Norðoya Ellis og Vistarheimi og Jastrid Olsen, økonoma, sum tóku stig til at byrja at bera mat út til borgarar, sum vóru illa fyri. Hetta varð gjørt saman við hjálparfólkunum á Norðoya Ellis og Vistarheimi [...] ment upp gjøgnum árini, og í dag verða tað koyrdir millum 18 og 20 døgurðar út hvønn dag. Tað finst ein faldari við øllum hentum upplýsningum um mattænastuna hjá Norðoya Ellis og Vistarheimi. Har er eisini [...] døgurðarnar út. Eydna Dragaberg, leiðari á Norðoya Ellis og Vistarheimi fegnast sjálvandi um bilin, og hon sigur, at mánadagin 16. septembur millum klokkan 14 og 17 verður móttøka, har øll tey, sum hava stuðlað
Gullhorninum ikki at fáa føroyingar at fella í fátt. Føroyaøkið er ómetaliga stórt, og útlit eru til at gera bæði olju- og gassfund aðrastaðni á landgrunninum. Í fjør skjeyt norska seismikkfelagið InSeisTerra [...] vísur í, at triðja boringin fór at geva úrslit. Og tað gjørdi hon. Teir tríggir brunnarnir kunnu geva nógvar hentar upplýsingar til framtíðar boring í økinum. Og vit vita eisini um aðrar strukturar, møguligar [...] hevur Terje Hagevang arbeitt við tí norska økinum men eisini við Jan Mayen og Íslandi. Teir arbeiða tó ikki bara við olju og gassi men hava breiðkað virkisøkið innan orku til eisini at fevna um vindorku
nógv. Og tað vóru samstundis teir, sum høvdu fingið mest. Sostatt vóru tveir vinnarar. Tað vóru Marni og Sólarn Isaksen, sum vóru við bátinum Benjamin og so tveir ungir dreingir, Steynir Andreassen og Bergur [...] vóru við bátinum Hemarin. Báðir bátarnir høvdu fingið 217 kilo og lógu sostatt javnir á fyrstaplássinum. Og so bleiv drigið lut millum teir, og teir báðir á Benjamini vunnu. Men tað kundi havt verðið avgjørt [...] hinir og kunnað farið til hús sum vinnarar av bæði fiskikappingini og kappingini um størsta fiskin. Tí hana vunnu hesir unglingar nevniliga. Teir høvdu ein tosk, sum var 93 sentimetrar til støddar. Og fingu
var at síggja lærarar og prestar í leiki. ? Summir stuttligari enn aðrir á vølli, og kunnleikin meir og minni til henda leik. Stuttleika fekk fólk fyri peningin ? tað var vist. Men tíverri var tað so [...] fótbóltsdysti, sum verið hevur í Gundadali í Havn. Blaðið skrivar, at tað vóru prestar og lærarar, sum skuldu leika, og sum vera man, so vóru tey mong, sum vóru forvitin eftir at vita, hvussu leikur fór. [...] so óheppið, at Poul E. Petersen breyt lærhálsin, og einir tveir aðrir fingu smærri skaðar í beinið. Tað er tó allan heiður vert, at hetta tiltak var gjørt; tað gav 7.020 krónur 47 oyru í inntøku til ein
øllum dragslinum og.... hundunum. Sum teir so fittir søgdu í felag: "Kvinnur og børn fyrst". Nú var bara eitt at gera og tað var at finna taskuna við blæum, mikudagssuppuna og onkrum øðrum og so avstað umborð [...] okkum umborð. Blæur hava flotið aftur og fram á dekkinum, saman við Anders And bløðum og skipskeksum. Børn og vaksin hava spýð, og sjórokið hevur staðið himmalhøgt. Og menninir? Eisini ta ferðina komu teir [...] ikki fara við tyrluni? Bert 10 minuttur og vit standa í Svínoy. Einki stríð og næstan eingin beran og dragsan. Vóru vit farin við tyrluni, vóru ongar stuttligar og øðrvísi upplivingar á túrinum: Eingir
tíðin, tá ið tey, sum hava alsk til at fiska laks og síl standa sum riparatindar í hvørjum ósa og á hvørjum áarbakka, við tráðu, línu, flugum og spinnarum. Og ímillum teir garvaðu laksafiskararnar, smæðist [...] ræður um at hava útgerðina ílagi og tað hevur Dennis eisini. Hann hevur arbeitt fyrifallandi arbeiði av og á, eitt nú hjá IR lastbilum, eins og hann hevur smíðað við pápanum og fyri lønina hevur hann m.a. keypt [...] at gera hylar í áunum og har plaga teir at sleppa smásíl og smáan laks í, sum teir fáa. Tær báðar áirnar, Botná og Dalá, eru føst mið hjá Dennis hesa tíðina, laksurin er fyri og í ár hevur borið serliga
er úr Gjógv, og húsið, har atelieri er, er knýtt at barndómsheimi hennara. ? Eg komi nógv til Gjáar, og mær dámar væl har. Tú kanst altíð koma til Gjáar. Tað er landfast og vegasamband, og har er eisini [...] munandi betri stundir til at tekna og mála. ? Tá eg gevist ætli eg bara at tekna og mála. Tað er tað, sum eg altíð havi viljað, sigur Bárður Jákupsson. Ikki er vist enn nær Bárður Jákupsson fer úr starvi [...] starvi, sum listasavnsleiðari. ? Starvið fer at verða lýst leyst í næstum, og vit vóna, at ein nýggjur leiðari kann setast um ársskiftið, sigur núverandi listasavnsleiðarin at enda.
í Klaksvík, hin triði fráfarin prestur í Fuglafirði, ein trúboðari og ein starvsmaður og politiskur ráðgevi hjá løgmálaráðharranum og fólkatingsmanninum hjá Tjóðveldisflokkinum hava tikið til orðanna. [...] siðsemisnevndin skal ikki ráðgeva landsstýrismanninum fyrst og fremst. Har fór hann skeivur, men hevur vist rættað tað síðani. Nevndin skal fyrst og fremst taka nakrar sera týðandi avgerðir um innan ávís [...] Sjúrður er skrivari og ráðgevi Torbjørns. Og endiliga kann hann jú venda sær til enn ein Tjóðveldispolitikara: Annliss Bjarkhamar, landsstýrismann í granskingarmálum. Tað er hon, ið setur og loysir meg úr hesum
samanhangur er millum tey føgru orðini og tølini á fíggjarlógini. Eitt er vist: skulu tey gyltu lyftini haldast, so má fíggjarlógin hækka munandi longu frá 1. januar í 2003 og restina av valskeiðinum. Tað verður [...] lyftunum frá samgonguskjali og valstríði. Fullveldið er lagt á hyllina fyri hetta valskeiðið, men samstundis er boðað frá stórum yvirtøkum, nýggjum ætlanum, stórum íløgum og skattalættum. Her hongur ikki [...] torført at hugsa sær, at als einki skal henda, og tí velur fíggjarmálaráðharrin ivaleyst skattahækkingarnar í hesum umfari. Vit eru fyrst í einum valskeiði, og hann kann vóna, at veljararnir gloyma lyftini
Mortan Mortensen vónar, at bæði kvinnu- og mannfólkarøddir fara at tekna seg til kórsangin. Sjálvur hevur hann áður royndir at venja kór bæði í Føroyum, í Danmark og í Grønlandi, har hann vandi blandaða kórið [...] norðaru helvt í Suðuroynni. Hetta er eitt gott høvi hjá fólki at koma saman um nakað positivt og eitt er so vist: Tað er stuttligt at syngja, sigur kórleiðarin. Tað ber til at melda seg til kórsangin á tlf [...] verður nevniliga kórsangur á skránni í vetur. Í Suðuroynni eru frammanundan tvey kór, eitt gospelkór og kirkjukórið Ljómur. Men hetta nýggja kórið er ætlað teimum sangglaðu í Suðuroyar Norðaru helvt, sum