Nú klokkan 16 fer Heini Ziskason Viðoy at bríksla fyri fyrstu ferð á Vágseiði, har FC Suðuroy hevur vitjan av HB. At dysturin er í dag og ikki varð spældur í gjár kemst av, at HB hóskvøldið spældi Confernece League dyst í Brøndby.
Sammett við teir fyrstu ellivu, sum vóru á vøllinum í Brøndby hevur HB venjarin André Olsen skift meiri enn helvtina av liðnum út. Bara fimm av teimum fyrstu ellivu í Brøndby eru millum teir fyrstu ellivu í dag. Teir eru Heðin Hansen, Sammy Skytte, Ási P. Dam, Klavs Kramens og Lassana Faye.
Málverjin Bjarti Vitalis Mørk er leikbannaður eftir reyða kortið ímóti B36 í 2-2 dystinum undan summarsteðginum. Hinir, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í Brøndby, og sum ikki eru tað í dag, eru Noah Mnenéy, Bartal Wardum, Emil G. Pedersen, Ári Mohr Jónsson og Jonas Enkerud, sum er givin í HB og fluttur aftur til Noregs.
Nýggir á liðnum eru Reinis Reinholds, sum verjir málið, meðan Teitur Matras Gestsson er eykamálverji, Dan í Soylu, Heini Sørensen, Bartal Páll Klein, Jákup Thomsen og Ejvind R. Mouritsen, sum er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg.
Venjararnir hjá FC Suðuroy – Pól Thorsteinsson og Palli Augustinussen – hava sett nett teir somu ellivu á liðið, sum vóru við, tá ið FC Suðuroy í síðsta umfari undan summarsteðginum vann 4-3 á heimavølli ímóti 07 Vestur.