á, at tað ikki er neyðugt at renna allan teinin, sum er umleið fýra kilometrar. Somuleiðis er heldur ikki neyðugt at renna allar fýra kilometrarnar, tí møguleiki er at kuta teinin í helvt til tveir kilometrar [...] føroyingar í Keypmannahavn at renna stuðulsrenning til frama fyri Haiti. Fólkini handan tiltakið siga, at tað framvegis er møguleiki at tekna seg til tiltakið, sum er meira enn bara ein vanligur rennitúrur [...] rennararnir bodnir í veitslu. Tað kostar 150 krónur at luttaka og allur innsavnaði peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiði á Haiti. Tilmelding fer fram á Facebook-síðuni, sum kemur fram við at leita eftir tiltakinum
ónøgd við politikkin, sum samgongan hevur stungið út í kortið. -Nú er ikki at missa mótið, men ressast ístaðin fyri at sessast. Upptakin til eina ordiliga mótmælisgongu oman á Vaglið er byrjað, skriva fyrireikarar [...] politikarum, og av teirra politikki. Tað er upp til okkum, um vit vilja vísa okkara ónøgd. Tað eru bert vit sjálvi, sum kunnu krevja og gera Føroyar til eitt betri samfelag, siga fyrireikarar á Facebook [...] myndir við skeltum har tað stendur júst hvat viðkomandi ynskir at mótmæla. Fyrireikarar leggja upp til Eg mótmæli flatskattaskipanina, Eg mótmæli at blokkurin verður hækkaður, Eg mótmæli vantandi javnstøðu
heimaftur, um viðurskiftini ikki vórðu broytt. Eisini varð kjak um, hví føroyingar, ið hava borið hetta upp á mál, verða skírdir landssvíkjarar, og hví føroyingar tykjast ikki at líka, at onnur blanda seg [...] hon málbar seg, til Danmark. Hon spurdi eisini, nær vit fáa áhuga fyri fólkinum í Føroyum, tí hon vildi vera við, at vit hava hagtøl fyri fiskivinnu, audi-bilar og havragrýn, men ikki fyri miðalinntøkuna [...] antidiskriminatiónslógir ikki broyta hugburðin mótvegis samkyndum. Hann metti, at tað hann kallaði tey kristnu virðini fóru at verða pilkað úr føroyska samfelagnum, um 266b varð broytt til eisini at umfata kynsliga
so er støðan ein heilt onnur, heldur hann. Til ber at hoyra hetta kjakið, umframt eina samrøðu við føroyska sóknarprestin í Emdrup, Jóannes Fonsdal, sum ikki vil víga samkynd, tá ið sendingin Ghetto Føroyar [...] Kirkjan skal ikki virka sum ein almennur stovnur eins og allir aðrir almennir stovnar. Hon skal byggja á bíbliuna og kristnu trúnna sum heild. Hetta var ein av sjónarmiðunum, sum komu fram í sendingini [...] kjakaðust um nýggju lógina í Danmark, sum loyvir samkyndum av giftast í kirkjuni. Meðan John Mortensen ikki heldur tað vera rætt, at Fólkatingið skal taka slíkar avgerðir fyri kirkjuna, heldur Ólavur Eysturdal
fyrra tímanum verður eisini møguleiki at hoyra hvussu trupult tað kann vera at flyta til Danmarkar, og fáa nøkur góð ráð um hvat gerast skal, tá ið adressan verður flutt. [...] at snúgva seg um embætisverkið. Skulu embætisfólk verða við í almenna kjakinum, hvat hava tey loyvi til at siga, og hvørjar avleiðingar kann tað fáa, um eitt embætisfólk sigur sína hugsan alment. Tað fara
og tað hevur ikki verið upp á tal at víðka kunningina til útisetar eisini. Jan Simonsen, ráðgevi í Heilsumálaráðnum, sum hevur verið til til at leggja føroyskum tilbúgvingarætlanina til rættis, sigur [...] heima, fáa vit orku til at venda okkum til útlandið. Til dømis átti tað ikki at verið so torført at fingið eina notits við í danskar miðlar, sigur hann, og vísir á, at kunning til læknar er í vanda fyri [...] fortreytin fyri øllum hesum er sjálvsagt, at fólk vita, at CTD er til. Og har er sum sagt ongin almenn kunning til útisetar farin fram enn. Til hetta sigur Fróði Joensen, barnalækni á Landssjúkrahúsinum, sum
vælverudepil í Vági. Innbúgvið til depilin er keypt frá einum fitness-centri í Svendborg. Partur av avtaluni var tó, at innbúgvið skuldi avheintast á staðnum, men hetta vísti seg ikki at vera nakar trupulleiki [...] trupulleiki. Roynt var at fáa fólk at hjálpa til við hesum arbeiði, og tað stóð ikki á. Palle Jacobsen , Danjal Petur Thorsteinsson, Ólavur í Lágabø og Hanus Tummasarson vóru beinanvegin klárir. Tveir teirra koyrdu [...] farið at taka innbúgvið niður, og skjótt gekk at fáa alt út í fraktbilin, sum so kundi byrja ferðina til Føroyar og Vágs. Myndir frá arbeiðsdegnum hjá útisetunum síggjast HER
at bjóða suverena Jarnbardi av, men í fyrstu kappingini gekk ikki so væl. Hvessingur endaði á fimta og aftasta plássi, og fjarstøðan fram til Jarnbard var 19 sekund.
r hjá felagnum hava seinnu árini ment seg til rættilig mentanarkvøld við kjakum, fyrilestrum og tónleiki og ikki minst serligum føroyskum mati á skránni. Til dømis hevur bæði marinerað hvalatvøst og i [...] Áhugin fyri føroyskari list liggur ikki eftir heima, tá føroyingar flyta til Keypmannahavnar. Tvørturímóti, sigur Marianna Andreassen, formaður í føroyska Listafelagnum í Keypmannahavn - Fyri okkum sær [...] avn, greiðir Marianna Andreassen frá. - Tað eru serliga tey ungu, sum hava tikið Arnold Vegghamar til sín. Tað tykist sum at hann er tann nýggi Kári P millum ungar føroyingar í Keypmannahavn. Í øllum førum
Norðoyggjar, Selma Kristiansen um Eysturoy og Stefan í Skorini um høvuðsstaðarøki. Skuldi hetta ikki verið nóg gott til føroyingin í Keypmannahavn, so verður eisini lokkað við ókeypis turrum fiski í Føroyahúsinum