Bárður fer til Gjáar at mála

Bárður Jákupsson, leiðari á Listaskálanum, er í holt við at rigga sær eitt atelier til við Gjógv. Her ætlar hann at nýta nógvu tíðina hann fær, tá hann gevst sum leiðari av Listaskálanum

Leiðarin á Listaskálanum, Bárður Jákupsson, er í holt við at rigga sær eitt atelier til við Gjógv.
? Eg havi longu eitt atelier í Hoyvík, men tað er ov lítið, so eg havi valt at fáa mær eitt afturat, sigur Bárður Jákupsson.
Kona Bárð, Hervør, er úr Gjógv, og húsið, har atelieri er, er knýtt at barndómsheimi hennara.
? Eg komi nógv til Gjáar, og mær dámar væl har. Tú kanst altíð koma til Gjáar. Tað er landfast og vegasamband, og har er eisini deiliga friðarligt.
Nú tá Bárður Jákupsson fer at gevast sum listasavnsleiðari, fer hann at hava munandi betri stundir til at tekna og mála.
? Tá eg gevist ætli eg bara at tekna og mála. Tað er tað, sum eg altíð havi viljað, sigur Bárður Jákupsson.
Ikki er vist enn nær Bárður Jákupsson fer úr starvi, sum listasavnsleiðari.
? Starvið fer at verða lýst leyst í næstum, og vit vóna, at ein nýggjur leiðari kann setast um ársskiftið, sigur núverandi listasavnsleiðarin at enda.