Súni Fríði aftur á Toftum

Saman við Magnus Jakobsen hevur Súni Fríði Barbá skrivað undir sáttmála við B68

Á Argjum søgdu tey annars fyri tveimum mánaðum síðani, at tey høvdu tryggjað sær undirskriftina frá toppskjúttanum til komandi kappingarár. Súni Fríði skeyt í ár 31 mál í aðru deild, og var tí ein av høvuðsmonnunum handan royndina hjá AB at halda fast í heiðursmerkjaplássi. Sjálvur sigur Súni Fríði tó, at talan ongan tíð var um nakra formliga avtalu.
- Vit vóru sum so samdir um, at eg skuldi spæla á Argjum næsta kappingarár. Men AB visti tó av, at um eg fekk eitt tilboð frá einum liði í Formula-deildini, so kundi hetta broyta støðuna. Og tað er so eisini tað, sum er hent, sigur Súni Fríði.                      Tað man eisini vera í B68-troyggjuni, at fólk flest kenna Súna Fríða. Hóast hann eisini hevur verið aðrastaðni og vent, so hevur tað fyrst og fremst verið í B68, at hann hevur gjørt um seg, og tað verður so her, at hann fer at spæla fótbólti komandi árið.
Saman við Súna Fríða er 25 ára gamli Magnus Jakobsen eisini komin inn á Toftir. Magnus er beiggi at nýggja B68-venjaranum, Jóannes Jakobsen, og eins og Súni Fríði, so spældi hann eisini við AB seinasta kappingarár - fyri tað mesta í miðverjuni.