40 ÁRA SÍÐANI
Eirikur Lindenskov
Í Sosialinum 1. september 1962 verður greitt frá einum sjáldsamum fótbóltsdysti, sum verið hevur í Gundadali í Havn.
Blaðið skrivar, at tað vóru prestar og lærarar, sum skuldu leika, og sum vera man, so vóru tey mong, sum vóru forvitin eftir at vita, hvussu leikur fór.
Tiltakið var ætlað sum stuðul til einkjugrunnin, soleiðis at tað, sum inn kom fyri dystin, óskert varð latið í hendan grunn.
»Neyvan er nakrantíð so stór mannfjøld komin niðan í Gundadalin, sum hetta kvøld, Svart av fólki ? avtakið við fólki. Bæði yngri sum eldri, børn, sum vaksin.
Ein stuttleiki var at síggja lærarar og prestar í leiki. ? Summir stuttligari enn aðrir á vølli, og kunnleikin meir og minni til henda leik. Stuttleika fekk fólk fyri peningin ? tað var vist.
Men tíverri var tað so óheppið, at Poul E. Petersen breyt lærhálsin, og einir tveir aðrir fingu smærri skaðar í beinið.
Tað er tó allan heiður vert, at hetta tiltak var gjørt; tað gav 7.020 krónur 47 oyru í inntøku til einkjugrunnin.










