Átrúni, mentan, bókmentir, ást

Um Martin Joensen, nakrir tættir í hansara virki sum rithøvundur og blaðmaður. Triði og seinasti partur

Nú skal verða roynt - út frá tí tilfari, sum hevur verið mær tøkt, einamest Martins virki sum blaðmaður - at siga eitt sindur meira um Martin Joensen sum politiskt, samfelagsliga og mentunarliga hugsandi og virkandi menniskja. Eins og í øðrum parti av hesum fyrilestri byggir mín viðgerð á ta meting, at ávísar greinir við ongum navni undir, sum eru komnar á prent í Martins blaðstjóraskeiði á Føroya Sosial-Demokrati, eru skrivaðar av blaðstjóranum.
Her heftir ein seg fyrst við, at tað er á Háskúlanum, tað brestur fyri nevi hjá hesum unglingi, at bæði Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen vóru medvitnir menn tjóðskaparliga, og at hin seinni, kanska serliga, var vinstrahallur maður.
Ein annar maður, sum tíðliga í tíðini til tað fær týdning fyri Martin, er Petur Mohr Dam, eldhugaður sosialistur og gávuríkur hugsjónarmaður. Vinskapurin við Petur Mohr Dam hevði við sær, at Martin longu í fyrru helvt av tríatiárunum fór at lata søgur til Føroya Sosial-Demokrat.
Forvitni og burturhugur
Samanumtikið tykist tað, sum Martin Joensen búnaðist sum menniskja við sosialum medviti, eini samanhangandi samfelagsligari lívssjón, og samstundis sum maður við ansi fyri og tosta eftir tí fagurfrøðiliga í tilveruni. Andaliga forvitin sum hann var helt hann útlendsk bløð, eitt nú - eftir kríggið - Information, høvuðsblaðið hjá donskum intellektuellum tá, og tíðarritið Vindrose.
Heimakráka sum Martin var, tráaði hann burtur, eftir vitan og innblástri uttanífrá. Hann var tí tvær ferðir á ársskeiði á Danmarkar Læraraháskúla, ta fyrru ferðina 1938-39, og aftur árini 1960-61. Á hesi fyrru danmarkarferðini hevði Martin høvi til at hitta føroysk andsmenni. Christian Matras og onnur plagdu í árunum undan krígnum at hava samkomur ella lesifeløg, har mentafólk komu saman at skifta orð, fólk sum Tróndur Olsen, Maria Mikkelsen, Regin Dahl og - Martin Joensen, sum ikki gjørdi nógvan háva, men ivaleyst hevur sitið undir hvørjum orði, ið sagt var.
P.M. Dam og Janus
Eftir at Martin var fluttur til Tvøroyrar, bleiv samskiftið við vinmannin Petur Mohr Dam størri, so stórt, at húsini bæði - hjá Martini og P.M. Dam - vóru at kalla sum eitt hús. Hetta sama árið flytur ein annar merkismaður úr Svínoy til Tvøroyrar, nevniliga skaldið J.H.O. Djurhuus. Janus hugdi ofta inn á gólvið hjá Martini, viðhvørt saman við Rigmor, og tað var Martini ein sonn og ómetalig gleði at vera saman við hesum neistrandi flogviti.
Virðing og víðskygni
Sum fyrr nevnt var Martin Joensen blaðstjóri á Føroya Sosial-Demokrati í meira enn hálvfjórða ár, frá januar 1946 til seinast í august 1949. Føroysk bløð hava til fyri o.u. tíggju árum síðani í long tíðarskeið verið tætt tengd at politiskum flokkum - og av tí sama ofta verið trong og einoygd, smásint og brigslut.
Frá fyrstu løtu víðkar Martin Joensen rásarúm og skoðan í sínum blað, skrivingin verður hóvligari, virðingin fyri mótmonnum størri, bøkur verða ummældar, mentunarligir, politiskir, átrúnaðarligir og málsligir spurningar verða tiknir upp, í viðgerðum, har sjónarmið verða mett og vigað, viðhvørt hvassliga, altíð greidliga, ofta sakliga og ópolemiskt.
»Tað mystiska
í tilveruni«
Eg fari nú at nema stutt við nakrar av teimum spurningum, Martin tekur upp í sínum blað. Fyrst nøkur orð um átrúna. Martin Joensen var, er mær sagt, kirkjufólk av tí gamla slagnum. Hetta tykist eisini greitt, um ein lesur kapitlið í Tað lýsir á landi, har sagt verður frá, at Elspa fer til altars, ein lýsing av tí bæði upplivaða og ósigiliga, av reinskan og av ugga móti lívsins sáru sløgum.
Nú er at nevna tað áhugaverda, at hesin maður eisini var eitt leitandi og ódogmatiskt menniskja, og at hann eitt nú, tá hann var staddur í Havn, ofta fór til katólska gudstænastu. Hetta kann síggjast í sambandi við, at Martin Joensen onkuntíð hevur ført fram, at kristnihugsanin úti á bygd at kalla fram at hansara døgum í mongum lutum var meira katólsk enn luthersk.
Eg skal enda hesa stuttu umrøðu við at taka uppaftur brot úr einum ummæli, sum á mangan hátt er positivt, av savninum Millum heims og heljar eftir Poul F. Joensen. Martin skrivar:
Einki er at ivast í, at lívið hevði gjørst kalt, grátt og materialistiskt, um skald og listarmenn fóru med alla at køva burtur hina religiøsu trúnna og hin religiøsa longsulin í menniskjuni, og at bannlýsa tað mystiska, sum býr í sálini og trúnna uppá tað óskiljandi í tilveranini.
Mentunargrunnurin
Fara vit frá átrúnaðarligum spurningum til mentanina ella, kundi ein sagt, eitt nútíðar mentunarhugtak, so vildi tað so til, at fyrsti spírin til tann mentunarpolitikk, sum frá 1994 hevur verið í fyrireikaður og settur í verk í Føroyum, kom upp úr moldini í tí tíðarskeiði, tá Martin Joensen var blaðstjóri á Føroya Sosial-Demokrati. Í 1946 tók Føroya Løgting sær um reiggj og setti á stovn ein mentunargrunn. Martin tók heilhugaður undir við hesi ætlan, og hann skrivar tann 11. mai 1946 soleiðis um málið:
Tí ikki minst í okkara tíð, nú hetta verkliga snildið hevur gjørt slík framstig, er so mikið fyri neyðini, at hin andaliga síðan av mannalívinum eisini fær sín part. Tey gomlu, ríku orðini: Menniskjan livir ikki av breyði eina, eiga so sanniliga at verða flutt fram stór og glógvandi fyri hetta støðuleysa maskinmenniskja, sum í okkara tíð leggur jørðina undir seg.
Vælferð
skapar mentan
Bæði á tingi og í bløðunum vóru røddir, sum talaðu ímóti hesi ætlan. Martin talaði hvassliga ímóti hesum røddum. Í síni skriving andøvdi hann eisini ímóti tí hugsan, sum var vanlig tá og hevur verið tað upp í okkara tíð, at mentan bara kundi blóma, har tær handaligu og peningaligu umstøðurnar vóru berligar og kargar. Tann 5. juni 1948 skrivar hann um hetta:
Søgan sýnir okkum, at har menniskjan lættliga vann sær til matna og klædna, skaptist mentun og siðmenning. Í teimum handilsríku italiensku býunum var tað, at bókmentir og listarverk blómaðu av nýggjum og greindu seg út um Europa. Ríkir handilshøvdingar har høvdu ein ring av listarmonnum og bókmentamonnum rundan um seg, og teir tóku sær til heiðurs og æru at vala um alla andsmentan.
So vælkend ein slík hugsan er í dag, var hon tá ikki vanlig í Føroyum, og eisini í dag kann hon sigast at goyma í sær eitt víðskygni, sum kundi latið eyguni upp á einstøkum fyriskiparum í oljusamtøkum og bankum. Sipandi til mentunarstuðul og mentunarspurningar sum heild og til føroyskt flokspolitiskt smásinni, skrivar Martin seinni í somu grein:
Ein stórur meinbogi fyri føroyskum mentunararbeiði hevur verið hitt einstáttaða partapolitiska stríðið. Tað hevur drigið alt í ein tógva. Partapolitikkurin hevur bygt upp ein virkisgarð rundan um seg sjálvan, og hann hevur hann vart bæði við svørð og spjóti. Hann er vaksin til eina trongskygda sekt, sum er eina um sannleikan og koyrir øll við aðrari hugsan út í hitt svartasta myrkrið.
Einstakir menn hava verið so stórsinnaðir, at teir hava vent sær til báðar handar og fingið samarbeiði í lag. Men teir hava verið fáir, og teir sýnast at fara og doyggja heilt út.
Ein nykbrandur
Mangt annað kundi verið vert at tikið fram úr Martins virki sum blaðmaður og blaðstjóri. Hann lýsir í longri ella stytri greinum Nis Petersen, Petur Mohr Dam, Mariu Mikkelsen. Hann ummælir John Bunyan, Hestsøgu, Búgvan, Útiseta. Hann ber saman bíbliutýðingina hjá Jákupi Dahl við hana hjá Victor Danielsen. Hann málber seg ofta á floygdan og fyndugan hátt, eitt nú tá hann í einum eftirmæli lýsir Janus Djurhuus sum »ein glógvandi nykbrand«, ella tá hann, sipandi til menniskjans eksistentiellu støðu í tilveruni, nevnir »skuldina, sum vit øll hava til felags - eingin sakleysur« og heldur fyri, at »øll eru vit partamenn í sama trotabúgvi«.
Kirkjubøur
Ikki øll munnu í dag vita, at Martin Joensen eisini var gávuríkur frásøgumaður. Hann var og fylgdi, tá ið Jóannes Patursson fór til gravar. Ivaleyst var stórt glopp, í uppruna og áskoðan, ímillum drongin úr Sandvík, sum ikki kendi faðir sín, og bóndan í Kirkjubø, sum var runnin úr søguríkasta plássi í Føroyum og medvitin sum fáur um ætt og avkom.
Frásøgnin hjá Martini er eyðkend av stórsinni, hendingin sjálv, huglagið henda merkisdag, meðan synir og næstringar bera kistuna út, kingosangurin, landslagið, kirkja og dómkirkja, alt rennur saman í eina søgudæmda og skaldaborna heildarsjón. Martin skrivar m.a.:
Tað er sum henda gamla kirkjutoftin talar meir og setir seg fastari í sinni, sum hon er, enn um hon stóð fullbygd.
Eins hugsan fer aftur í tíðina og fram kemur sjón: Henda forna miðaldarleivdin lyftist upp og stendur stór og prúð sum stásiligur kirkjubygningur. - Bispur í bispabúna fer í kirkjuna úr bispahúsunum fylgdur av prestum og kórdreingjum. - - Ljómandi sangur ljóðar út gjøgnum vindeygu.
Norðurlandahúsið
Eitt evni, sum Martin Joensen hevði serliga stóran og livandi áhuga fyri, var Háskúlin. Hann var sjálvur eina tíð í stýrinum fyri skúlan. Tá ið ætlan stutt eftir kríggið kom fram um at byggja nýggjan skúla, tók Martin undir við henni og mælti til, at føringar í hesum máli stóðu samdir. Hann bar eisini fram sína hugmynd av, hvat innihald ein nýggjur háskúli skuldi hava. Martin tók soleiðis til:
Men hesin skúli skuldi helst ikki bara verið sum ein vanligur háskúli ... Hann skuldi verið sum ein mentunarstovnur. Bygdur í landsins høvuðsstaði sum ein miðstøða fyri øllum andaligum lívi, ið rørist her á landi. Havt samband við útheimin og alt tað, ið vaks har, og so borið tað heim higar. Verið ein fyrilestrarhøll fyri góðar menn hiðani av landi og eisini fyri útlendingar, sum vitjaðu Føroyar ... verið ein fólksins mentunarborg sum gav sín part til og átti sín góða lut í andaligum lívi og vøkstri. Tí tað er stórliga fyri neyðini, at vit taka okkum saman, so ikki alt okkara fólkalív kódnar í einum trongum kroppsligum streymi og eini luft, har bara kenst andin av streyminum fyri materiellum virði: mati og drekka og klæðum.
Hesi orðini komu á prent tann 24. mai 1947. Eftir mínum tykki peikar høvundurin við hesi sjón fram ímóti tí mentunarborg, sum nú hevur staðið uppi í stív 19 ár, og sum eitur Norðurlandahúsið.
Sýni inn í allar rúmdir
Í hesum fyrilestri havi eg valt at samla meg um Martins skaldsøguskriving og blaðstjóravirki. Tættir í hansara virki, sum hvør hevði kravt drúgva viðgerð, havi eg valt á hesum sinni at loypa um. Hvat viðvíkir málburði og orðalag, so ber ørgrynnin av dømum í tí nýggju móðurmálsorðabókini prógv um, hvussu sjáldsama væl fyri Martin var málsliga, og hvussu fjølbroytt og kimiligt hansara málsliga tilfeingi var. Eitt annað evni, sum hevði kravt serliga viðgerð, er stuttsøguhøvundurin Martin Joensen. Eg kann kortini ikki bara mær at taka uppaftur hesa myndina úr søguni »Elin Maria«, um gentuna við tí kryplaða fótinum, sum vann á síni egnu lagnu:
Himmalin stóð sum ein blonk skál, og tað sýntist at vera sýni inn í allar rúmdir.
Ein mynsturbrótari
Móti endanum skal eg stutt nema við nøkur persónlig viðurskiftir. Ein av Martins vinmonnum, Hans Dalsgaard, yrkti, tá hann var farin, hesa yrking:
Kámaðust vitar, og myrktist leið,
hoknaði hugur og andi.
Nú rívur í yvir Rituskor
og sí, tað lýsir á landi!

Nú hvílir tú, vinur, vit syrgja teg.
Tær gjørdust tímar tungir,
tó aldri skal gloymast títt blíða bros,
tá ið vit vóru glaðir og ungir.

Tey »smáu« øll vilja fylgja tær heim,
tey tú hevur myndað og skrivað.
Og verður her ikki øskukalt,
vil navn títt á vørrum liva.

Hans Dalsgaard sipar í hesi yrking helst m.a. til, at Martin Joensen í mong ár var illa nívdur av sjúku. Hann hevði á rættiliga ungum árum havt sponsku sjúkuna, og hevði - sum eina avleiðing av hesum - fingið eitt annað heilsubrek, sum var skylt við Parkinsons sjúku. Menniskjan verður ikki mett eftir tí mótgangi, hon fær, men heldur eftir, hvussu hon megnar at greiða henda mótburð. Sálarfrøðingar skriva í dag upp í leypar av viðgerðum um, hvørjar avleiðingar tað kanna hava fyri eitt barn at vaksa upp faðirleyst. Martin Joensen megnaði hóast andróður og hóast mótgang, sum í mongum førum hava ørkymlað bæði sjálvsálit og samleikafatan hjá einum menniskja, at liva eitt virkið lív sum lærari og lutvís eisini sum blaðmaður og at seta sær djúp spor í føroyskum mentunarlívi. Tað er tí ikki av leið, tá sagt hevur verið um hann, at hann var ein mynsturbrótari.
Tað lýsir á landi
Móti endanum á hesi viðgerð fari eg eina ferð enn at tríva í tann bókmentaliga táttin. Eru stættaviðurskiftir frammarlaga í Fiskimonnum, leggur Martin Joensen við tí seinnu skaldsøguni Tað lýsir á landi á heilt annan bógv.
Kristian Sofus Kristiansen reiðari er fallin, og hansara virki stendur og ridlar. Símun keypir sær bát og leggur ætlanir um at byggja havn og kirkju í síni heimbygd. Tað eru m.a. framfýsnið hjá tí einstaka smámanninum, og møguliga eisini felagsskapinum, ið her verða lýst.
Tilverulig skaldsøga
Men sum ein kemur longur fram í hesi bók, sýnist hon at snúgva seg um heilt onnur evnir: um menniskjans støðu og vandamál og avbjóðingar, yvir av sínum næsta, yvir av óndskapinum, yvir av sínum skapara og yvir av sær sjálvum.
Sum episk frásøgn hækkar søgan móti endanum, og í seinasta kapitli stendur tað Símuni í boði at beina fyri óndskapinum, við einari ógvisligari gerð. Vit kunnu eisini siga, at hann, sum so mangur annar bókmentaligur persónur, verður freistaður til at seta seg í skaparans stað.
So er Fiskimenn ein samfelagslig skaldsøga, ber Tað lýsir á landi á brá at vera ein tilverulig, næstan religiøs skaldsøga, og tað er neyvan av tilvild, at í bókini verður beinleiðis sipað til Pílagrímsferðina eftir John Bunyan. Her noyðist eg at skoyta uppí, at í lýsingini av tí kanska mest áhugaverda persóni, sum Martin Joensen hevur skapt - Gunnari í Brekkuni - koma hendingar fyri, sum ikki tykjast sannførandi uttan so, at Gunnar verður fataður sum ein allegoriskur persónur, sum óndskapurin persóngjørdur.
Kaos og sexualitetur
Við tað at Tað lýsir á landi er ein fjøltáttað skaldsøga, er tann persónligi, tilveruligi tvídrátturin bara eitt evni í henni. Eitt annað evni er sexualiteturin - sum positiv megi, sum tilroynd í tronga, sum tann frumkraft, ið elvir skipanarloysi.
Í sambandi við hetta evni síggi eg fyri mær fotomynd, har teir báðir Poul F. Joensen og Martin Joensen standa yvir av hvørjum øðrum á vegnum á Tvøroyri, Poul F. kemur kanska úr fiski, Martin er á veg í ella úr skúla. Lyndismunurin kemur týðiliga fram, Poul F. hvílir í sær sjálvum frælsur og respektleysur, Martin er líkasum í verjustøðu, eitt sindur spentur. Tú hevur varhugan av, at hetta er maður, sum ikki fer út um sámuligt mark, hvørki í brennivíni ella holdsins viðurskiftum.
Tað fjøtraða samfelagið
Tað áhugaverda er, at nakrir av teimum persónum, hesin rithøvundur hevur skapt, viðhvørt fara út um mark, hugsa forbodnar tankar, fremja forbodnar gerðir. Persónarnir, kunnu vit siga, eru størri enn rithøvundurin, tráa longur, eru villari, droyma longur.
Kanska kann lesarin koma til ta niðurstøðu, at teir áttu at hildið sær í skinninum og skikkað sær betur. Ella hann kann spyrja seg sjálvan, um ikki samfelagið og tess stoypiskeiðir - familjan, hjúnalagið, kirkjuliðið, bygdin - eru ov trong og ov stirvin, og kanska høvdu havt fyri neyðini at verið víðkað, mýkt, luftað ella løgd við litum.
Gunnar í Brekkuni er lýstur sum spillan í bygdini, sum umboð fyri ruðuleika, sum freistarin. Men um hann ikki var, ella um hann doyði ella var fyribeindur, sat Sára, kona Símun, framvegis eftir við sínum longsli, einum longsli, ið sjálvsagt lýsir hana, men eisini sigur lesaranum nakað um trongrúmið og fjøtrini í tí samfelag, hon og Símun hava sett seg niður í.