gera íløgur í fiskivinnuna og aðrar alternativar vinnur. Tað er sera umráðandi, at vit reka ein varnan oljupolitikk, tí ein stórur vandi er fyri, at oljuvinnan kann køva allar verandi vinnur, so sum f [...] Men tað er sera umráðandi, at hetta ríkidømi verður umsitið á skynsamligan hátt og tað vil siga, at vit eiga at binda ein munandi part av hesum peningi í grunnar, sum vit lata standa uttanlands, soleiðis
Tíanverri er tað oftani so, at vinnulívsfólk duga ikki at síggja dygdina hjá mentanarfólki og øvugt. Tað er líkasum, at vit hvør í sær grava okkum niður í skotgravir og so ?bekempa? hvør annan. Harvið [...] og fólki, sum á ein ella annan hátt fáast við mentanarlig avrik, við tí grundgeving, at hesi bara er ein útreiðsla fyri samfelagið. Hinumegin býðir mær eins nógv ímóti, tá hesi somu fólk, sum eru virkin [...] ta stórhending fyri 15 árum síðani, tá Norðurlandahúsið varð tikið í brúk. Nettup Norðurlandahúsið er eitt talandi dømi um, hvussu ein stovnur megnar at byggja brýr millum fleiri samfelagsstættir og -tættir
eyðkenni føroyinga. Annað vandamál er umhvørvið. Tað er ófrávíkilig treyt, at ferðavinnan ikki spillir náttúruvøkru náttúru okkara, tí so hava vit mist meira fyri minni. Hetta er ynski allra føroyinga, og eitt [...] sær henda vegin, koma álíkavæl. Hetta er ikki rætt. Ferðavinnan kann í stóran mun verða eitt gott alternativ til aðrar vinnur, men hon kemur ikki av sær sjálvum, men er treytað av íløguhugi, trúgv uppá at [...] soleiðis at ferðavinnan fær somu møguleikar at trívast og nørast sum aðrar vinnur her á landi. Bera vit so í bandi, er einki at ivast í, at ferðavinnan uppá sikt verður eitt gott íkast til okkara búskap
hægri kunnleikastøði. Er tað so ikki ein andsøgn, at kanska fleiri hundrað ungfólk við hægri útbúgvingum, vilja ikki koma heim til Føroyar aftur, tí onki er fyri teimum her? Her átti tað almenna at fingið [...] amboð, ið letur dyrnar upp fyri samstarvi og semju flokkana millum.Tí hon er neyðug, skal nøkur broyting verða. Fyri javnaðarflokkin er tí ikki neyðugt at brúka ovurhonds orku at sannføra fólk um sína støðu [...] kanska sum tann einasti av flokkunum, at tað eru mál, sum krevja at vera tikin í álvara her og nú. Eitt av hesum er arbeiðsloysið. Sambært Hagtíðindum nr. 4 fyri -97 eru umleið 2.000 arbeiðsleys í Føroyum
veljarafundunum. Eingin tíð er sett av til spurningar frá veljarunum og tí verða fundirnir ofta øgiliga linligir. Tað er púra eingin futtur í. Á seinasta fundinum í Vestmanna er tó ætlanin at broyta mannagongdina [...] ymiskt innrættaði, men onkru er ímillum, sum dugur at taka til. Ein teirra er Edvard Hermansen. Hann fekk láturin at runga í avhaldshúsinum í Vík. ? Hesir menninir, sum sita her eru allir so góðir, at tá [...] fingið røðaravenjing eftir at hava verið ígjøgnum eitt valstríð, men um nakrar fáar dagar er tað so ikki meir. Tá er liðugt, og so skulu royndirnar goymast til næstu ferð tað verður valstríð - um tey so stillað
krónur av landinum. Hin fyritreytin er sambært Terja Rasmussen, at marknaðarføringin er í lagi. ? Um vit skulu selja úteftir, er tað av alstórum týdningi, at PR-arbeiðið er í lagi, segði hann. Terji Rasmussen [...] Páll Arge. Hann vísti eisini á, at tað hevur týdning at koma innum, og at tað er sera torført, um tú ikki kennir onkran, sum er innanfyri. Annars varð eisini komið inn á altjóða Melodi Grand Prix-kappingina [...] d, sum m.a. er ein av fyriskiparunum av Prix Føroyar, helt fyri, at henda milliónin í so fall bert skuldi verið brúkt til marknaðarføring, og sum heild var semja um, at marknaðarføring er alfa og omega
mótprógvið er Ísland, sum er tað landið í heiminum, ið nýtir mest almennan pening til skapandi listarligt virksemi. Ísland brúkar 2,5 % av Bruttotjóðarúrtøkuni til mentan. Úrslitið er, at Ísland er tað landið [...] álitinum er, at í tí liggur tann fyrsta greiningin av tí mentunarpolitisku støðuni. »Avmarkaður marknaður« er í so máta eitt sera gott skjal við tað, at vit fáa út í æsir lýst, hvussu støðan er hjá men [...] mentan sæð út frá einum føroyskum tilviti? ? Mentan er samskifti, og er tað sum gevur tilveruni meining og innihald. Men mentan er eisini tað, vit eru felags. Eins og aðrar tjóðir eru vit ósamd um øgiliga nógv
pensiónirnar við 1000 krónur um mánaðin, men tað er so lætt at siga í valstríðnum, og kanska gloyma, tá valið er av. Munurin á teimum stóru og smáu flokkunum er, at t.d. Verkamannafylkingin vil halda síni [...] Spurdur, hví tað var so torført at taka støðu, svarar Kári Petersen umberandi, at hann er so góður av sær. Hann er 65 ára gamal, og hevur livað eitt virkið og fjølltáttað lív. Fotograftur, sjónleikari og [...] sigur Kári Petersen. Hansara sjónarmið um korini hjá pensionistunum eru m.a., at tað er skeivt at pensiónin ikki er prístalsviðgjørd. Hann dugir ikki at skilja, at føroysku pensiónirnar kunnu vera 2000
sum gjørdi kanningina, er heilt einfalt tann, at tað eru bara gentur í flokkinum... Kanningin varð gjørd mikudagin, hósdagin og fríggjadagin í farnu viku og úrslitið av henni er kunngjørt aðrastaðni í [...] svarini verða so skrivað inn á teldu uppá eitt norskt hagtals-forrit, sum er gjørt til endamálið. John Mortensen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur gjørt eina stóra, landsumfatandi [...] meiriluta. Men John Mortensen er samdur við teimum sum siga, at veljarakanningar kunnu onki siga um, hvat fer at henda á sjálvum valinum um eina viku eftir at kanningin er gjørd. Kanningin vísir støðuna
barnið kemur í skúlan. Eftir at barnið er komið í skúla, kemur tað til lækna og sjúkrasystir eina ferð um árið, til níggjundi flokkur er liðugur. Eg haldi, at hetta er av stórum týdningi, um møguligir tr [...] seint er. Best hevði verið, um allar familjur kundu havt javnbjóðis rætt til at virka her á landi. At Javnaðarflokkurin, sum altíð hevur havt og hevur sum høvuðsendamál at hjálpa og stuðla har tað er neyðugt [...] einki pláss var fyri teirra barni her á landi. Hetta hoyrir ikki okkara samtíð til, vit kunnu ikki bólka menniskju, soleiðis at vit bert hava brúk fyri tær og ikki tær. Her hugsi eg eisini um, at tær familjur