Tróndur og Sigmundur í Hvítubók

Í 2. parti í Hvítubók, verður stjórnmálasøga Føroya viðgjørd frá landnámstíð til dagin í dag. Staðfest verður, at Føroyar vóru sjálvstøðugar við søgubyrjan, men at ósemja er um, hvussu støðan skal skiljast sum øldirnar ganga

»Stjórnmálasøga føroyinga er serstøk á tann hátt, at semja í høvuðsheitunum tykist vera um stjórnamálasøgu Føroya tær fyrstu øldirnar, meðan ósemjan um, hvussu vit skulu skilja støðuna, verður alsamt størri, longri fram í tíðina komið verður«.


Soleiðis byrjar parturin í Hvítubók um stjórnmálasøgu okkara.

Við serligum atliti til stjórnmálafrøðina verður søga landsins viðgjørd heilt frá landnámstíð, tá Føroyar vóru sjálvstøðugar, og fram til heimastýrisskipanina.


Undir Noregs krúnu

Stríðið millum høvdingarnar Sigmund Brestirsson og Trónd í Gøtu verður nevnt sum eitt dømi um, at føroyingar hava roynt at seta seg ímóti fremmandum valdi; í hesum føri var talan um føroyingar, ið settu seg uppímóti royndunum hjá Noregs kongi, ið vildi hava oyggjarnar undir vald sítt.

Sum kunnugt fóru Føroyar undir norsku krúnuna tá Magnus Ólavsson ráddi fyri borgum í Noreg (o.u. 1040). Í Hvítubók verður sagt, at hóast Føroyar sum land komu undir Noreg, er tað ivasamt um Føroyar í veruleikanum gjørdust fullkomuligur partur av tí norska ríkinum.


Politisk eind fyri seg

Føroyar vóru partur av Noreg til 1380 tá stórar broytinga fóru fram. Hetta árið runnu norska og danska krúnan saman í eina, og í 1450 varð Bergensáttmálin undirritaður til tess at staðfesta samveldið millum Noreg og Danmørk.

Líka fram til 1814, tá danska/norska samveldi skrædnar, og Noreg verður latið Svøríkis kongi, vóru Føroyar partur av Noreg. Kortini verður sagt í Hvítubók, at heimildir týða á, at Føroyar alla tíð vórðu viðgjørdar sum serstakt land; ein politisk eind fyri seg. Sum dømi verður nevnt bræv til føroyinga í 1569, har kongur Noregs og Danmarkar, ið tá sat í Keypmannahavn, viðurkennir, at Føroya løgmaður og løgting umboðaðu felags mál Føroya.


Amtmaðurin »varakongur«

Sum kunnugt gjørdust Føroyar danskt hjáland, og hetta hevði við sær, at løgting og løgmansembætið vórðu avtikin tvey ár seinni, í 1816, og nú vórðu allar avgerðir um føroysk samfelagsviðurskifti tiknar í Danmørk, og gjøgnum danska amtmansveldið í Føroyum.

Tíðin fram til 1850 var sambært Hvítubók merkt av, at danir royndu at innlima Føroyar í danska ríkið; men hetta eydnaðis ikki til fulnar. Orsøkina siga høvundarnir vera, at danskar lógir ikki kundu setast í gildi í Føroyum, fyrr enn amtmaðurin hevði verið spurdur.

? Amtmaðurin kann tískil sigast at hava hvat ein serstakan leiklut í Føroyum, ið einamest líkist tí hjá einum varakongi ella landshøvdingum í bretsku hjálondunum, verður sagt í Hvítubók.


Løgtingið endurreist

Hin so at siga nýkrýndi Fríðrikkur kongur sjeyndi, segði seg í 1848 vilja sleppa einaveldinum, og í 1850 komu Føroyar undir tí donsku grundlógina, hóast fleiri danskir ríkisdagsmenn atkvøddu ímóti, tí ivi var um tað bar til, tá danskar lógir ongantíð av sær sjálvum høvdu verið galdandi í Føroyum.

Løgtingi, sum danir høvdu avtikið, varð endurreist í 1852, men tað var sum amtsráð. Fastur limur og formaður á tingið var amtmaðurin, eins og prósturin hevði fastan sess. Mett verður í Hvítubók, at løgtingið hevði størri himildir enn hini amtsráðini í ríkinum.


Sjálvstýrisflokkurin stovnaður

Føroyska tjóðskaparrørslan kyknaðu í Danmark í 1870 árunum, og hon breiddi seg seinni til Føroya. Ynski føroyinga um størri sjálvsavgerðarrætt í egnum viðuskiftum, hevði við sær, at løgtinginum í 1906 stóð í boði at ráða fyri skattainntøkunum í Føroyum, og sjálvt sleppa at avgera, hvussu tær skuldu nýtast. Uppskotið fall í løgtinginum, og ein avleiðing var, at sjálvstýrisflokkurin varð stovnssettur í 1909. Sjálvstýrismenn vóru fyri uppskotinum, meðan Sambandsmenn, ið stovnaðu sín flokk sama árið sum uppskotið kom, vóru ímóti?

Sambandsflokkurin hevði meiriluta í løgtinginum, so at siga øll árini frá floksstovning til 1928, men kortini mistu amtmaður og próstur føstu sessir sínar á Tingi í 1923. Løgtingið styrkti hesi árini um støðu sína sum umboð føroyinga, verður sagt í Hvítubók.

Sambært tí hvítu styrknaði umsitingaliga støða løgtingsins serliga nógv, tá fyrsta tingnevndin varð vald, og yvirtók umsitingarligar uppgávur, ið høvdu ligið hjá amtmanninum áður.

? Við hesum er tann grundleggjandi bygnaðurin skipaður, sum heimastýrisumsitingin seinni varð grundað á, verður sagt.


Hvør sína kós

Eftir krígsárini, og miseydnaðu royndirnar at loysa frá Danmørk, varð heimastýrislógin sett í gildi í 1948, og í henni varð staðfest, at Føroyar høvdu tjóðskaparliga, søguliga og landafrøðiliga serstøðu í danska ríkinum. Við hesi lógarfesting verður í Hvítubók hildið, at serstøða føroyinga er vorðin meira eyðsýnd, eins og hon gjørdist meira eyðsýnd sum árini gingu. Víst verður á, at Føroyar og Danmark eru farin hvør sína leið á nøkrum økjum; t.d. verður nevnt, at Føroyar eru sjálvstøðugur limur í NAMMCO, eins og at danski limaskapurin í Evropeiska Samveldinum, ikki fatar um Føroyar.

Hóast núverandi heimastýrisskipan verður tulkað ymiskt, verður í Hvítubók sagt, at tað í Føroyum er vanligt at tulka lógina sum eina semju millum Føroyar og Danmørk.

? Men, verður sagt; eisini í Føroyum eru ymiskar hugsanir um hetta mál?