fólkaatkvøðan frá 1946 framvegis galdandi, og tí er ikki neyðugt við eini nýggjari fólkaatkvøðu nú. Hetta eru formenninir í fólkaflokkinum og sjálvstýrisflokkinum ikki samdir við tjóðveldisflokkin í. Teir siga [...] Anfinni Kallsberg, sum - soleiðis kendist tað - við hesum vildi koma við eini proklamatión til Føroya fólk, har hann kraftiga undirstrikaði, at ongar broytingar verða gjørdar í ríkisrættarligu viðurskiftunum [...] tað er okkara uppgáva at marknaðarføra teirra politikk. Uppgávan hjá pressuni er at leggja fram fyri fólk ætlanir og avgerðir, sum teir stýrandi taka og spyrja, hvørjar avleiðingar hesar fáa uppá gott og
um ikki oddaflokkarnir hava størri álit hvør á øðrum. Tað skilst, at ein partur av fólkaflokkinum, her serliga vinnulívsfólk, sum altíð hava valt flokkin, eru á gosi um, at flokkurin fyri tað fyrsta letur [...] kreftirnar í fólkaflokkinum, sum vilja eina borgarliga samgongu, har Edmund og Jenis eru tilreiðar at lata alt um seg ganga, eru so mikið sterkar, at tær rætt og slætt vilja ikki góðtaka eina samgongu saman við [...] tigandi skaranum av fólkafloksfólki, sum inntil sunnudagin, tá Anfinn fór í útvarpið og royndi at sissa fólk, hevur tagt. EFTIR okkara tykki hevði besti trumfurin á sjálvstýr-isleið verið samgonga við javna
lond og onnur fólk skapa og standa fyri. Í okkara hugaheimi er ein av kjarnunum við Norðurlandahúsinum nettup hetta at skapa virðing millum listarfólk, millum stættir, millum lond og millum fólk. Álit, toleransa [...] hugsað verður, hvussu nógv lív og lívsgleði føðingardagsbarnið hevur verið við at kveikja og spjaða hesi árini, kann sigast, at her er ikki talan um nakran ungling. Vit teljast millum teirra, sum meta N [...] fegnir undirstrika hetta á føðingardegnum, tí tað er okkara sannføring, at saman og í virðing fyri hvør øðrum, kunnu ein rík og livandi mentan og eitt sunt og virkið vinnulív vera við til at føra okkara
tjóðveldisflokkinum, tá tykkara MAÐUR stendur og spír gor og gall niður yvir hesi fólk? TAÐ er okkum ein gáta, at tey fólk í fólkaflokkinum, sum ikki taka undir við hatursherferðini hjá Óla Breckmann, [...] Strandferðsluni, tekur sami maður uttan nakrar moralskar skruplur og biðjur somu fólk um at velja fólkaflokkin. Nú eru rottureiðrini góð nokk. [...] tykkum fram til at stjórna landinum við hesum hatursfugli av einum politikara sum oddamanni? OG nú vit eru við fólkaflokkin, so átti John Petersen at verið maður fyri at staðið fyri tað hann hevur sagt við
eitt alment felag og hvussu ætla vit, at hesi skula virka innan fyri teir karmar, sum samfelagið ynskir at seta fyri hesa vinnu og annars hugsar sær útbýtið frá hesi vinnu! OG hvat ætla vit við eitt nú s [...] persónarnar enn við sjálvt innihaldið í tí, sum sagt verður, í slíkari sjónvarpssending. At tað eisini eru so nógvir flokkar, sum skulu sleppa framat ger, at torført er at fáa nakað veruligt orðaskifti. ORÐASKIFTIÐ [...] bara fyri at varðveita og menna okkara egnu mentan, men so sanniliga eisini fyri at lyfta okkum sum fólk uppá á altjóða pallin. Norðurlandahúsið hevur verið við til at víðka hugflog, skapanarevnið og ikki
henda forðingin er burtur. NÓGV hevur verið sagt og skrivað um tryggingarmonopolið gjøgnum árini. Tað eru tey, sum hava verið ímóti einkarrættinum, tí hesin tænti ikki brúkaranum best. Heilt frí kapping hevði [...] tekna allar tryggingar og ikki bara tær mest attraktivu. So ein kann siga, at her stóð á jøvnum. TAÐ eru so aftur tey, sum halda, at nú monopolið varð avtikið, so átti tað at verið gjørt fult og heilt. Idealið [...] hon, at vit tá fingu alt ov nógv sjálvstøðug feløg til ein sera avmarkaðan heimamarknað- og høvdu hesi fyrr ella seinni kappað høvdið av hvørjum øðrum. NÚ hava vit so fingið tveir tryggingar ?gigantar
móti hesum og hasum. MEN atfinningar valdast. Konstruktivar atfinningar og viðmerkingar eru væl tað, ið vanlig fólk vænta at hoyra og síggja frá serstakliga framstandandi politikarum og ikki minst frá formonnum [...] okkum hvørki vera erkvisin ella sjálvupptikin, tá vit fella henda dóm yvir orð Mimi Jacobsens. Hetta eru nevniliga meira enn bara tilvildarliga brúkt orð. Tað liggur nakað nógv djúpri, nakað ódemokratiskt [...] Leggið til merkis, at hon tosar ikki um ella við føroyskar politikarar. Adressa hennara er Føroya fólk ......de færinger.... OG tá tú so veit, at formaðurin í CD sjáldan byggir síni úttalilsi á nakra eksakta
at oyramerkja og speireka hvør annan. Latið fundamentalisma, egoismuna og fanatismuna, sum stingur seg fram hjá flestu av okkum í einum ella øðrum formi, gerast taparin í hesi tráðan okkara at skapa eitt [...] og slætt í menniskju. Tí mugu vit til at fjøltøtta allan okkara búskap og fáa lív í hann aftur. Her eru óteljandi møguleikar, hóast Bankin aftur og aftur roynir at fyrigikla fólki, at einki lønandi er at [...] alt landshúsarhaldið so nógv, at vit tá av røttum kunnu kalla okkum heimsins ríkastu tjóð. Føroyar eru so ríkar uppá tilfeingi av øllum slag, at vit til hetta valið og aftaná valið áttu at kunna sett út
Men ivasamt er um hesir fáa meiriluta. Aftrat hesum eru so eisini møguleikar við minnilutalandsstýrum. Og loksins at onkur av hinum smáu flokkunum eru við til at fáa eina av teimum mongu kabalunum at ganga [...] ella at eingin broyting hendur í heila tikið. Vit mugu gera upp við okkum sjálvi, hvørji vit eru, hvat vit eru og hvussu vit skulu samvinna við umheimin í 20. øld. Og hetta megna vit, um vit fáa eitt samstarv [...] fyri. Tað sær ikki mætari út enn, at flokkurin er í ferð við at grava sína egnu politisku grøv. Helst eru tey tó mong, eisini í sambandsflokkinum sjálvum, sum halda, at best er fyri flokkin at leggja seg í
lægri enn almennar tænastur. Vit vilja bert siga, at hesi tingini eru ófrávíkiliga tengd at hvørjum øðrum. Tey hava hvør sær eins stóran týdning og saman eru tey grundvøllurin undir okkara vælferðarsamfelag [...] er eingin ivi um, at hetta verður eitt sera spennandi val. Kanska serstakliga tí at her eru so mong stórmál, sum eru evni í valstríðnum - frá viðurskiftunum við Danmark til skipan av okkara egna samfelag [...] fara inn í eina nýggja øld. Pensiónirnar eru eitt stórmál. Hvussu megna vit at gjalda eina rímuliga upphædd til tað støðugt vaksandi talið av eldri fólkum og hvør skal gjalda? Hvussu útbyggja vit okkara