Tann serliga Palme-deildin hjá svensku løgregluni hevur nú fingið upplýsingar frá einum manni, sum sigur seg minnast, at hann sá ein mann tveita eitt ella annað í eina á nakrar fárar dagar eftir, at Olof Palme, forsætisráðharri, var myrdur.
Maðurin minnist, at ein Volvo 242 ella 244 steðgaði á einari brúgv um ánna í býnum Gævle. Hann fór úr bilinum, lat baklúkuna upp og tók eitt ella annað, sum hann síðani tveitti í ánna. So fór hann aftur í bilin og koyrdi avstað.
Stig Edqvist, sum er leiðari í Palme-deildini hjá løgregluni, sigur við Aftonbladet, at upplýsingarnar eru áhugaverdar, tí talan kann vera um morðvápnið, sum ongantíð er funnið. Kanningar vístu, at Palme bleiv skotin við einari skammbyrsu av slagnum Magnum 357. Um vikuskiftið hava fýra kavarar hjá løgregluni kavað í ánni, men teir funnu kortini einki. Men leitingin heldur fram, sigur Edqvist.
Maðurin, sum hevur greitt løgregluni frá tí, sum hann sá tíðliga í mars í 1986, sigur, at hann hevði ikki hugsað so nógv um tað, fyrr enn hann las í bløðunum, at Christer Pettersson var deyður, og at hann plagdi at halda til í summarhúsunum hjá foreldrunum stutt frá Gævle. Christer Pettersson bleiv dømdur fyri at hava skotið Palme, men hann varð seinni fríkendur.










