Útisetar ikki kunnaðir um CTD

Teir umleið 25.000 føroysku útisetarnir vita onki um herviligu dreparasjúkuna CTD, um teir ikki fylgja við í føroyskum miðlum. Ongin almenn kunning fer fram uttanlands, har vanligir læknar heldur ikki kenna sjúkuna

Á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum liggur eitt leinki til eitt skjal, har tað á donskum verður greitt gjølla frá um sjúkuna CTD. Hetta skjal er ætlað føroyingum í Danmark at prenta út og taka við til læknan, tá teir venda sær higar fyri at verða kannaðir fyri CTD.

Men langt frá allir føroyskir útisetar vita um hetta skjalið – ella um sjúkuna CTD fyri tað. Tí útisetar verða hvørki kunnaðir ella ávarðaðir, fylgja teir ikki sjálvir við í føroyskum miðlum. Øll almenn kunning er farin fram her á landi. Tá hugsað verður um, at tað búgva eini 25.000 føroyingar uttanlands, harav kanska 20.000 í Danmark, kunnu vit rokna við, at fleiri útisetar hava sjúkuna uttan at vita av tí.

Hetta samstundis sum, at alt bendir á, at vandin fyri at doyggja av CTD er størri hjá teimum, sum sjáldan eta traditionellan føroyskan mat. Tað vísir ein fyribilskanningum hjá týska barnalæknanum Ulriku Steuerwald, sum eisini var hon, sum á fyrsta sinni gjørdi vart við, at talið av føroyingum við arvaligu sjúkuni CTD er nógv hægri í Føroyum enn aðrastaðni í heiminum.


Savna seg um Føroyar

Sambært føroyskum heilsumyndugleikum, hava teir valt at savna seg um at kunna føroyingar í Føroyum, og tað hevur ikki verið upp á tal at víðka kunningina til útisetar eisini.

Jan Simonsen, ráðgevi í Heilsumálaráðnum, sum hevur verið til til at leggja føroyskum tilbúgvingarætlanina til rættis, sigur við Sosialin, tað hevur verið skrivað og lýst nógv í Føroyum um CTD, millum annað á Portalinum, ið verður nógv vitjaður, eisini av útisetum.

- Tí hava teir flestu føroyingar, ið eru búsitandi uttanlands og sum hava áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, eisini fingið møguleika at kunna seg um CTD, staðfestir Jan Simonsen. Hann leggur afturat, at útisetar hoyra til heilsuskipanina, sum er í teirra heimlandi. Og tí er neyðugt, at teir venda sær til sín egna lækna, fyri at fáa framt eina kanning.

Eisini vísir hann á, at útisetar eru vælkomnir at kanna seg í Føroyum, tá teir eru her uppi. Millum annað varð skipað fyri einum kanningarátaki fyri útisetar á Landssjúkrahúsinum hin 30. desember har yvir 300 útisetar vórðu kannaðir.

Her kunnu vit eisini nevna, at Ulrike Steuerwald skipaði fyri kanningum av útisetum í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í fjør. Tá vórðu nakrir hundrað føroyingar kannaðir.


Notits í danskar miðlar

Men hetta er framvegis bara nakrir hundrað útisetar. Og fortreytin fyri øllum hesum er sjálvsagt, at fólk vita, at CTD er til. Og har er sum sagt ongin almenn kunning til útisetar farin fram enn.

Til hetta sigur Fróði Joensen, barnalækni á Landssjúkrahúsinum, sum eisini er við í arbeiðsbólkinum um CTD undir Heilsumálaráðnum, at higartil hava tey savnað seg um at fáa føroyingar í Føroyum kannaðar. Og at higartil eru 68 føroyingar settir í viðgerð við Carnetine, tí teir høvdu ov lítlar nøgdir av hesum evnið í blóðinum. Tó eiga fyrivarni at verða tikin fyri hesum tali, tí øll hava ikki fingið endaliga staðfest arvaligu sjúkuna CTD enn.

- Vit taka alla tíðina støðu til, hvussu vit kunnu kunna og kanna sum best. So kanska, tá trýstið av fólki, sum vilja kannast fyri CTD er hasað av her heima, fáa vit orku til at venda okkum til útlandið. Til dømis átti tað ikki at verið so torført at fingið eina notits við í danskar miðlar, sigur hann, og vísir á, at kunning til læknar er í vanda fyri at drukna í kunningarskrivum, sum læknarnir ofta verða díkdir undir við.


Axel tekur málið upp

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Axel V. Johannesen, sigur seg ikki hava viðgjørt júst hendan trupulleika áður. Í fyrsta umfari sigur hann, at tað almenna hvørki hevur orku ella møguleika at kunna føroyingar uttanlands ella at lýsa í útlendskum miðlum. Eisini vísir hann á, at útisetar helst fylgja við í føroyskum fjølmiðlum. Kortini viðgongur hann, at allir útisetar helst ikki vita um CTD, og at hann tí fer at heita á umsitingina um at kanna, um tørvur er á at kunna útisetar. Ella at heita á danskar heilsumyndugleikar um at kunna læknar, so teir um ikki annað kunnu fanga føroyingar, sum teir koma í samband við.


--




Bræv frá útiseta


”Kona mín hevur fingið at vita, at eitt systkinabarn hennara í Føroyum hevur fingið staðfest sjúkuna CTD. Skyldfólk har uppi hava tí biðið hana og systkin hennara her niðri fara til kanningar her. Men tað tykist vera sera torført. Tá eg spurdi okkara lækna um hetta tíðliga í desember, fekk eg at vita, at hon (læknin) skuldi tosa við konu mína eina ferð í januar kortini, og so kundu tær tosa um tað tá. Kona mín hevur verið hjá

læknanum í dag, og har fekk hon at vita, at læknin skal hava nágreiniligar upplýsingar um, hvørja sjúku kona mín skal kannast fyri, "fordi der er millioner af sygdomme". Tá kona mín svaraði, at tað snýr seg um sjúkuna

CTD, var svarið tað sama frá læknanum. Hon vildi hava nágreiniligar upplýsingar um, hvat kona mín skal kannast fyri.

Nú er kona mín bara ein av fleiri túsund útisetum, sum kanska hava fyri neyðini at fara til kanningar. Mín spurningur er, um hetta kann vera rætt. Tað tykist í hvussu er løgið, at føroyskir læknar taka sjúkuna í stórsta álvara, meðan (summir) danskir læknar als ikki hava somu fatan.”


Undirtekstur: Umvegis næstringar í Føroyum fekk útisetin boð um at lata seg kanna fyri CTD. Danski læknin veit onki um sjúkuna, og kvinnan kennir týðuliga onki til danska kunningarskjalið á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.