Kórsangur
Suðuroyar norðara helvt: Fólk, í norðaru helvt í Suðuroy, sum hava hug at syngja í kóri, skulu nú halda seg framat. Tí í kvøldskúlanum í Hvalba verður nevniliga kórsangur á skránni í vetur.
Í Suðuroynni eru frammanundan tvey kór, eitt gospelkór og kirkjukórið Ljómur.
Men hetta nýggja kórið er ætlað teimum sangglaðu í Suðuroyar Norðaru helvt, sum hava hug at syngja, men sum kanska ikki eru so von at syngja í kóri
Tað er Jens Mortan Mortensen í Nesi í Hvalba, sum stendur fyri kórinum.
Hann sigur, at ætlanin er at syngja gamlan og nýggjan føroyskan kórtónleik, sálmar,
kingoløg, sangir, tættir, vísur umframt útlendskan tónleik.
Farið verður undir venjingina í Hvalbiar skúla mikudagin 23. oktober frá klokkan 19.30 til 22.00. Hetta er fyrsti mikudagur eftir heystfrítíðina hjá skúlunum.
Jens Mortan Mortensen vónar, at bæði kvinnu- og mannfólkarøddir fara at tekna seg til kórsangin.
Sjálvur hevur hann áður royndir at venja kór bæði í Føroyum, í Danmark og í Grønlandi, har hann
vandi blandaða kórið, Inuusuit Nippat, í Mannitsooq í Miðgrønlandi. Hann sigur, at tað var sera spennandi og áhugavert at fáa innlit í grønlendsku sangmentanina á hendan hátt.
? Eg haldi, at tað manglar eitt kór í norðaru helvt í Suðuroynni. Hetta er eitt gott
høvi hjá fólki at koma saman um nakað positivt og eitt er so vist: Tað
er stuttligt at syngja, sigur kórleiðarin. Tað ber til at melda seg til kórsangin á tlf.: 37 59 17.