Seinnapartin leygardagin verður tiltakið ?International Fellowship? aftur á skránni. Vanliga er tað í Meinigheitshúsinum í Havn, men leygardagin verður øðrvísi. Fyrsta tiltakið var hildið 1. september í fjør og tá vóru um 30 fólk møtt upp. Her var talan bæði um vaksin og børn úr íalt 10 ymiskum londum.
- Líkt var til at fólk hugnaðu sær almikið, og tí er einki at ivast í, at tørvur er á slíkum tiltaki, siga fyrireikararnir, nú tey fara at møtast aftur leygardagin kl. 15.
Tiltakið er ætlað tilflytarum, sum eru úr londum uttanfyri Norðurlond, og verður vanliga hildið í Meinigheitshúsinum í Havn.
Hagtølini vísa, at eitt rættiliga stórt tal av útlendingum er í Føroyum. Við hesum nýggja ?International Fellowship? verður miðað eftir at skipa ein felagsskap við altjóða dámi undir óformellum umstøðum.
Endamálið við tiltakinum er at skapa eitt forum fyri tilflytarar, har møguleiki er at møta øðrum fólkum í somu støðu. Tað verður skipað sum ein hugnalig samvera, har dentur verður lagdur á at hava tað gott saman og at samtala hvør við annan.
?International Felleowship? verður vanliga skipað fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í Meinigheitshúsinum, men leygardagin verður tað hildið í Guttormsgøtu 18 í Hoyvík. Fleiri upplýsingar fáast frá Thurid Brend á fartlf. 581520.