Døgurða til dyrnar

Sosialurin var við í matbilinum hjá Norðoya Ellis og Vistarheimi, tá tey koyrdu teir fyrstu døgurðarnar út til tey eldru í Klaksvík. Tey fingu bilin mánadagin, og týsdagin varð so farið at koyra matin út

Klaksvík:
Tvey av starvsfólkunum á Norðoya Ellis og Vistarheimi fóru at koyra døgurðarnar út til tey eldru, beint áðrenn døgurða týsdagin.
Tær søgdu báðar, at tær kundu ikki siga so øgiliga nógv um tað, tí tað var fyrsti túrur. Men báðar vóru samdar um, at tað hevur stóran týdning fyri tey eldru í býnum, at tey hava møguleika til at fáa heitan mat einaferð um dagin.
Men tað tekur umleið ein tíma at fáa allar døgurðarnar út til fólki. Hetta er ein tími av arbeiðstíðini hjá starvsfólkunum á Vistarheiminum.
- Tað er torført at siga, hvat hetta fer at merkja fyri okkum, tí tað er so nýtt, men tað tekur av arbeiðstíðini hjá okkum, sum vit áttu at verið inni á Vistarheiminum. Tað sigur seg sjálvt, men harvið er ikki sagt, at tað fer at merkja so nógv fyri okkum, siga tær báðar, sum koyra matin út hendan dagin.

Mattænastan góðgerandi
Norðoya Ellis og Vistarheim byrjaði mattænastu sína fyri umleið 15 árum síðani. Hon er eitt góðgerandi endamál fyri tey eldru í Klaksvík.
Hetta kom av, at politisku myndugleikarnir tá vildu hava fólk í Føroyum at búgva heima hjá sær sjálvum so longi, sum til bar.
Tað vóru tær báðar Eydna Dragaberg, leiðari á Norðoya Ellis og Vistarheimi og Jastrid Olsen, økonoma, sum tóku stig til at byrja at bera mat út til borgarar, sum vóru illa fyri. Hetta varð gjørt saman við hjálparfólkunum á Norðoya Ellis og Vistarheimi.
Hendan mattænastan er ment upp gjøgnum árini, og í dag verða tað koyrdir millum 18 og 20 døgurðar út hvønn dag.
Tað finst ein faldari við øllum hentum upplýsningum um mattænastuna hjá Norðoya Ellis og Vistarheimi. Har er eisini ein tilmeldingarseðil, har fólk kunnu melda seg til tænastuna. Tann faldarin fæst á heiminum.
Men harvið er ikki vist, at tað kann lata seg gera at koma uppí beinanveg, tí tørvurin á tænastuni vísir seg at vera stórur, og talið á døgurðum er avmarkað.
Eitt sum møguliga er keðiligt við at tað eru starvsfólk á Vistarheiminum, sum koyra matin út, er, at tær ikki hava stundir til at tosa við fólkini.
Áðrenn bilurin kom, vóru tað heimarøktararnir, sum koyrdu døgurðarnar út.
Eydna Dragaberg, leiðari á Norðoya Ellis og Vistarheimi fegnast sjálvandi um bilin, og hon sigur, at mánadagin 16. septembur millum klokkan 14 og 17 verður móttøka, har øll tey, sum hava stuðlað tiltakinum við at savna pengar inn til bilin, eru hjartaliga vælkomin. Høvi verður so eisini tá til at síggja húsið.