Gyltar Røtur

Kular Røtur í gyltum hami. Gull fløga, og tilhoyrandi gull sangbók við nótum akkordum, er útkomin. Og her er talan um gullið, ið er komið frá Kulum Rótum millum ár og dag. Nýggjasta lagið á fløguni nevnist Eitt Hitt. Tað kann somuleiðis leiðast yvir á snøggastu og stytstu umrøðuna av heildini, ið nevnist Kular Røtur, og sum hevur verið eitt stórt hitt og ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og vaknsum í nøkur ár

Tey eru øll har. Øll hittini. Kular Røtur er eitt konsept, sum Stein­tór Rasmussen, Ingi Isaksen og restin av góðu manningini handan Pegasus, og annars tón­leikavirkni klaksvíkshópurin, stendur aftanfyri.
Og røturnar gjørdu hitt oman á hitt. Og gjørdust eitt hitt.
Nú hava tey savnað alt tað besta á eina dupultfløgu. Og har steðga virkisfúsu klaks­vík­ingarnir ikki. Teir hava fingið Magna Husgaard at seta nótar til sangirnar, Edvard Fuglø at tekna og burturúr er komin sangbók.
Ein kærkomin bók, tí tað er langt ímillum føroysku barna­sangbøkurnar á bókahillini. Serstakliga, tá tað snýr seg um sangirnar, sum eru ein partur av nútíðini og gerandisdegnum hjá børnunum. Tað vil siga sangum, ið børnini sjálvi eiga á fløgu og tíma og duga at syngja.
Alt gott um sonevndu Stara­bókina, 100 sangir og so fram­vegis. Men hesum nýggja var saknur í.
Gylt
At Kular Røtur soleiðis klæða seg í gull, er teimum væl unt. Orðatakið sigur (hetta er kanska eitt av nýggjari dato), at tá ongin annar ger tað, so má ein gera tað sjálvur. Konseptið Kular Røtur hevur í hvussu er uppiborið heiðurin og um ongin viðisløn fellur tann vegin í næstu framtíð, so er tað somikið meira sigandi og gott, at hamurin er valdur so hóskandi.
Tí her er veruliga talan um gull. Ein skatt. Ein sangskatt. Ein skatt, sum ung og eldri eru felags um. Og tá er nógv vunnið og longur fram á veg slepst neyvan.
Sera heppið er t.d. farið avstað av Steintór, tá hann snikkaði saman Hon Er Omma Mín. So einfalt í teksti og ikki minst lagi. Lagið situr beinanvegin. Tað er bert tvær akkordir. Nógv einfaldari kann eitt lag neyvan vera. Til stóra gleði fyri foreldur og lærarar, ið her veruliga kunnu spæla sær við ljóðførinum, um tey hava hegni til slíkt.
Fangað
Og løgini eru sett í nútímans tónleikastíl og ljóm. Og tað er tað, ið hevur týdning. Børn í dag vilja fegin hava tað so. Og mest av øllum; hetta hóskar og er tað, ið ger konseptið heilstoypt.
Men tað sum ger, at hetta held­ur, er tann veruleiki, at talan er um løg, ið tola at ver sungin og spæld við ella uttan eitt ljóðføri, guitar ella klaver. Tey eru fólks­lig og halda sær, tá trummur, pumpaður bassur og annað er tikið burtur, og bert sanggleði er við til at bera sanginum uppi.
Onki ilt um t.d. nýggju barna­fløguna hjá Anniku, um onkur skuldi havt hug at borið saman. Her eru tvey ymiskr konsept, sum bæði halda við eitt bál, har bert guitarin stuðlar sanginum. Og tá hevur sangurin vunnið veg í hjørtuni.
Hitt
Og tað er her Røturnar vinna. Hetta er sangbært og uttan hóvasták. Gamaní. Væl framleitt í upptøkuhølunum, so føroyskur ungdómur fær føroyskan barnapopp at lurta eftir.
Konservativar konserveraðar sálir kundu kanska sagt: Hvat hendi við við Dovna Jákup, Vilt tú, Lítla Snar og látipípuni?
Men tað góða er, at alt hetta er bara vorðið partur av einum enn ríkari sangskatti og er als ikki gloymt.
Tí alt sangbært er haldbært.
Ikki er alt gull, ið glitrar. Men Kular Røtur er gull og glitrar.
Og at Kular Røtur nú eisini koma á íslendskum við kendum songrøddum har, er prógv um, at her eru røtur, ið hava fest rót og sum nú breiða seg víða um lond.