Fullveldisprofetarnir hava gjørt búskap til ein trúarspurning

Karstin Hansen, føroyskur landsstýrismaður í fíggjarmálum grynnur ikki í orðaskiftinum um búskaparspurningar í einum komandi fullveldi.

 

Atli Hansen

Gøtu 01.05.10

?????????????



Karstin Hansen, føroyskur landsstýrismaður í fíggjarmálum grynnur ikki í orðaskiftinum um búskaparspurningar í einum komandi fullveldi.

Kári Petersen, búskaparfrøðingur, hevði í fjør eina greinarøð, har hann lýsti sína fatan av teimum búskaparligu avleiðingunum av teimum ætlanum, sum henda landsstýrissamgongan hevur í hyggju at fremja.

Tá vóru merkiliga fáar viðmerkingar frá samgonguni til hesa framløgu. Onkrar hissini politiskar viðmerkingar, men ongar sakligar atfinningar, sum kundu vísa pástandunum hjá Kára Petersen aftur.

Nú er Kári Petersen eingin hvør sum helst í hesum samanhangi. Hann hevur í longri tíð starvast sum búskaparfrøðingur á fíggjardeildini í landsstýrinum og er nú ? aftaná víðari útbúgving ? settur aftur sum búskaparfrøðiligur medarbeiðari í okkara landsbanka.

Og nú eru so framløgurnar og niðurstøðurnar hjá Kára Petersen aftur at finna í bløðunum. Greiðar uppsetingar og greiðar grundgevingar, sum fólk hava møguleikar fyri at fylgja við í.

Og tá ið so Útvarp Føroya á middegi í dag fær okkara landsstýrismann í fíggjarmálum til fyri opnari mikrofon at gera sínar viðmerkingar, ja, so eru tær bert, at hetta er »politiskt«, »langt úti« og at »eitt rokniark kann so mangt«. Hvat var tað annað enn eitt rokniark, sum okkara umsiting í sínari tíð varð send runt í landinum við upp á landsins besta fyri at greiða frá fullveldisætlanum landsstýrisins?

Eg fari at loyva mær at siga, at tað er ótrúliga langt úti av okkara landsstýrismanni í fíggjarmálum, at svara einum av okkara mest seriøsu búsksparfrøðingum aftur á henda hátt. Ikki eitt orð um, hvar tað haltar, roknifeilir ella skeivar fortreytir. Nei, bert niðurgerandi viðmerkingar frá landsstýrismanninum, sum hann skuldi hildið seg ov góðan til. Men hetta er helst einasta lóður, hann hevur í skjáttuni og tá hevði tað klætt honum betri einki at sagt. Ikki eitt einasta sakligt mótargument.

Karstin Hansen saman við sínum floksfeløgum byggir sína búskapartrúgv á tilmælir frá dulnevndum embætismonnum í hansara egnu umsiting. Tí fyri tjóðveldisflokkin serliga er alt viðvíkjandi okkara búskapi í einum framtíðar fullveldi ein trúarpsurningur. Høgni Hoydal legði út við at siga, at hann trúi, at tað kom ein dynamikkur í búskapin tá ið vit fóru at fáa fullveldi. Hann trúi, at hetta fekk føroyingar til at taka seg so mikið saman, at tað gav eina størri úrtøku. Ja, tað kann helst gerast neyðugt, um vit fylgja døminum hjá Kára Petersen.

Nei, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum átti at verið betri ílatin tá ið hann skal vísa einari tílíkari framløgu aftur. Annars skuldi hann sent onkran annan í sín stað. Tað ber ikki til at svara tílíkum væl undirbygdu frágreiðingum bert við at endurtaka nakrar innantómar máliskur. Tað er ein naiv niðurgering av lurtarum og lesarum. Fólk roknar við meira góðsi enn hesum frá einum landsstýrismanni.

Vit síggja fram til at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at sundurgreina framløguna hjá Kára Petersen og vísa okkum á, hvar Kári Petersen fer skeivur.

Um hetta fer at eydnast honum, kann tað vera, at hann vinnur onkra sál afturat fyri sínum fullveldisætlanum, men sum er og við teimum nevndu grundgevingunum, eigur álitið á henda mann sum ein oddafisk at vera ógvuliga avmarkað.

Ein landsstýrismaður í fíggjarmálum má kunna argumentera á hægri støði enn lurtarnir her vóru vitnir til.