Á heimasíðuni hjá langhylinum vita tey at siga, at útisetar eisini gera sítt í arbeiðinum at gera langhyl og vælverudepil í Vági.
Innbúgvið til depilin er keypt frá einum fitness-centri í Svendborg. Partur av avtaluni var tó, at innbúgvið skuldi avheintast á staðnum, men hetta vísti seg ikki at vera nakar trupulleiki.
Roynt var at fáa fólk at hjálpa til við hesum arbeiði, og tað stóð ikki á. Palle Jacobsen , Danjal Petur Thorsteinsson, Ólavur í Lágabø og Hanus Tummasarson vóru beinanvegin klárir. Tveir teirra koyrdu úr Keypmannahavn, ein úr Odense, meðan tann fjórði býr í Svendborg.
Mikudagin í arnu viku var farið at taka innbúgvið niður, og skjótt gekk at fáa alt út í fraktbilin, sum so kundi byrja ferðina til Føroyar og Vágs.
Myndir frá arbeiðsdegnum hjá útisetunum síggjast HER










