Kirkjan skal ikki virka sum ein almennur stovnur eins og allir aðrir almennir stovnar. Hon skal byggja á bíbliuna og kristnu trúnna sum heild.
Hetta var ein av sjónarmiðunum, sum komu fram í sendingini Ghetto Føroyar á Rás2, sum var send í dag frá 15.00 17.00.
Sendingin varð send beinleiðis av Oyrasundsnæmingaheiminum í Keypmannahavn, og Ólavur Eysturdal frá LGBT Føroyar í Keypmannahavn, og John Mortensen, stýrislimur í
Eliaskirkjuni í Keypmannahavn kjakaðust um nýggju lógina í Danmark, sum loyvir samkyndum av giftast í kirkjuni.
Meðan John Mortensen ikki heldur tað vera rætt, at Fólkatingið skal taka slíkar avgerðir fyri kirkjuna, heldur Ólavur Eysturdal, at tá ið kirkjan er ein almennur stovnur, er tað natúrligt, at øll fáa somu rættindi í henni. Um fólkakirkjan verður atskild frá landinum, so er støðan ein heilt onnur, heldur hann.
Til ber at hoyra hetta kjakið, umframt eina samrøðu við føroyska sóknarprestin í Emdrup, Jóannes Fonsdal, sum ikki vil víga samkynd, tá ið sendingin Ghetto Føroyar verður endursend klokkan 22.00 í kvøld á Rás2.