Mansflogbóltur
Hóast einki sjálvandi er avgjørt á pappírinum, so mundu fleiri klaksvíkingar rokna við, at talan mest av øllum var um avgreiðsluspurngin, tá sørvingar vóru á vitjan mikukvøldið.
Fyrst og fremst skuldi dysturin nýtast til at økja um leiðsluna mótvegis Fram, sum Mjølir legði tvey stig aftur um seg um vikuskiftið, men tað var tó nakað langt ífrá, at tað lagaði seg soleiðis.
Sørvingarnir løgdu alt fyri eitt bragdliga fyri, og tað stóð hampuliga skjótt, at her skuldi Mjølnir veruliga gera nakað við tað, um teir skuldu fáa nakað sum helst. Tað royndu teir so eisini at gera í næsta settinum, og tað var eisini um reppið, at teir fingu koppað tí til sín fyrimun, men eftir fleiri spennandi bóltar á rað, eydnaðist loksins sørvingum at toga hetta settið heim.
Hevði Mjølnir javnað til 1-1, so kundi talan helst verið um ein heilt øðrvísi dyst. Men tað gjørdu teir ikki, og úrslitið av hesum var sjónligt í seinasta settinum. Heimamenninir høvdu nú mest sum uppgivið, meðan gestirnir hinvegin høvdu fingið meira enn tevið av sigrinum, og uttan stórvegis hóvasták trumlaðu teir seinastu 25 bóltarnar ígjøgnum., Sigurin hjá SÍ inniber, at tað nú bert verða tvey stig frá nummar tvey til fýra, tá farið verður undir endaspælið.Oddasessinum sita fuglfirðingarnir meira enn tungt á, og tó at okkurt av hinum liðunum møguliga kann skala teir nakað, so skal hampuliga nógv ganga galið, um teir ikki skulu halda sessinum alt kappingarárið, men hinvegin, so sýndi kappingin í fjør, at einki er avgjørt, so leingi sum teoretiski møguleikin fyri broytingum er til staðar, so sjálvir eru fuglfirðingarnir helst varnir við at kanna sær bitan, nú bert helmingurin av árinum er liðin.










