Manningin takast upp á ráð

Bæði Fiskimannafelagið og reiðaríið aftanfyri Atlantic Navigator eru samd um, at manningin skal takast upp á ráð, um nýggjur sáttmáli verður gjørdur

Fiskivinna

Bæði Føroya Fiskimannafelag og felagið, sum rekur Atlantic Navigator, eru samd um, at skal ein serlig avtala gerast um inntøkuviðurskiftini hjá manningini umborð á trolaranum, verður hetta ein avtala, sum manningin kann góðtaka.
Í FF-blaðnum í dag verður sagt, at umrøtt hevur verið at gera ein sáttmála fyri manningina umborð á Atlantic Navigator, sum "javnar høgar og lágar inntøkur nakað".
- Men her er so eingin avgerð tikin, og tí er sáttmálin hin sami sum við Nærabergi, til tað eventuelt verður gjørdur nýggjur sáttmáli, sum manningin kann góðtaka, skrivar blaðið.
Vit royndu at fáa fatur á Óla Jacobsen í morgun, men tað eydnaðist ikki.

Hanus samdur
Stjórin í JFK-Troli, Hanus Hansen, er samdur við formannin í Føroya Fiskimannafelag, Óla Jacobsen.
Hann sigur, at sjálvandi skal manningin umborð á Atlantic Navigator takast upp á ráð, um nýggjur sáttmáli verður gjørdur.
Hanus vísir á, at tað, sum felagið ynskir, er at fáa ein "smakk" úr ágóðanum, um tað fer at gangast væl hjá Atlantic Navigator í vertíðini.
- Vit hava rikið Næraberg nú í nøkur ár við stórum undirskoti. Nýggja skipið er ikki nøkur jolla, men eitt rættiliga dýrt vinnutól. Tí er tað sjálvandi eisini í okkara áhuga, at felagið fer at síggja nakað aftur, sigur reiðarin.