Tað var ikki hissini rok í stóðst av, at løgtingsfólk í mai tryggjaðu landsstýrismonnum eina sera góða pensjónsskipan, samstundis sum tey góvu tilsøgn um, at eftirlønarskipanin hjá tingmonnum skal bøtast samsvarandi.
Síðani sjónvarpið avdúkaði hendan leikin, eru politikarar kropp á kroppi farnir at vaska hendur ? ikki bara samgongupolitikarar, men eisini politikarar úr andstøðuni.
Vit hava viðgjørt evnið fleiri ferðir ? og vit hava eisini roynt at vent málinum á høvdið ? fyri at royna at síggja tað rímuliga í, at politikarar sjálvandi skulu hava góðar arbeiðs- og lønarumstøður, og søgdu í tí sambandi, at málið er blást nakað nógv upp.
Og hetta málið er blást upp. Men tað merkir ikki, at fjølmiðlarnir ikki skulu seta spurnartekin við, um tað sum politikararnir gera, er rímuligt ella ikki. Í hesum førum er tað prógvað, at politikarar annaðhvørt hava roynt at lirkað sær eina sera góða pensjónsskipan ígjøgnum í teirri vón, at eingin legði tað til merkis, fyrr enn ov seint var. Ella prógvar hetta, at landsstýrismenn og tingmenn ikki vita, hvat teir gera. Í øllum førum er talan um eitt álitisbrot millum politikarar og veljarar.
Høgni Hoydal legði uppskotið fram fyri tingið. Var hann so nógv ímóti tí, sum hann letst, so kundi hann bara latið vera við at lagt tað fram. Eingin tinmaður atkvøddi í móti uppskotinum, so øll tingfólk eru samsek í, at málið er samtykt.
Heldur enn at turka ábyrgdina á hvønn annan ? og upp á fjølmiðlarnar, so áttu okkara fólkavaldu stillisliga at skammast. Verður lógin broytt, so kann hon í fyrsta lagi verða galdandi fyri tey, sum verða vald á ting eftir næsta val ? tað hava flestu tingmenn longu forpliktað seg til!
At val er í hondum sæst á øllum brøgdum, og tað er kanska orsøkin til, at eingin politikari nú vil kennast við hetta »flóvisliga« málið. Talan er koritni ikki um eitt nýtt mál, tí lógin um eftirløn til ting- og landsstýrismenn kom í gildi 8. januar 1993. Tá var eisini mikil orðadráttur, serliga um skattafríu ferðapengarnar, sum tingmenn tá samtyktu ? upp til 7.500 krónur um mánaðin til tingmenn og 9.500 fyri landsstýrismenn, alt eftir, hvussu langt úr Havnini teir búgva.
Tað er ein veruleiki, at løgtingið, sum varð valt 30. apríl 1998, hevur gjørt nógvar ferðir meira enn nakað annað løgting fyri at tryggja umstøðurnar hjá ting- og landsstýrisfólkum. Hetta løgtingið hevur hækkað egnu løn sína við eini 60-70% og eftirlønina tilsvarandi. Hetta løgtingið hevur tryggjað landsstýrismonnum eina sera góða pensjónsskipan, og hetta løgtingið hevur samtykt og er farið í gongd við at umbyggja løgtingshúsið fyri nógvar milliónir krónur.
Tað er ein erlig sak, at hetta eru mál, ið okkara kosnu menn og kvinnur halda eiga at liggja so frammaliga. Um veljarin ikki heldur tað sama ? ella um veljarin hevur gjøgnumskoðað politikararnar ? so hevur hann møguleikan at velja øðrvísi til komandi val.









