum vant verður á norðoyastevnu í Klaksvík. Hetta er einastu ferð á árinum, at lutur [...] Kongsdóttir 3 Frúgvin 4 Fípan Fagra 5 Sílið 6 Drekin 7 Beinta 8 Tjaldrið 9 Havfrúgvin 10 Báran 11 Blikur 6-mannafør, kvinnur 1 Sólmundur 2 Leirvíkingur 3 Víkingur 4 Jarnbardur 5 Páll Fangi 6 Lómur 7 Fortúna [...] Fagra 5 Firvaldur 6 Frúgvin 7 Hvassi 8 Drekin 9 Báran 10 Tjaldrið 11 Spógvin 12 Ørnin 13 Dúgvan 14 Blikur 6-mannafør, menn 1 Strálan 2 Páll Fangi 3 Snopprikkur 4 Fuglfirðingur 5 Sølmundur 6 Hvessingur 7
Martin Eidesgaard skúlastjóri á Tvøroyri ????????????? Tá vit lesa og hoyra reaktiónina hjá Landsstýrismanninum í mentamálum aftaná ein tíðindafund, sum Vestmanna skúli skipaði fyri, má ein spyrja seg [...] svanasongurin hjá seinastu idealistunum í føroyska fólkaskúlanum? Eg eri heilt greiður yvir, at eg, tá hugsað verður um ættarbondini til ávísan politikkara, við at úttala meg alment um hesi viðurskifti [...] hava ásannað, at her gerst onki. Tú kemur ikki ígjøgnum við atfinningum. Tað er líkamikið, hvussu saklig ella væl undirbygd tíni sjónarmið eru. Ongin tekur støðu til, um tú hevur rætt ella órætt. Tí hevur
Greiðar uppsetingar og greiðar grundgevingar, sum fólk hava møguleikar fyri at fylgja við í. Og tá ið so Útvarp Føroya á middegi í dag fær okkara landsstýrismann í fíggjarmálum til fyri opnari mikrofon [...] til. Men hetta er helst einasta lóður, hann hevur í skjáttuni og tá hevði tað klætt honum betri einki at sagt. Ikki eitt einasta sakligt mótargument. Karstin Hansen saman við sínum floksfeløgum byggir sína [...] trúarpsurningur. Høgni Hoydal legði út við at siga, at hann trúi, at tað kom ein dynamikkur í búskapin tá ið vit fóru at fáa fullveldi. Hann trúi, at hetta fekk føroyingar til at taka seg so mikið saman, at