Bæði í Keypmannahavn og Århus fara føroyingar at fylgja kommunuvalinum heima í Føroyum
Í Keypmannahavn er savningsstaðið Føroyahúsið á Vesterbrogade. MFS skipar fyri og byrjað verður klokkan 20.00. Fólk fáa møguleikan at hoyra Útvarp Føroya beinleiðis og valúrslitini verða víst á stórskýggja.
Harumframt fara fýra fólk at greiða nærri frá kommunuvalinum. Flóvin Eidesgaard greiðir frá um Suðuroy og Sandoy, Petur Martin Hansen um Norðoyggjar, Selma Kristiansen um Eysturoy og Stefan í Skorini um høvuðsstaðarøki.
Skuldi hetta ikki verið nóg gott til føroyingin í Keypmannahavn, so verður eisini lokkað við ókeypis turrum fiski í Føroyahúsinum týskvøldið.
Í Áarstovu í Århus leggja tey fyri klokkan 19.30. Har fer Bogi Eliasen at greiða frá kommunuvalinum, og eins og í Keypmannahavn verður Útvarp Føroya frá og úrslitini víst á stórskýggja.