Flaggið fylgir fleskinum - pensiónsumbótin, stættarstríð og rán

Torbjørn Jacobsen


Siamesisku tvíburarnir í politiska lívi landsins hava verið á breddanum um vikuskiftið. Radikalu sjálvstýrararnir í Fólkaflokkinum heita á allar flokkar – eisini andstøðuna – um at bjarga sær burturúr egnum politikki. Illa skølsettir av sær sjálvum bíða teir langtandi eftir eini politiskari tilbúgving, sum fer í actión. Flokkurin hevur sitið í samgongu síðani 1996 – í áleið 13 ár – og síðani teir sleptu Tjóðveldinum, er almenni geirin vaksin við 80-100%´um, og teir hava samstundis við skattapolitiskum hundakynstrum, alternativari jonglering í havfrøði og ongum vinnupolitikki førkað tjóðina fram til eitt hall, sum nú vegar um milliardina á løgtingsfíggjarlógini. Eitt gap, eitt opið sár við skvatlandi bruna, sum skal fyllast aftur skjótast gjørligt, nú skal í ovurmát lánast til nýtslu, og onki er eyðsýndari enn tað, at hendan samgongan ikki er virkisfør longur í so máta. Eitt er tað, at hon liggur í fullkomnum stjórnarloysi, løgmaður stjórnar nóg illa sær sjálvum, so ofta sum hann hevur broytt kós hesar seinastu vikurnar í málinum um karmin í ólavsvøkupakkanum, eitt annað og meira ræðandi er, at Poul Michelsen tosar um at steðga svansinum, og avdúkar í Dimmalættingini, at m.a. partamaður hansara, Jacob Vestergaard, hevur í kvittanum, at brúka Fiskiveiðieftirlitið sum valbeitu á valinum komandi, nú hann ætlar at flyta stovnin til Suðuroyar og vinnumálaráðharrin í 8 av hesum árum – harra Djurholm – er farin í andstøðu til alt og øll.

Aðrastaðni í hesi margháttligu kringekju situr Javnaðarflokkurin illa heitin, tí abstinensirnar frá seinastu veljarakanningini hava ikki lagt seg enn. Guvubjølgar verða varpaðir upp ímóti skýloftinum, so hvørt sum góðu hugskotini renna á, men oftani eru teknini meira blekkjandi og ørkemlandi fyri móttakaran enn tey kennast skilvís og rættskaffin. Trupult er at greiða seg burturúr tí veruleika, at heilt galið er tað gingið í Føroyum, síðani Javnaðarflokkurin tók við landsins leiðslu í 2004. Tað finnast hagtøl fyri hesum, sum ikki pella. Klassakampurin var blástur av úti á Svangaskarði fyri fýra árum síðani, og nú verða royndir gjørdar at lansera ein nýggjan politikk, sum onkursvegna skal hóva øllum og serliga hinum siamesiska tvíburinum.

Pensiónsreformurin er tað einstaka málið, ið er mest uppi á døgum. Politiskir vápnabrøður úr øllum flokkum hava staðið Eidesgaard við lið í hesum stóra og komplexa máli í mánaðir, ein umbót, sum sjálvandi er ein vælferðar neyðturviligheit, ið fyri mongum árum síðani átti at verið ein veruleiki. Spurningurin er bara, hvussu lúturin í teimum ymsu kørunum skal fáast so javnur sum gjørligt – fyri ikki at lóggeva ein nýggjan stættarmun inn í tað føroyska samfelagið, nú áhugamálini eru so mong og víðfevnd.

Vit, sum hava staðið á politisku áarbakkunum sporadiskt og eygleitt gongdina, meðan pensiónsumbótin er komin strúkandi oman undan Kongsvarða, vita lítið og onki um hetta málið yvirhøvur. Tó tykist ikki at hava verið stór missætting í málinum, soleiðis at tað hevur borið við í almenna rúminum, og halda fakfeløgini í eitt nú Samtak, at hin heilaga grøvin er væl forvarað, nú tað gongur sum rótasúpan í korridorunum, at flokkarnir eru avkláraðir og búnir til at skriva undir hesa meginsátt, so kennist tað heldur enn ikki obsternasigt, av einum leikmanni í so fløktum máli í greiningum og útrokningum at mæla fyri munni um tað, sum kann stingast uppá sjálvt tann býttasta.

Tó skal sigast, at er málið farið undir húðina og handan skallabeinini á einari leið soleiðis sum tað flýtir, so eri eg ræddur fyri, at politiska skipanin er farin í holt við at lóggeva eitt slag av vulgerari fascismu inn í geiran hjá føroyskum lønmóttakarum. Lóggivin verður ein nýggjur stættarmunur, nú í pensiónshøpi, og hesaferð er tað Javnaðarflokkurin, teir ið skvisaðu sama hugtak úr politisku terminologi´ini, sum gongur á odda í stríðnum fyri at fáa eitt nýtt stættarstríð, hesaferð ímillum tey ymsu fakfeløgini, alt eftir hvussu tey aktuelt standa í pensiónsstafettini. Siamesisku tvíburarnir í Fólkaflokkinum tváa sær um hendurnar, glómurnar sum í einum bengalskum tikara, glansurin av enni og skallaloki vekir minnir um mannin, sum segðist brúka rútapuss, táið hann snøggaði sær útsjóndina til dagin, og teir dylja ikki fyri, at teir hava fingið tað, sum teir ynsktu. Skattalættarnir frá 2004-2008 endurspeglast nú í øðrum hami og ljósi. Fendarar og fríholt eru eisini endurnýtsla. Føroya Javnaðarflokkur.

Higani og fram til 2019 – 10 tey næstu árini – skulu allir lønmóttakarar vera komnir upp á 15 % í pensiónsgjaldi. Í prinsippinum er tað sjálvandi í lagi, men spurningurin er, hvussu fløkjan verður á arbeiðsmarknaðinum, táið tey sum longu hava rokkið hesi áseting fara spolandi avstað við størri og vaksandi lønarinntøku, ímeðan tey sum lítið og onki hava goldið til pensiónirnar frammanundan, í ringasta føri koma undir eitt so kolossalt trýst undir lønarsamráðingum, meðan hendan 15% ásetingin skal røkkast, at tey í ringasta føri onga veruliga lønarhækking fáa hesi næstu 10 árini. Vil illa til, kann hon gerast negativ, alt eftir hvussu viðurskiftini laga seg. Gjógvin veksur, og tað tykist sum, at heilarnir aftanfyri pensiónsumbótina ikki hava skrúva uppá ein tann einasta solidariska sjunt á samfelagsradiatorinum undir prossessini fram til hendan dag. Teknikkurin hevur fingið takholt á politikkinum. Sum ikki er vorðið annað enn barnsliga langtanin eftir bara onkrum hissini bringuprýði.

Seinasta mediastuntið hjá javningunum gekk fyri seg úti í Albert Hall. Fríggjakvøldið í Degi og Viku. Avráðingin um, at allir flokkar á tingi í felag skuldu leggja uppskotið fram, táið tað var borðbært, helt sjálvandi ikki, nú táið Eidesgaard, umgirdur av sínum fremstu riddarum, rúsaðir av ideologiskum albylum, langaði trumfin á borðið. Nú skuldu pensiónirnar brádliga skattast við inngjaldingini heldur enn útgjaldingini. Danska heimastýrinum tørvar peningafæ í ólukkumát, íkomið av einum totalt miseydnaðum politikki síðani 2004, og ístaðin fyri at lekja sjúklingin við bráðneyðugum og heilsubøtandi heilivági, leypur man elegant um borg, og umperiodiserar skattingina av nýggju pensiónsumbótini. Ein nýggjur blokkur, sum fyllir nakað í gapandi tóma kjaftin millum landsins inntøkur og útreiðslur, men sum á ongan hátt broytir teir skeivu bygnaðir, tileggjanin dragnar sjálvandi, ið framhaldandi koma at liggja latentir undir búskapinum, haðartil alt fer í luftina næstu ferð. Hetta botnar alt í einari sjúkligari politiskari fatalismu, har vónin um at tað helst fer at ganga onkursvegna allíkavæl, hevur fingið takholt á sál, vitsku og heilamegi. Hugsjónin er heldur ongin barriera, hon er fokin fyri árum síðan.

Men er hendan hugsanin ikki hugsanin um eitt rán frá lønmóttakarunum? Teimum sum hava goldið ørandi upphæddir av egnum peningi inn í eina akkumulerandi persónliga ogn? Rentan av tí upphæddini, sum nú verður skattað frá upphavið umbótarinnar, hvør eigur hana? Ella rættari, eigur politiska skipanin nú brádliga ein stóran part av hesi pensiónsuppsparing, sum ætlanin er at lóggeva fyri, og politisku vápnabrøðurnir hjá Eidesgaard úr øðrum flokkum, hava teir fingið hetta at vita undir prosessini, og hvat siga fakfeløgini? Tað lysti meg at vita, hóast eg kann vera heilt avmarsjeraður í tí sum omanfyri er sagt, tí eg var og eri ikki partur av teimum, ið hava mannað losjuna á pensiónsparnassinum síðani tjóðarhátíðina í summar.

“Flaggið fylgir fleskinum”, segði Per Hækkerup, táið danir vóru farnir undir at lima seg inn í EEC, neyvan eru okkara javnaðarmenn so forbeinaðir blivnir, at teir ætla at ræna stóran part av persónligu pensiónsuppsparingini hjá føroyskum lønmóttakarum, bara fyri politiskan løtuvinning, nú egin ómegdarskriða er lopin oman yvir teir. Tað fer at spyrjast um livst.

Nú tað ríður um endan á greinastubbanum, skal tann uggi tó verða fráboðaður, at Tjóðveldi onga endaliga støðu hevði tikið í málinum, sum landsstýrismaðurin, ið varðar av hesum stórmáli, nú hevur fløkt uppí ein slíkan ellubita, at lítlar vánir eru fyri eini loysn, nú royndirnar av ABC-regiminum eru komnar at teimum mørkum, at bíðað verður bara eftir tí stóru politisku eksplosiónini um árskiftið komandi. Tað man helst vera longst sum best.

Alternativið er ein landastjórn, sum manar fram eina solidariska pensiónsskipan, ið setir sær fyri at lynna undir inntøkuvøksturin umvegis veruligari umbóting, eitt nú í fiskivinnuni, og sum setir sær sum greitt mál, við strongum aga, at gapandi kjafturin ímillum inntøkur og útreiðslur í fólksins kassa er teptur og tiptur eftir einum valskeiði. Hvør ið ætlar at hjálpa Tjóðveldinum, við hesi tjóðarbjarging undan ABC-kollapsinum, fæst at vita, táið ein heilt nýggj politisk støða fyriliggur um skammari stund, enn tey flestu vita. So kaotiskur sum tilstandurin nú er vorðin. Tjóðin bíðar eftir einum politiskum siðaskifti, har uppgerðin við danska nalvastrongin stendur ovast á breddanum. Virka hálvthundrað túsund menniskju ikki fyri einum og sama máli, flyta seg eftir sama yvirskipaða fokus, býðst ikki í bøtur undir nøkrum umstøðum. Tað alternativið verður roynt í løtuni undir ræði Kaj Leo Johannesens.