Norðoyastevna

Hóast Norðoyastevnurnar gerast alsamt friðaligari, er tó neyðugt hjá løgregluni at vera væl fyrireikað til stevnuna. Í ár er løgregluliðið styrkt við 3 fólkum, soleiðis, at liðið tilsamans telur 14 fólk meðan stevnan er í hæddini

At vitja grannar til gamans og álvara er vist ógvuliga gamalt í Føroyum, og tað helt sær langt upp í tíðina, so eg minnist fleiri slíkar ferðir, sum eg var við bæði í oyggj og av oyggj, áðrenn vit fingu eina fast skipaða stevnu her í Norðoyggjum.

Var tað ein góður summardagur um summarið, so var ofta onkur, sum bar uppá mál um at fara onkustaðni at ferðasty, og oftast høvdu nógv hug til tess, og so varð farið til gongu ella til báts.

Áðrenn eg var reiðiliga tilkomin fóru hesar ferðir at fækkast, og nú er ikki meir enn tær koma fyri. Ein av orsøkunum til hetta var uttan iva, at vit um hesa tíð fingu eina afturvandandi fast skipaða stevnu her í Norðuroyggjum.

Sum stórur smádrongur var eg við á fyrstu Norðoyastevnuni, og tað situr enn fast í hugan um, hvussu hugtikin eg var av øllum tí, har var at síggja. Her var nógv út um tað, ein upplivdi í dagligdegnum. Hjá einum smádreingi galt um at fáa alt við, so har varð runnið av einum aftur á annað. Kappróður, fótbóltur, togtugan og tennis og ymiskt annað, sum ein hevði ikki upplivað fyrr her í Norðuroyggjum.

Ikki tí, longu sum seks ára gamal var eg á Ólavsøku, og har var ikki so lítið at síggja av øllum sovorðnum, men tað eg har minnist mest er, tá eg og tveir aðrir unglingar vóru á veg av Vaglinum niðan eftir Tinghúsvegnum, og vit sóu eit flagg detta niður av Tinghúsinum. Har kom róp í og menn runnu, so vit ræddust og skundaðu okkum niðaneftir.

Men slíkan kløkk fekk eg ikki mína fyrstu Norðoyastevnu, tí har var alt væl fyriskipað og so nógv at síggja fyri ein bygdadrong, at tað var strævið at fylgja við í øllum, og nógv av tí var eisini spennandi at hyggja at.

Seinni kom ein at uppliva nógvar Norðoyastevnur, sum kanska meira varð gjørt burturúr, men tann fyrsta varð verðandi tann besta, tí hon var so forkunnug og breyt av frá tí vanliga.