Svanasongurin hjá teimum seinastu idealistunum í føroyska fólkaskúlanum

Viðmerking til rokið, sum hevur verið av einum tíðindafundi í Vestmanna skúli.

 

Martin Eidesgaard

skúlastjóri á Tvøroyri

?????????????


Tá vit lesa og hoyra reaktiónina hjá Landsstýrismanninum í mentamálum aftaná ein tíðindafund, sum Vestmanna skúli skipaði fyri, má ein spyrja seg sjálvan. Er hetta svanasongurin hjá seinastu idealistunum í føroyska fólkaskúlanum?

Eg eri heilt greiður yvir, at eg, tá hugsað verður um ættarbondini til ávísan politikkara, við at úttala meg alment um hesi viðurskifti, kann ákærast fyri bæði líkt og ólíkt. Men so longi tað ikki fær avleiðingar fyri mítt arbeiðspláss, sum er Tvøroyrar skúli, so er tað at liva við.

Eisini vit á Tvøroyri hoyra til tann bólkin av skúlum, sum vegna ójavnar árgangir av næmingum, eru komnir í eina støðu, har vit ikki eru før fyri at geva næmingunum eitt nøktandi undirvísingartilboð. Vit hava yvirlivað 3 tey seinastu árini, tí vit hava fingið eykajáttan.

Eg haldi tað var Landsstýrismaðurin sjálvur, sum fanst at Vestmanna skúla, tí hesin var tann einasti, sum gjørdi um seg, tí hann hevði fingið ov fáar tímar.

Veruleikin er tann, at so gott sum allar atfinningarsamar og konstruktivar røddir so líðandi eru tagnaðar, tí hesar hava ásannað, at her gerst onki. Tú kemur ikki ígjøgnum við atfinningum. Tað er líkamikið, hvussu saklig ella væl undirbygd tíni sjónarmið eru. Ongin tekur støðu til, um tú hevur rætt ella órætt.

Tí hevur Landstýrismaðurin heilt misskilt leiðsluna í skúlanum í Vestmanna. Í veruleikanum er tíðindafundurin eitt neyðarróp. Eitt neyðarróp frá teimum seinastu idealistunum í føroyska fólkaskúlanum. Tey vónaðu, at onkur vaknaði. Tey vóru enntá so blá-oygd, at tey trúðu, at nú fór at hjálpa. Vit onnur skammast, tí vit hava uppgivið, vit hava mist trúnna upp á, at tað nyttar at fara á barrikadurnar. Vit hava ásannað, at vit koma ikki ígjøgnum ?systemið?, tí ?systemið? hevur als ongan áhuga í okkara grundgevingum.

Í veruleikanum snýr misnøgdin við tímabýtið seg eisini um, at vit her í Føroyum eru við at fáa tvey sløg av skúlum. Fyrsta floks skúlar, sum, í hvussu so er higartil, hava havt møguleikan at bjóða sínum næmingun fjøllbroytt tilboð í framhaldsdeildini og sum hava havt ráð til at seta nógva orku av til fyrstu skúlaárini. Og so annan floks skúlar, sum eru so illa fyri, at teir ikki eru førir fyri at liva upp til krøvini í fólkaskúlalógini. Ferð eftir ferð hava skúlaleiðarar gjørt vart við vandan við hesari gongdini. Men ongin vil ella torir at gera nakað. Møguliga er okkurt spinnandi galið við sjálvari skúlalógini. Lógin er jú ein donsk lóg, sum bert er umsett. Hon er møguliga ikki hóskandi til eitt samfelag, sum tað føroyska.

Í dag er støðan hjá flestu skúlunum tann, at teir ikki veruliga vita, hvat teir hava at húsast við næsta skúlaár, tí ongin hevur enn fingið brævið við undirskriftini á. Ja, so langt úti eru vit nú, at vit stóla bert upp á upplýsingar tá teir koma í brævi við undirskrift á.

Hvat endin verður av hesari gongdini, sum føroyska skúlaverkið er í, veit eg ikki. Eg trúgvi tó, at tey í Vestmanna skúla eru á rættari leið. Tey einastu, ið kunnu hjálpa skúlaverkinum á føtur aftur, eru foreldrini. So ein gongd leið er at fáa foreldrini meira aktiv. Tað er hóast alt teirra børn, sum ikki fáa ta undirvísing, tey hava krav uppá, sambært landsins lógum.

Landsstýrismaðurin kann tó ugga seg við, at tað møguliga gongur rúm tíð áðrenn nakar hættir sær at mótmæla aftur. Hinvegin kann hann heldur ikki rokna við nøkrum konstruktivum kjaki við leiðslurnar á skúlunum, um tað skuldi hent, at hann kom við nýggjum tonkum á skúlapolitiska økinum. Vit skulu fyrst læra okkum henda nýggja samskiftisháttin, sum Landsstýrismaðurin hevur innført.