Byggja nýtt røktarheim í Havn

Tórshavnar Býráð fer á fundi hóskvøldið væntandi at taka undir við einum tilmæli frá fíggjarnevndini um at taka av einum tilboði frá Sp/f Búsetur um bygging av einum røktarheimi við Hoyvíksvegin

Røktarheim

Tað er longu nakað síðani, at Tórshavnar Býráð fór undir fyrireikingarnar til at byggja eitt nýtt røktarheim í høvuðsstaðnum. Tann akutti tørvurin á røktarheimsplássum í Havn er stórur, og tá ið landið hevur pening tøkan til at stuðla slíkum verkætlanum kring landið, helt Tórshavnar Býráð tað verða upplagt at fara undir eitt nýtt heim.

Pláss fyri 24 búfólkum
Tá ið Tórshavnar Kommuna keypti gomlu marinustøðina, var samstundis gjørt av, at bæði bygningurin og økið kring bygningin skuldu brúkast til frama fyri eldru borgararnar í høvuðsstaðnum.
Kommunan hevur tí kannað, um møguleiki er fyri at byggja eitt røktarheim á økinum, og tað er tað. Metingar siga, at tað ber til at byggja eitt røktarheim við pláss fyri 24 búfólkum á økinum.
Á vári í fjør gjørdi Selmar Nielsen, arkitektur, eitt dispositiónsuppskot fyri býráðið, sum hevur verið til viðgerð í nevnd. Uppskotið varð góðkent, og síðani hevur verið arbeitt miðvíst við hesi ætlan.
Fyri nøkrum mánaðum síðani var arbeiðið at byggja nýggja røktarheimið boðið út høvuðsarbeiðstøku í innbodnari lisitatión, og tá var tað Sp/f Búsetur við Sjúrða Holm, ið hevði lægsta tilboðið, sum var upp á slakar 17 milliónir krónur. Samlaði kostnaðurin av nýggja røktarheiminum verður mettur at verða umleið 28 milliónir krónur við øllum útreiðslum.