Tað er spennandi at vita, hvat fólk halda

­ Eg haldi ikki, at tað skal verða forboði at gera veljarakanningar. ­ Eg dugi ikki at síggja, at tað skal ³forstýra3 eitt val at vita, hvat fólk halda um ymiskt, sigur John Mortensen,lærari í samfelagsfrøði í Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Næmingar á skúlanum hava gjørt veljarakanning fyri Sosialin

­ Yvirhøvur vóru fólk báði blíð og fryntlig. Men tað vóru eisini nøkur sum meiri og minni ódámliga og kontant lótu okkum vita, at tey vildu ikki vera við.

Hetta er í heilt stuttum royndirnar, sum tær 13 genturnar í 2 A í Miðnámsskúlanum í Suðuroy fingu, eftir at hava havt orðið á næstan 1.000 føroyingum í farnu viku.

Men tað var nú ikki bara fyri at vita, hvussu fryntlig fólk vóru, at ringt var til tey.

Næmingarnir í Miðnámsskúlanum høvdu nevniliga átikið sær at gjørt eina veljarakanning fyri Sosialin, uppundir løgtingsvalið nú hósdagin.

Undir leiðslu av John Mortensen, lærara í samfelagsfrøði, gjørdu teir 13 næmingarnir veljarakanningina í farnu viku í samstarvi við Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum.

Og grundin til, at tað bara vóru gentur, sum gjørdi kanningina, er heilt einfalt tann, at tað eru bara gentur í flokkinum...

Kanningin varð gjørd mikudagin, hósdagin og fríggjadagin í farnu viku og úrslitið av henni er kunngjørt aðrastaðni í blaðnum í dag.

John Mortensen sigur, at tey ringu til 1.108 fólk kring alt landið.

Av teimum vildu 169 ikki svara spurningunum og 120 tóku ikki telefongina.

Men eftir eru 819 fólk, sum, kanningin so byggir á.

Kanningin er gjørd í samstarvið við Fróðskaparsetrið.

Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum og tey, sum undirvísa í samfelagslæru í miðnámsskúlunum og læraraskúlanum hava gjørt felagsskapin FYND, og ígjøgnum tann felagsskapin eru veljarakanningarnar samskipaðar.

Tvs, at heilt síðani tey gjørdu tær fyrstu veljarakanningarnar í 1984, hevur verið ein kjarni av spurningum, sum gongur aftur í øllum kanningunum fyri at kunna samanbera tær.

Men harafturat hevur verið spurt um ymisk mál, sum eru uppi í tíðini. Og at enda eru onkir spurningar tiknir við, sum tann, ið bíleggur kanningina, - í hesum føri Sosialurin, biðjur um.

Øll svarini verða so skrivað inn á teldu uppá eitt norskt hagtals-forrit, sum er gjørt til endamálið.

John Mortensen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur gjørt eina stóra, landsumfatandi, veljarakanning.


Tey allarflestu hava tikið tøðu

Annars hava slíkar veljarakanningar verið fyri stórum atfinngingum, ikki minst aftaná fólkatingsvalið, tá ið tær ikki hildu stikk, við tað, úrslitð av valinum var at stjórnarflokkarnir vunnu, hóast veljarakanningarnar boðaði frá einum borgarligum meiriluta.

Men John Mortensen er samdur við teimum sum siga, at veljarakanningar kunnu onki siga um, hvat fer at henda á sjálvum valinum um eina viku eftir at kanningin er gjørd.

­ Kanningin vísir støðuna beint tá, kanningin varð er gjørd. Men hvat fer at henda eina viku seinni, kann kanningin sjálvandi onki siga um.

Men hann leggur afturat, at sermerkt fyri hesa kanningina er, at hon vísir, at tey allarflestu longu hava tikið støðu til, hvønn tey fara at velja

­ Í slíkum kanningum plagar tað at vera ein reiðiliga stórur partur av teimum spurdu, sum siga seg ikki vita, hvønn tey fara at velja

­ Men í hesari kanningini eru tað bara eini 11% sum ikki hava tikið støðu.

­ Um kanningin kortini fer at halda, ber sjálvandi ikki til at siga.


Talið er nóg høgt

Samfelagsfrøðingurin sigur, at tey 819 fólkini, sum svarað er eitt nóg stórt grundarlag til at gera eina álitandi kanning.

­ Í øðrum londum, sum eru nógvar ferðir størri enn Føroyar, verða heldur ikki fleiri fólk spurd. Men 819 fólk eru ein nógv størri partur av veljaraskaranum, enn 819 fólk eru í Danmark og í øðrum londum,

Hagrøðiliga er tað sostatt nóg stórt grundarlag.

Men tann stóri kunsturin er at seta úrvalið teimum spurdu rætt sett saman, so at tey umboða veljarafjøldina.

­ T.d. standa næstan ongi konufólk í telefonbókini.Og tey ungu standa heldur ikki í telefonbókini. Tey ungu eru heldur ikki inni um kvøldið. Og er veðrið gott, er bara konufólk inni, tí menninir eru burtur í haga og hyggja eftir seyði nú í lembingini.

­ Allir slíkir smálutir kunnu gera, at ávísir partar av veljarunum eru undir- umboðaðir.

Tó heldur hann, at býtið í kanningini sær rættiliga gott út.

Úrvalið fór soleiðis fram, at vit tóku allar síðirnar í telefonbókini, har ið nummurini standa í nummarrað.

Síðani taldu vit teigarnar, og minnist meg rætt, vóru 277 teigar.

­ Síðani tóku vit fýra í hvørjum teigi, nummar 10 og 11 úr erva og nr. 10 og 11 úr neðra.

­ Tilsamans gevur tað so 1.108 fólk, sum vit ringdu til. Tá genturnar ringdu, bóðu tær um at sleppa at tosa við tann í húsinum, sum hevði valrætt og sum hevði føðingardag seinast.


Spennandi at vita

Spurningurin er so, hvat ein slík kanning kann brúkast til.

John Mortensen heldur, at hon kann brúkast til so mangt.

­ Hjá okkum lærarum og fakfólki er tað spennandi at vita, hvat fólk halda um ymisk mál.

Men ikki minni spennandi er tað, at ymiskir upplýsingar í kanningini kunnu samanberast við teirri framkomnu tøknini. T.d. ber nú til í eini handavending at fáa at vita, hvat sambandsfólk t.,d. halda um ríkisfelagsskapin.

Annars verða slíkar veljarakanningar m.a. brúktar at leggja politiskar ætlanir politiskar strategi eftir. Tær kunnu vera eitt barometur hjá flokkunum at meta um, antin valstríðið ber ávøkst ella ikki, og kanska um, hvar tað haltar og hvønn málbólk flokkurin skal venda sær til, hvørji mál hava týdning og hvørji mál, hava minni týdning.

Tó kemur hendan veljarakanningin so seint, at tað er avmarkað, hvat flokkarnir, sum so, fáa brúkt hana til nú.

­Men annars kann ein slík kanning sjálvandi eisini ávirka veljaran ymsar vegir.

­ Ein veljari, sum tekur undir við einum flokki, ið fær stóra undirtøku, kann kanska hugsa, at her gongur so væl at ³ tað ger onki, um eg ikki fari á val3. Ella kann tað fáa onkran at reka harðari.

Men er tað rætt, at slíkar veljarakanningar órógva valið so illa, at tað skuldi verið forboði at gjørt slíkar kanningar, sum røddir hava verið frammi um.

Tað heldur John Mortensen avgjørt ikki.

­ Eg dugi ikki at síggja, hvussu tað kann forstýra eitt val, at vit fáa at vita, hvat fólk halda um ymisk mál. ­ Tvørturímóti skuldi tað verið ein sjálvsagdur partur av fólkaræðinum. Tað, at geva seg út fyri at vita, hvat fólk halda um hetta, ella hitt, er ikki nakað nýtt.

­ Tað hava fólk altíð hildið seg vita. Tey hava bara onki havt at hava tað í.