Hon verður handað í dag, frágreiðingin frá arbeiðsbólkunum, sum hava stungið út í kortið, hvussu vit uppnáa málsetningin, at teljast millum heimsins bestu lond at liva í ár 2015.
Talan er um 13 arbeiðsbólkar og 13 sonevndar grundarsteinar, sum økisumráðini verða nevnd. Talan er um 13 ymiskar bólkar, tó at nøkur fólk ganga aftur í fleiri enn tí eina bólkinum.
Frágreiðingin umfatar heilar 245 síður, og bólkarnir hava hvør sær gjørt sær stóran ómak við sínum frágreiðingum.
Heilt stutt kann sigast, at Føroyar 2015 skulu byggja á eitt útbúgvingar- og granskingarsamfelag, har infrakervið er »second to none«. Í samandráttinum verður eitt nú sagt: »Lærdi háskúli Føroya hýsir einum fjølbroyttum og breiðum universitetsumhvørvi við kveikjandi samskifti og námsfrøðiligum samstarvi. Her eru allar akademisku útbúgvingarnar savnaðar. Universitetið er vorðið eitt sterkt andlit bæði inneftir og úteftir«.
Og málið er rættiliga høgt, tá um útbúgvingar ræður. Eitt av aðalmálunum er nevniliga, at: »At kalla allir næmingar taka miðnámsútbúgving, og 75% av okkara ungu eru undir hægri útbúgving – styttri ella longri – bæði heima og heiman«.
So eingin ivi er um, at stórur dentur verður lagdur á útbúgving.
Gransking og hugskot
Mælt verður til, at stórur dentur verður lagdur á gransking, ikki bert innan øki, har vit hava góðar fortreytir at ganga á odda – eitt nú innan matframleiðslu úr havinum. Eisini eigur at verða granskað í ílegutøkni, mentan, samskiftistøkni og øðrum, metir arbeiðsbólkurin.
»Vælútbúna fólkið støðast, og samfelagið stuðlar og eggjar skapanarhugi. Skapanarevni kveikja nýmenning, so granskingarúrslit verða ment til vørur, tænastur og nýggjar vinnur, sum eisini røkka langt út um landoddarnar«, eitur tað í frágreiðingini.
Her verður eisini víst á tað neyðuga í, at vit hava eitt gott útbúgvingarumhvørvi, har granskarar kunnu klekjast, eins og eitt granskingarumhvørvi við øllum neyðugum tekniskum útbúnaði, sum eggjar bæði føroyskum og útlendskum granskarum at velja Føroyar sum teirra miðdepil.
Til tess at føra hesi úrslit út í lívið, er eisini neyðugt, at Føroyar gerast ein íverksetaradepil. Longu nú hava vit meiri enn tað eina íverksetanarhúsið, og hesi eru ein fortreyt fyri nýmenning og áhaldandi framburði.
»Íverksetanarmetnanin verður løgd í skúlaungdómin frá barnsbeini. Hugskotsmenning og nýskapanarkunnleiki eru innbygd í undirvísingina, og skapanarevnini eru stimbrað gjøgnum verkætlanir, evnisdagar, spøl og kappingar«, sigur arbeiðsbólkurin í síni frágreiðing.
Føroyar ein býur
Víðari verður víst á, at kunningartøknin ger, at alheimurin alsamt gerst minni og minni. Eitt aðalmál er, at í ár 2015 skulu allir føroyingar hava atgongd til alnótina. Hetta fer at merkja, at útbúgving ikki longur verður tengd at, hvørji skúlatilboð eru tøk í nærumhvørvinum, tí allir skúlar finnast á alnótini.
Tað fer tá at bera til at útbúgva seg heima ella heiman, og seta sína útbúgving saman gjøgnum eitt breitt úrval av fakligum tilboðum við væl skikkaðum føroyskum og útlendskum lærarum.
Eisini fer samferðslukervið at verða munandi meiri útbygt eftir einari greiðari ætlan um, at Føroyar skulu verða at rokna sum ein býur. Infrakervið skal gera tað møguligt at ferðast skjótt og bíligt millum øll støð í landinum, og tað skal lættliga kunna bera til at búgva í einum øki í landinum, men arbeiða og nýta tænastur í øðrum parti av landinum.
Føroyar skulu verða at rokna sum ein stórbýur í Europa, og at ferðast millum Føroyar og umheimin skal verða sum at ferðast millum stórbýir í Europa.
Landið alt skal eisini síggjast sum ein arbeiðsmarknaður. Skipanir við ferðing, barnaansing og bústaðarmøguleikum skal gera tað møguligt. Tað skal verða skjótt at umstilla seg, lætt hjá arbeiðstakara at bjóða sína arbeiðsmegi fram, og lætt hjá arbeiðsgevara at fáa røttu arbeiðsmegina.
Trivnaður skal í hásæti á arbeiðsplássunum, og harvið verður sjúkrafráveran munandi lækkað. Lívslong læra og førleikamenningarskipanir eru lyklaorð í eini áhaldandi menning av arbeiðsmarknaðinum, ið fevnir um øll, frá ófaklærdum til hægstu leiðarar.
»Umframt hetta gevur ein rúmligur arbeiðsmarknaður samfelagnum økta úrtøku, tí allar kreftir eru við til at lyfta – eisini fólk við skerdum førleika, ið áður ikki høvdu stórar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum«, stendur millum annað at lesa í áhugaverdu frágreiðingini »Visjón 2015 – MÀL OG VEGIR«. Og vit kunnu bert staðfesta, at megna vit at gera visjónir til veruleika, verður Føroyar uttan iva eitt gott land at búgva í ár 2015.










