Í dag fer ein mótmælisrørsla í gongd í Danmark og í Skotlandi, har føroyskir útisetar vísa sína ónøgd við politikkin, sum samgongan hevur stungið út í kortið.
-Nú er ikki at missa mótið, men ressast ístaðin fyri at sessast. Upptakin til eina ordiliga mótmælisgongu oman á Vaglið er byrjað, skriva fyrireikarar á Facebook síðuni, sum eitur
Virtuell Demonstratión.
Ætlanin er, at fólk skulu hittast í Keypmannahavn og í Aberdeen, og taka myndir við skeltum har tað stendur júst hvat viðkomandi ynskir at mótmæla.
Fyrireikarar leggja upp til Eg mótmæli flatskattaskipanina, Eg mótmæli at blokkurin verður hækkaður, Eg mótmæli vantandi javnstøðu í landsstýrinum, og Eg mótmæli parkeringini av etisku málunum.
-Vit skammast av okkara politikarum, og av teirra politikki. Tað er upp til okkum, um vit vilja vísa okkara ónøgd. Tað eru bert vit sjálvi, sum kunnu krevja og gera Føroyar til eitt betri samfelag, siga fyrireikarar á Facebook.
Les meira á Facbooksíðuni her: www.facebook.com