10?mannafør
Hjá høvuðsstaðnum hevur tað higartil í ár roynst nógv soltnari í kappróðrinum, enn tað plagar at gera. Argjabáturin og Blikur av Argjum plaga at vinna nógv, Jarnbardur við kvinnum plagar at vera millum teir fremstu, tað er ikki so langt síðani, at eingin skalaði Ørvin, og 5?mannaførini hjá Havnar Róðrarfelag bæði við dreingjum og gentum hava ofta gjørt um seg.
Allir hesir bátarnir luttaka í róðrinum í ár, men teir hava higartil gjørt millum lítið og einki um seg.
Stoltleikin hjá havnarmonnum í kappróðri hevur altíð verið Havnarbáturin. Tað hevur sviðið, tá tað hevur hilnast illa hjá 10?mannafarinum, eisini sjálvt um tað hevur skorist væl hjá fleiri av hinum bátunum, sum eru nevndir omanfyri.
Tí er tað nógv meiri enn plástur á sárið, at Havnarbáturin í ár tykist vera væl betri fyri, enn allir hinir í kappingini millum 10?mannaførini. Sigrarnir hjá Havnarbátinum so at siga bjarga róðraræruni í Havnini. Tað var sjón fyri søgn, tá báturin skuldi dragast eftir sigurin á Tvøroyri, og tað vóru ikki stórvegis trupulleikar sunnukvøldið at fáa hann upp á pláss aftur í neystinum í Álakeri!
Vestmenningar ódrúgvir
Eftir norðoyarstevnuróðurin mundu tað vera fleiri, sum høvdu ta kensluna, at vestmenningar ikki høvdu megnað at taka Havnarbátin, tí teir so at siga høvdu disponerað skeivt. Ta ferðina át Vestmenningurin seg av álvara inn á Havnarbátin á seinastu trý hundrað metrunum. Ikki minst av hesi orsøk var spenningurin stórur undan róðrinum á jóansøku.
Vestmenningurin fekk saman við Havnarbátinum ein góðan start á Trongisvágsfirði. Havnarbáturin var frammanfyri fyrsta stóra fjórðingin av róðrarteininum. So fór Vestmenningurin at ganga, og tá bátarnir fóru um túsund metra málið vóru ábendingar um, at Vestmenningur skuldi fara frá Havnarbátinum. Men so lætt gekk tað ikki hjá vestmenningum. Havnarbáturin svaraði aftur, og teir megnaðu so rudduliga at seta alt upp á pláss. Á málinum vóru teir eina bátslongd frammanfyri Vestmenningin, sum var tann einasti, ið hevði roynt at hótta Havnarbátin.
Eysturoyingurin royndi at hanga uppií, og tað kann kanska hugsast, at hann fer at gera um seg seinni í summar. Á norðoyarstevnu fekk Eysturoyingurin ein góðan start, men tá datt hann beinanvegin afturav. Á jóansøku fekk Eysturoyingurin aftur ein góðan start, og hesa ferð megnaðu teir at hanga uppií teimum fremstu væl longri, enn teir gjørdu í Klaksvík. Tað kundi bent á, at venjingarstøðan hjá teimum ikki er so góð, sum hon er hjá manningunum umborð á Havnarbátinum og Vestmenninginum, men hon batnar.
Skálabáturin og Nólsoyingurin royndu at hanga uppí, meðan tíðirnar tala fyri, hvussu venjingarstøðan er hjá teimum umborð á Suðuroyingi og Vágbingi. Tá Vágbingurin fór um málið, høvdu teir umborð á Havnarbátinum rindað møðina í meiri enn 45 sekund!