verður eitt heldur stórt upplag liggjandi á goymslu. Nú verða bara brendar so mikið nógvar fløgur, sum eftirspurningur er eftir, og tá so uppi er, verður brent av nýggjum. Tónleikurin er tikin upp í tónleikastovuni [...] viðgjørdur, til teir eru so mikið nøgdir við úrslitið, at teir halda tað vera nóg gott at geva út. Okkurt hurðaklams ella okkurt host tikið burtur úr og soleiðis. Talan er um ein afløgu við 10 løgum, sum [...] vil í fyrsta lagi siga, at tekstirnir eru føroyskir, og í øðrum lagi, at teir eru so greiðir, at boðskapurin kemur væl fram. Tónleikurin er eitt sindur fjølbroyttur. Frá reggae til harðan rock. Ein uppgerð
sum skjótast. Um so er, at skúlamálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin vilja halda fram við at venda deyvað oyrað til í hesum máli, so má tað ábyrgdin hjá løgmanni at leggja seg út í málið, so álvarsligt er [...] rri og sjálvstýrismálaráðharri eru ?pott og panna? í fullveldismálinum, sum kemur fram um alt annað í samfelagnum, so er ikki ringt at gita, hvørjar avleiðingarnar verða í skúlamálinum. SKÚLIN og ungdómurin [...] millum skúlaverkið og landsstýrið er so mikið álvarslig, at andstøðan átti at tikið málið upp í tinginum og har útvegað sær neyðugu undirtøkuna fyri at fáa glið á málið, so børnini og tey ungu koma aftur í
at hamurin er valdur so hóskandi. Tí her er veruliga talan um gull. Ein skatt. Ein sangskatt. Ein skatt, sum ung og eldri eru felags um. Og tá er nógv vunnið og longur fram á veg slepst neyvan. Sera heppið [...] ongin annar ger tað, so má ein gera tað sjálvur. Konseptið Kular Røtur hevur í hvussu er uppiborið heiðurin og um ongin viðisløn fellur tann vegin í næstu framtíð, so er tað somikið meira sigandi og gott, [...] tá tað snýr seg um sangirnar, sum eru ein partur av nútíðini og gerandisdegnum hjá børnunum. Tað vil siga sangum, ið børnini sjálvi eiga á fløgu og tíma og duga at syngja. Alt gott um sonevndu Starabókina
silgdi á skerið Bloksa, og 16 fólk druknaðu. Framvegis verður nógv tosa um hesar vanlukkurnar. Um skuld, ábyrgdarleysa leiðslu og um dølskar politikarar, sum lova nógv tá ólukkur henda, men ofta gloyma tað [...] fólkatalinum í Føroyum. Men deyðans andlit gerst so kámt í ferðsluvanlukkunum. Deyðin á vegunum er so gerandisligur, at vi næstan ikki geva honum ans - um hann ikki rakar okkum beinleiðis. Á vegunum fær [...] Ein her, eina har. Tvey her og trýggjar har. Ikki ov nógv í senn. Ikki so nógv at tað skapar øsing og fólkakrav um betri trygd, so sum tok-, skipa- ella flogvanlukkur oftast gera. Ein bussur í Karasjok
av ST og fara í ár fram ymiskar verkætlanir í hesum sambandi víða um. Væntandi fara tit her á skúlanum at halda fram við at gera vart við tykkum. Hóast kappingin kann vera hørð, so hava tit góðar fortreytir [...] sum eitt kærkomið høvi at draga fram eitthvørt, sum kann verða við til at menna hesa útbúgving í Føroyum til gagns fyri fiskivinnuna í Føroyum og fyri at vit skulu halda fram at vera ein fiskivinnutjóð. Lat [...] vegin. Tað er eisini at frøast um, at útbúgvingin eisini gevur rættindi til at lesa víðari annaðhvørt tað nú er eftir 2 ára útbúgving ella eftir 3 ára útbúgving. Her er farið fram við skili og tað er ein heiður
kann skala teir nakað, so skal hampuliga nógv ganga galið, um teir ikki skulu halda sessinum alt kappingarárið, men hinvegin, so sýndi kappingin í fjør, at einki er avgjørt, so leingi sum teoretiski møguleikin [...] pappírinum, so mundu fleiri klaksvíkingar rokna við, at talan mest av øllum var um avgreiðsluspurngin, tá sørvingar vóru á vitjan mikukvøldið. Fyrst og fremst skuldi dysturin nýtast til at økja um leiðsluna [...] leiðsluna mótvegis Fram, sum Mjølir legði tvey stig aftur um seg um vikuskiftið, men tað var tó nakað langt ífrá, at tað lagaði seg soleiðis. Sørvingarnir løgdu alt fyri eitt bragdliga fyri, og tað stóð hampuliga
sum so ikki nakrar ítøkiligar niðurstøður. FSF nýtir fundin sum eitt barometur at vita hvørja kós feløgini ynskja. Í so máta kom nógv áhugavert fram, sum Fótbóltssambandið nú kann arbeiða við fram til [...] Leiðara- og venjaraútbúgvingin Menn og kvinnur á fundinum vóru samd um, at venjaraútbúgvingin er nærum so góð sum tilber, meðan spurningurin um leiðaraútbúgving haltar. Hóast venjaraútbúgvingin inniheldur l [...] felag, skulu munandi niður. FSF førdi fram, at ongin grund var at óttast, at leikarar ikki fóru at sleppa at spæla fótbólt, um ósemja var uppstaðin millum tvey feløg um leysgeving av leikara. Tí kappingarnevndin
og greindu seg út um Europa. Ríkir handilshøvdingar har høvdu ein ring av listarmonnum og bókmentamonnum rundan um seg, og teir tóku sær til heiðurs og æru at vala um alla andsmentan. So vælkend ein slík [...] framstig, er so mikið fyri neyðini, at hin andaliga síðan av mannalívinum eisini fær sín part. Tey gomlu, ríku orðini: Menniskjan livir ikki av breyði eina, eiga so sanniliga at verða flutt fram stór og glógvandi [...] ið ætlan stutt eftir kríggið kom fram um at byggja nýggjan skúla, tók Martin undir við henni og mælti til, at føringar í hesum máli stóðu samdir. Hann bar eisini fram sína hugmynd av, hvat innihald ein
vera um stjórnamálasøgu Føroya tær fyrstu øldirnar, meðan ósemjan um, hvussu vit skulu skilja støðuna, verður alsamt størri, longri fram í tíðina komið verður«. Soleiðis byrjar parturin í Hvítubók um st [...] Føroyar vóru sjálvstøðugar, og fram til heimastýrisskipanina. Undir Noregs krúnu Stríðið millum høvdingarnar Sigmund Brestirsson og Trónd í Gøtu verður nevnt sum eitt dømi um, at føroyingar hava roynt at [...] er tað ivasamt um Føroyar í veruleikanum gjørdust fullkomuligur partur av tí norska ríkinum. Politisk eind fyri seg Føroyar vóru partur av Noreg til 1380 tá stórar broytinga fóru fram. Hetta árið runnu
vaksin við 80-100%´um, og teir hava samstundis við skattapolitiskum hundakynstrum, alternativari jonglering í havfrøði og ongum vinnupolitikki førkað tjóðina fram til eitt hall, sum nú vegar um milliardina á [...] virkisfør longur í so máta. Eitt er tað, at hon liggur í fullkomnum stjórnarloysi, løgmaður stjórnar nóg illa sær sjálvum, so ofta sum hann hevur broytt kós hesar seinastu vikurnar í málinum um karmin í óla [...] til at skriva undir hesa meginsátt, so kennist tað heldur enn ikki obsternasigt, av einum leikmanni í so fløktum máli í greiningum og útrokningum at mæla fyri munni um tað, sum kann stingast uppá sjálvt