Klaksvík:
Fischer Johannesen ein av trúføstu Dragastuðlunum sigur, at umstøðurnar til fiskikappingina leygardagin vóru av tí allarbesta.
- Bæði veður og streym viðurskiftini vóru av tí besta, so kappingin eydnaðist avbera væl. Teir 25 bátarnir, sum vóru við í kappingini, fingu nógv, men tað vísti seg, at teir bátarnir, sum høvdu verið norðanfyri fingu meira enn teir, sum hildu seg sunnanfyri, greiðir Fischer frá.
Tilsamans hálvtsjeynda túsund pund komu á land leygardagin, og Fischer sigur, at tað má metast at vera rættiliga gott.
Tá fiskikapping er, verða snøri, snella og tráða vanliga nýtt. Tað er ikki loyvi at nýta línu.
Tað løgna hendi, at tá menn fóru at viga, tá vísti tað seg, at tað vóru tveir bátar, sum høvdu fingið líka nógv. Og tað vóru samstundis teir, sum høvdu fingið mest. Sostatt vóru tveir vinnarar.
Tað vóru Marni og Sólarn Isaksen, sum vóru við bátinum Benjamin og so tveir ungir dreingir, Steynir Andreassen og Bergur Mikladal, sum vóru við bátinum Hemarin. Báðir bátarnir høvdu fingið 217 kilo og lógu sostatt javnir á fyrstaplássinum. Og so bleiv drigið lut millum teir, og teir báðir á Benjamini vunnu.
Men tað kundi havt verðið avgjørt uttan lutakast. Tí annar av dreingjunum umborð á Hemaranum, hevði lagt sær eitt kók til síðis, so um hann ikki hevði gjørt tað, so høvdu teir havt tað meira enn hinir og kunnað farið til hús sum vinnarar av bæði fiskikappingini og kappingini um størsta fiskin. Tí hana vunnu hesir unglingar nevniliga. Teir høvdu ein tosk, sum var 93 sentimetrar til støddar. Og fingu teir steyp fyri tað, meðan Sólarn og Marni vunnu steypið fyri sjálva fiskikappingina.
Tá steypini vóru handað, varð skipað fyri uppboðssølu. Men ikki allur fiskurin bleiv seldur har, so restin fór á Fiskamarknaðin, har tað varð selt mánamorgunin.
Fischer Johannsen sigur, at flest allir luttakararnir vóru samdir um, at tað var nógvur fiskur at fáa. Tað kundi farast avstað klokkan átta leygarmorgunin og klokkan fimm seinnapartin skuldu allir bátarnir verða komnir innaftur.
Leygarkvøldið varð so skipað fyri almennum dansi, har Lagamenn spældu. Umleið 250 fólk vóru í dansi, og Fischer sigur, at tað er tað mesta nakrantíð, síðani stuðulssfelagið Dragin fór undir at skipa fyri fiskikappingini í 1991. Árini frammanundan var tað Lions Club, sum skipaði fyri.
- So alt í alt má sigast, at tiltakið eydnaðist avbera væl í ár, sigur hann.
Gott fíggjarligt íkast
Fischer Johannesen sigur, at tað bleiv selt fyri úti við 10.000 krónur leygardagin, men hann hevði ikki tey neyvu tølini, tá Sosialurin tosaði við hann, tí restin var ikki seld tá á Fiskamarknaðinum.
Men hann dylir ikki fyri, at hetta tiltakið sum tað er, er eitt avbera gott fíggjarligt íkast til stuðulsgrunnin hjá Draganum.
- Tað er ikki á hvørjum degi, at grunnurin fær yvir 50.000 krónur í kassan. Vit hava sum sagt ikki gjørt endaligu støðuna upp enn, men tað er heilt vist, at talan er um meira enn 50.000 krónur, sigur ein sera vælnøgdur Fischer Johannesen.
Peningurin, sum kom inn frá tiltakinum, fer beinleiðis í stuðulsgrunnin hjá Draganum. Arbeiðið at gera Dragan líður nú sera væl.
- Ja, ja, nú lýsa ljósini niðri undir, so nú slepst frá at fara á WC við lummalykt, sigur ein vælhýrdur Fischer skemtandi.
Hann sigur, at teir vænta, at Dragin fer at sigla komandi summar.
Framhaldsdeildin í fólkaskúlanum hevur sjóvinnu til vallærugrein, og Fischer sigur, at salongin umborðu er innrættað til eina skúlastovu, har tað so er møguligt at hava undirvísing. Eisini plagar sjóvinnuflokkurin í Sjómansskúlanum at vera umborð onkuntíð.