unum fyri at lata Turið heiðurin segði nevndin millum annað, at bókin er sjáldsama væl úr hondum greidd, og hon verpir ljós á evni, sum er torført at seta orð á. Somuleiðis helt nevndin, at bókin svarar [...] takkartalu sínari, at tá ið hon fekk áheitanina um at skriva bókina, ivaðist hon, tí tað var stutt eftir, at mamman hennara var deyð av júst krabbameini, og tí ivaðist hon í, um hon fór at megna tað mitt í [...] Turið helt, at hon hevði kent ein ávísan felagsskap við tey 20, ið bókin snýr seg um. - Bókin er tó ikki bara mítt verk, tí hon er eisini verkið hjá teimum 20, ið siga frá, hvussu tað er at liva við krabbameini
hann sá tíðliga í mars í 1986, sigur, at hann hevði ikki hugsað so nógv um tað, fyrr enn hann las í bløðunum, at Christer Pettersson var deyður, og at hann plagdi at halda til í summarhúsunum hjá foreldrunum [...] manni, sum sigur seg minnast, at hann sá ein mann tveita eitt ella annað í eina á nakrar fárar dagar eftir, at Olof Palme, forsætisráðharri, var myrdur. Maðurin minnist, at ein Volvo 242 ella 244 steðgaði [...] dini hjá løgregluni, sigur við Aftonbladet, at upplýsingarnar eru áhugaverdar, tí talan kann vera um morðvápnið, sum ongantíð er funnið. Kanningar vístu, at Palme bleiv skotin við einari skammbyrsu av
íalt 10 ymiskum londum. - Líkt var til at fólk hugnaðu sær almikið, og tí er einki at ivast í, at tørvur er á slíkum tiltaki, siga fyrireikararnir, nú tey fara at møtast aftur leygardagin kl. 15. Tiltakið [...] tiltakinum er at skapa eitt forum fyri tilflytarar, har møguleiki er at møta øðrum fólkum í somu støðu. Tað verður skipað sum ein hugnalig samvera, har dentur verður lagdur á at hava tað gott saman og at samtala [...] Meinigheitshúsinum í Havn. Hagtølini vísa, at eitt rættiliga stórt tal av útlendingum er í Føroyum. Við hesum nýggja ?International Fellowship? verður miðað eftir at skipa ein felagsskap við altjóða dámi undir
hetta altso ikki væntað at verða biðin aftur. Í seinastuni hevur slaturin í Hollywood gingið um, at framleiðararnir av røðini vóru bergtiknir av Britney og at teir tískil ætlaðu at bjóða henni ein fastan [...] replikkir og man skal duga at tillaga seg broytingar ? og tað er eitt stórt trýst, um tú skalt gera tað fleiri vikur í senn. Eitt er at gera tað einaferð, men tað er hart at vera noyddur at gera tað í fleiri vikur [...] Britney Spears skal ikki rokna við at halda fram sum sjónleikarinnu í amerikansku sjónvarpsrøðini ?How I met Your Mother?. Hetta greiddi sjónleikarin Neil Patrick Harris frá fyri FemaleFirst. Britney fekk
juni, at fólk flest kenna Súna Fríða. Hóast hann eisini hevur verið aðrastaðni og vent, so hevur tað fyrst og fremst verið í B68, at hann hevur gjørt um seg, og tað verður so her, at hann fer at spæla [...] Sjálvur sigur Súni Fríði tó, at talan ongan tíð var um nakra formliga avtalu. - Vit vóru sum so samdir um, at eg skuldi spæla á Argjum næsta kappingarár. Men AB visti tó av, at um eg fekk eitt tilboð frá [...] síðani, at tey høvdu tryggjað sær undirskriftina frá toppskjúttanum til komandi kappingarár. Súni Fríði skeyt í ár 31 mál í aðru deild, og var tí ein av høvuðsmonnunum handan royndina hjá AB at halda fast
upp á ráð, um nýggjur sáttmáli verður gjørdur. Hanus vísir á, at tað, sum felagið ynskir, er at fáa ein "smakk" úr ágóðanum, um tað fer at gangast væl hjá Atlantic Navigator í vertíðini. - Vit hava rikið [...] eru samd um, at skal ein serlig avtala gerast um inntøkuviðurskiftini hjá manningini umborð á trolaranum, verður hetta ein avtala, sum manningin kann góðtaka. Í FF-blaðnum í dag verður sagt, at umrøtt hevur [...] royndu at fáa fatur á Óla Jacobsen í morgun, men tað eydnaðist ikki. Hanus samdur Stjórin í JFK-Troli, Hanus Hansen, er samdur við formannin í Føroya Fiskimannafelag, Óla Jacobsen. Hann sigur, at sjálvandi
Røktarheim Tað er longu nakað síðani, at Tórshavnar Býráð fór undir fyrireikingarnar til at byggja eitt nýtt røktarheim í høvuðsstaðnum. Tann akutti tørvurin á røktarheimsplássum í Havn er stórur, og tá [...] tá ið landið hevur pening tøkan til at stuðla slíkum verkætlanum kring landið, helt Tórshavnar Býráð tað verða upplagt at fara undir eitt nýtt heim. Pláss fyri 24 búfólkum Tá ið Tórshavnar Kommuna keypti [...] samstundis gjørt av, at bæði bygningurin og økið kring bygningin skuldu brúkast til frama fyri eldru borgararnar í høvuðsstaðnum. Kommunan hevur tí kannað, um møguleiki er fyri at byggja eitt røktarheim
og greiddi frá, at hann føldi sær okkurt í bringuni og at beinini tóktust føst. Tíbetur var ikki líkt til, at hann hevði fingið nakað sjónligt mein. Løgreglan sigur, at neyðugt var at skera hurð og stólpa [...] stólpa, soleiðis at maðurin kundi fáast úr bilinum. - Roykur var eingin, so vit hildu ikki, at vandi var fyri eldi. Tað tók brandmonnunum einar 15-20 minuttir at fáa mannin úr bilinum, sum síðan varð fluttur [...] endar beint í einum stórum kletti, sum liggur við veggrøvina. Bilurin stendur so nógv uppeftir enda, at vinstra afturhjólið hongur uppi. Løgreglan í Runavík fekk fráboðan um hendingina klokkan 9.15 og fór
ímóti okkum, og tað er heldur ikki nøktandi, at teir gera so, vísti hann á. Fabio Cannavaro segði, at teir royndu sjálvir at trýsta fyri at fáa eitt mál, eftir at Rógvi Jacobsen hevði minkað um munin. – Vit [...] roknað við at fáa so fræga mótstøðu á Tórsvølli leygardagin. Og hann viðgekk eisini, at uppgávan gjørdist heldur tyngri enn ætlað, tá Rógvi Jacobsen stútaði bóltin í netið og lítið korter var eftir at spæla [...] Fabio Cannavaro róliga, at tað gjørdust teir ikki. Sum tann seinasta spurningin, spurdi Sjónvarpið, um tað var nøktandi hjá Italia, sum liggur ovasta á FIFA-styrkislistanum, einans at vinna 2-1 á liðnum, ið
Megna vit at umseta visjón til veruleika, og verður leisturin fylgdur í »Visjón 2015 ? MÁL OG VEGIR«, er ógvuliga sannlíkt, at Føroyar verður eitt gott land at liva í Hon verður handað í dag, frágreiðingin [...] málsetningin, at teljast millum heimsins bestu lond at liva í ár 2015. Talan er um 13 arbeiðsbólkar og 13 sonevndar grundarsteinar, sum økisumráðini verða nevnd. Talan er um 13 ymiskar bólkar, tó at nøkur fólk [...] er nevniliga, at: »At kalla allir næmingar taka miðnámsútbúgving, og 75% av okkara ungu eru undir hægri útbúgving ? styttri ella longri ? bæði heima og heiman«. So eingin ivi er um, at stórur dentur verður