Møguleiki fyri gigantiskum gassfeltum á landgrunninum

Seismikkur, sum er skotin eystan fyri Føroyar, vísir risastórar struktarar í undirgrundini meinlíkar teimum, har norðmenn hava gjørt gigantisk gassfund, eitt nú Ormen Lange. Føroyar kunnu í framtíðini gerast týðandi gassframleiðari, um vónirnar til stór fund gerast veruleiki í eini komandi útbjóðing

Oljuleiting

Møguleiki er fyri at gera gigantisk gassfund á føroyska landgrunninum, meinlík teimum, sum í seinastuni eru gjørd á djúpum vatni í norskum øki. Hetta sigur Terje Hagevang, stjóri í felagnum Sagex Petroleum. Hann hevur hollan kunnleika til føroysku undirgrundina eftir at hava verið jarðfrøðiligi serfrøðingurin hjá fyrrverandi oljufelagnum Saga Petroleum, tá hetta varð virkið í Føroyum. Sambart Terje Hagevang eiga teir turru brunnarnir í Gullhorninum ikki at fáa føroyingar at fella í fátt. Føroyaøkið er ómetaliga stórt, og útlit eru til at gera bæði olju- og gassfund aðrastaðni á landgrunninum.

Í fjør skjeyt norska seismikkfelagið InSeisTerra seismikk úti á landgrunninum, á 800 til 1200 metra dýpi, eystan fyri Sandoyarbanka og heilt norður móti 62 breiddarstigi tvs. rættiliga langt burturi frá Gullhorninum, har loyvi eru latin. Nú teir hava tulkað seismikkin vísir hann risastórar strukturar undir basaltinum. Basaltfláirnar eru rættiliga tunnar har, kanska nakrar fáar hundrað metrar.
Hesir strukturar eru so mikið stórir, at tað hevði verið sera rímuligt at bora har fyri at vita, um olja ella gass kann verða goymt í teimum heldur norski jarðfrøðingurin.

Hann heldur sjálvur, at tað er meira sannlíkt at finna gass her heldur enn olju. Hann útilokar ikki, at tað her kunnu goyma seg gigantisk gassfelt. Strukturarnir á føroyska økinum eru av sama slag sum eitt nú Ormen Lange struktururin í Noregi, ið hevur víst seg at vera eitt risastórt gassfelt.

Í seinastu útbjóðing á norska landgrunninum síggjast somu risastóru strukturar sum Ormen Lange gassfeltið. Her er talan um Gripp-ryggin (heyggin), har tað verður borað næsta ár. Sera stórar vónir eru til Grippryggin í Noregi, hvørs strukturur sýnist at vera av sama slag sum teir seismikkurin hjá InSeisTerra vísir norðaliga á føroyska landgrunninum.

At talan er um sama slag av strukturum merkir, at jarðfrøðin er sera meinlík, fellurnar eru eisini av sama slag osfr. Tvs. her hevur tú stóran rygg ella heygg, sum stingur seg upp lendinum ístaðin fyri tær sokallaðu stratografisku fellurnar, sum finnast í Gullhorninum, har sandurin fer út í allar ættir. Umrøddu heyggjar eru eisini nógv lættari at kortleggja út frá seismikkinum enn tær stratografisku fellurnar, sum liggja fjaldar undir basalti.

Terje Hagevang váttar, at oljufeløg hava víst áhuga fyri hesum seismikkinum, men soleingi man ikki veit nakað við vissu um 2. útbjóðing, so ávirkar tað sjálvandi eisini verandi áhuga. Eisini tað at boringarnar í fjør vórðu negativar og tað minkandi borivirksemi, sum er yvirhøvur ger, at áhugin fyri eitt nú hesum seismikkinum er avmarkaður í løtuni.

Terje Hagevang váttar, at umrøddu strukturar liggja inni á føroyskum øki. Seismikkur er gjørdur har fyri 10 árum síðani, men við tí nýggjasta seismikkinum ber betri til at síggja gjøgnum basaltið. -Fleiri viðurskifti peika tann rætta vegin fyri at kunna finna kolvetni í hasum økjunum leggur hann aftrat. Tí metir hann tað eisini heilt náttúrligt, at leitivirksemið, tá tað kemur til komandi umfør, heldur fram í tí økinum.

Gullhornið framvegis áhugavert
Tað er tó alt ov tíðliga at gevast í Gullhorninum heldur Terje Hagevang, sum kennir henda partin av landgrunninum sum sín egna lumma. Eftir teir báðar fyrstu turru brunnarnar á landgrunninum í fjør var Terje Hagevang næstan vísur í, at triðja boringin fór at geva úrslit. Og tað gjørdi hon.

Teir tríggir brunnarnir kunnu geva nógvar hentar upplýsingar til framtíðar boring í økinum. Og vit vita eisini um aðrar strukturar, møguligar oljufellur í Gullhorninum, eisini á føroyskari síðu. Terje Hagevang vísir skemtandi til tekning Óli P hevði á baksíðuni í Sosialinum, har hann teknaði ein elefant bretsku megin markið men við snáplinum okkara megin. -Tað er ikki vist, at allur elefanturin liggur á bretskari síðu, sum teknarin hjá Sosialinum spældi sær við. Tað kunnu eisini vera fleiri elefantar í Gullhorninum, um ikki mamuttar so kanska babyelefantar sigur hann eitt sindur skemtandi.


Síðani Saga varð yvirtikið av Norsk Hydro hevur Terje Hagevang arbeitt við tí norska økinum men eisini við Jan Mayen og Íslandi. Teir arbeiða tó ikki bara við olju og gassi men hava breiðkað virkisøkið innan orku til eisini at fevna um vindorku. Sagex hevur fingið uppgávuna at verða projektleiðari fyri bygging av 16 stórum vindmyllum í Finnmørkini. Tær eru 80 metrar høgar og bløðini eru 40 metrar. Tær 16 myllurnar skulu framleiða 40 megawatt. Fyrsta vindmylnuparkin letur upp nú. Teirra verður tann næsta.