Vit vóru ikki nervøsir

– Tað var ikki lætt, tá føroyingar skoraðu ímóti okkum, sigur heimsins besti leikari, sum afturvísir, at heimsmeistararnir gjørdust nervøsir móti endanum

SAMRØÐA

 

Heimsins besti leikari, Fabio Cannavaro, hevði vallað roknað við at fáa so fræga mótstøðu á Tórsvølli leygardagin. Og hann viðgekk eisini, at uppgávan gjørdist heldur tyngri enn ætlað, tá Rógvi Jacobsen stútaði bóltin í netið og lítið korter var eftir at spæla.

– Tað var ikki lætt, tá føroyingar skoraðu ímóti okkum, og tað er heldur ikki nøktandi, at teir gera so, vísti hann á.

Fabio Cannavaro segði, at teir royndu sjálvir at trýsta fyri at fáa eitt mál, eftir at Rógvi Jacobsen hevði minkað um munin.

– Vit høvdu eisini onkrar møguleikar, skoraðu tó ikki, men tað er í lagi, tí soleiðis er fótbóltur, segði liðformaðurin hjá Italia, sum dagliga spælir við spanska stórfelagnum Real Madrid.

Tá hann varð spurdur, um teir gjørdust nervøsir, tá føroyingar minkaðu um munin, svaraði Fabio Cannavaro róliga, at tað gjørdust teir ikki.

Sum tann seinasta spurningin, spurdi Sjónvarpið, um tað var nøktandi hjá Italia, sum liggur ovasta á FIFA-styrkislistanum, einans at vinna 2-1 á liðnum, ið liggur nummar 185 á sama lista. Cannavaro hoyrdi í fyrsta umfari ikki spurningin, og tá spurningurin varð endurtikin fyri honum, so sá hann brádliga onkran, sum hann kendi í hinum endanum á rúminum, gekk avstað og so svaraði ikki. Men tað er helst svar nokk í sjálvum sær.