Har deyðin fær frið

Telduposturin

Nakrar vikur eru nú farnar síðani ræðuligu tokvanlukkuna á Rørås-leiðini. Eftir-skjálvtarnir kjennast framvegis í norska samfelagnum. Tokvanlukkan kravdi 19 mannalív. Tað eru knappir tveir mánaðir síðani tvíkiljan Sleipner silgdi á skerið Bloksa, og 16 fólk druknaðu. Framvegis verður nógv tosa um hesar vanlukkurnar. Um skuld, ábyrgdarleysa leiðslu og um dølskar politikarar, sum lova nógv tá ólukkur henda, men ofta gloyma tað eins skjótt og stóru yvirskriftirnar í fjølmiðlunum hvørva. Hví var eingin álítandi trygdarskipan á tokunum, og hví var skerið ikki ljósmerkt?

Minningarguðstænastur hava verið hildnar. Nøvnini og myndir av teimum deyðu hava verið í sjónvarpi, útvarpi og bløðunum. Alt landið syrgir hesi, sum so órættvíst vóru skrødd burtur. Mong teirra ung, við lívinum framman fyri sær, til løtuna, tá meiningsleysa vanlukkan hendi. Tvíkilju- og tokvanlukkan kostaðu samanlagt 35 fólkum lívið.

Her í Norra henda hvørt einasta ár deyðsvanlukkur sum samsvara týggju tílíkum stórum vanlukkum. Men hesum vanlukkum verður lítið gjørt burturúr. Eitt stað millum 250 og 350 fólk doyggja hvørt einasta ár í norksu ferðsluni. Fyri hesi verður einki minningarhald varpað út í hvørt einasta heim. Sjáldan trínur nakar politikari fram á skíggjan og sigur at »her má okkurt munagott gerast alt fyri eitt!«. Eingin rópar um at finna tann ella tey sum hava ábyrgdini. Yvir eitt týggjuáraskeið doyggja eini 3000 fólk í ferðsluni. Fleiri enn alt fólkið á Vágoynni. Leggja vit tey sum fáa álvarsligar snuddir, ella gerast avlamin afturat, koma vit nærri fólkatalinum í Havnini. Uppá einans 10 ár! Og vit tosa um eitt land sum eitur Norra - eitt framkomið, nútímans, vælútbúgvið fólk, sum hevur ráð at keypar teir tryggastu bilarnar. Fara vit longur út í Evropu, fara deyðtølini kvikliga framvið fólkatalinum í Føroyum.

Men deyðans andlit gerst so kámt í ferðsluvanlukkunum. Deyðin á vegunum er so gerandisligur, at vi næstan ikki geva honum ans - um hann ikki rakar okkum beinleiðis. Á vegunum fær deyðin frið at lívbjarga sær. Ár eftir ár. Ein her, eina har. Tvey her og trýggjar har. Ikki ov nógv í senn. Ikki so nógv at tað skapar øsing og fólkakrav um betri trygd, so sum tok-, skipa- ella flogvanlukkur oftast gera.

Ein bussur í Karasjok fór útav í fjør heyst. Trý børn doyðu. Ikki av tí at bussurin endaði í ánni, men av stoytinum tá tey vórðu slongd gjøgnum bussin. Hevði trygdarbelti verið í skúlabussinum høvdu hesi børnini helst verið á lívið nú. Trygdarbelti í bussum er óhent og putlut fyri ferðafólkið. Tað varð eisini sagt, tá kravið um bilbelti kom. Í dag festa tey flestu bilbeltið, uttan at hugsa um tað. Men tíverri ikki øll. Verri er tað, at tað framvegis eru nógv, sum ikki festa børnini. 20 børn vórðu millum teirra, sum doyðu í ferðsluvanlukkum í fjør. Fleiri teirra vóru ikki í trygdarbelti.

At ferðin drepur, serliga á hálum vegum, vita øll. Men vit hava jú so stóran skund, lægri ferð tarnar okkum í at náða alt vit skulu. Bert spell fyri tey mongu, sum ongantíð komu fram. Ferð og trygdarbelti mugu vit sum koyra bil sjálvi taka part av ábyrgdini fyri. Men meginparturin av ábyrgdini fyri høgu deyðstølini liggur hjá teimum sum hava valdið, kunnu smíða lógir, áseta reglar og gera neyðugar íløgur í tryggari vegasamband. Sjálvandi ber tað til at gera nógv meira við óhugnaligu hagtølini. Við hvørt er tað ein spurningur um pengar, men tað er altíð ein spurningur um vilja. Viljan til at síggja deyðan, har hann dagliga hevur sína gongd, og ikki bert tá hann gerst so ovursjónligur á forsíðuni ella skíggjanum, tá stóru vannlukkurnar henda.


Bjørt Samuelson, Oslo