Búnaðarstovan vart við, at heilt síðani í 2006 hevur endurgjaldið staðið í stað, so fyri at fylgja við príshækkingini, hava tey nú roknað seg fram til, at endurgjaldið eigur at hækka. Endurgjaldið er ymiskt [...] Tað hendir seg javnan, at seyður verður yvirkoyrdur. Og tá ið seyður verður yvirkoyrdur, eigur bilførarin at boða tryggingini frá, og so veitir hon tí, sum eigur seyðin, endurgjald fyri missin. Men nú [...] eftir miðalvektum, prísinum á kjøti og hvussu nógv lomb ein seyðaeigari kann væntast at fáa minni tey næstu árini, av tí, at ein seyður verður yvirkoyrdur Endurgjaldið er minst fyri eitt lamb, sum verður yvirkoyrt
løgreglan sigur, at tað gekk ómetaliga skjótt at sløkka, tí frá tí, at eldurin var fráboðaður, til hann var sløktur, gingu bara 15 minuttir, og tað var ómetaliga skjótt atborið. Sløkkilið sigur, at tá ið roykkavarar [...] Eldur í húsum í Havn í morgun Sløkkiliðið sigur, at húsini hava fingið heilt fitt at skaða, bæði av eldi og royki og at niðarahæddin er nokk so illa brend. [...] hevur nú staðfest hví eldur kom í eini hús í Mikkjalstrøð í Havn í gjáramorgunin. Løgreglan sigur, at eldurin kyknaði í køkini í eini íbúð í kjallaranum. Ein persónur, sum búði har, hevði sett ein grýtu
átalað at bíðitíðin at sleppa til viðgerð, er alt ov long Bíðitíðin til at útgreina nervafrøðiligar sjúkur er nú ímillum 18-24 mánaðir. Landssjúkrahúsið hevur tí í gjørt av at menna økið við at seta Bjarka [...] neurologiska økinum. Hendan avtalan hevur við sær, at færri sjúklingar noyðast at fara uttanlands til kanningar. Samstarvsavtalan slóðar somuleiðis fyri, at donsku sjúkrahúsini kunnu taka ímóti úrslitum av [...] Bjarka á Rógvi Hansen í eitt parttíðarstarv sum serlækna í neurologiskum sjúkum at taka sær av hesum serøki í Føroyum. Nakrar av teimum kendastu nervafrøðiligu sjúkurnar eru Parkinson, Alzheimer, demens
Fólk, sum eiga bátar í Havn og á Argjum, eiga at hyggja eftir, um alt er, sum tað eigur at vera. Tað vísir seg nevniliga, at fólk aftur eru farin at stjala úr bátum. Í kvøld hevur ein maður meldað ein [...] tíð, men nú er líkt til, at fólk aftur eru upp á spæl og eru farin at stjala úr bátum í Havn og á Argjum. Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í nátt. Hann vísir á, at tað eru bert einar tvær [...] tvær ella tríggjar vikur síða, at ein svensk snella varð stjolin úr báti, sum lá við Skálatrøð. - Báturin hevði tríggjar svenskar snellur, og tann eina er stjolin. Hetta eru dýrar snellur og soleiðis eisini
metrar høgur. Tað hevur kravt sítt at gjørt hendan bannaran, tí at vit hava brúkt tríggjar dagar upp á hann, leggur Rúni afturat. Eisini er vert at leggja afturat, at Skansin hevur fingið eina sektión afturat [...] til undanfarnar landsdystir. Tað fara at vera umleið 300-350 fjepparar í sektiónunum hjá Skansanum. At enda blivu báðir fjeppararnir spurdir um, hvat teir vænta, at endaliga úrslitið verður. - Føroyar vinna [...] hava gjørt ein stóran bannara til heiðurs fyri Fróða Benjaminsen, kongin. Vit halda, at Fróði skal heiðrast, tí at tað hevur hann uppiborið, sigur Róland avgjørdur. Talan er um ein stóran bannara, sum
fyri at fáa arbeiðið at ganga væl. Ein hevur ein greiðan varhuga av, at talan er um "pay-back-time". At talan er um politiska ósemju er væl skiljandi. Nýggja samgongan boðaði í valstríðnum frá, at hon vildi [...] har hevur tað víst seg, at tað stendur hart á millum samgongu og andstøðu. Í so at siga øllum atkvøðugreiðslum hevur atkvøðutalið verið 17-16. Samstarv og semjur um mál var lítið at síggja til og tað er helst [...] samgonga sum er komin framat og hevur havt stutta tíð at fyrireika tær broytingar, sum hon vil hava. Við mongum nýggjum tingfólkum, hevur hetta havt við sær, at onkur mistøk eru gjørd. Andstøðan hevur gjørt sær
Michael Brown, kemur til Føroya at tosa um hjúnabandi, og serstakliga samkynd hjúnaband, hava Ung Fyri Miðflokkin skipað fyri fundi, har tey ætlaðu at fáa politikarar at kjakast við amerikanaran um samkynt [...] eru rætt og slætt ikki sinnað at vera við í einum slíkum kjaki, sigur Aksel Flagstad Berg. Og hann heldur, at tað er rættiliga undarligt, at fólkavald løgtingsfólk ikki vilja vera í einum kjaki um ein [...] LGBT at vera við í kjakinum. Men tað er ikki ein tann einasti av teimum, sum vil taka lut í kjakinum. Onkur játtaði í fyrstu syftu, men hálsaðu síðani um, og so eru tað eisini fleiri, sum siga, at tey eru
tað, so at tað ikki verður seinni. Sostatt er líkt til, at tað verða nakrar drúgvir fundar hjá fíggjarnevndini, tí vanligt er, at fíggjarlógin er samtykt áðrenn ársbyrjan. Tað er tó komi fyri, at fíggjarlógin [...] boðini, at samgongan ynskti at gera umfatandi broytingar í uppskotinum. Tað eru tær broytingarnar, ið fíggjarnevndin nú bíðar eftir, upplýsir Ruth Vang. - Tað hevði ikki givið nakra meining at viðgjørt [...] roynt verður at fáa hana samtykta áðrenn 1. januar. Men tá undanfarna samgonga tók við, tá varð fíggjarlógin ikki endaliga samtykt av løgtinginum fyrr enn um miðjan januar, so tað ber til at bíða.
á, at játtanirnar, tey fáa á løgtingsins fíggjarlóg eru ov lítlar at megna ta stóru uppgávuna og ábyrgdina, tað er at veita nóg mikið av dygdargóðum tilfari til undirvísing og framíhjálestur. – At framleiða [...] øki, vit fara at styrkja. Hon vísir á, at uttan fjølbroytt tilfar kunnu vit ikki tosa um læring fyri øll, og tað er fyrst og fremst uppgávan hjá forløgunum, ikki lærarunum sum einstakligar, at framleiða [...] Skúlablaðið. Hon sigur, at framleiðsla av viðkomandi og dygdargóðum upprunaføroyskum tilfari er eitt av økjunum, sum henda samgongan vil raðfesta. Hon sigur í samrøðuni við Skúlablaðið, at forløgini, sum framleiða
nýggjar sýningar at fáa. Tað er til sýningarnar 11. desembur, 13. desembur og 16. desembur. Áður hava fólk uttan fyri Havnina gramt seg um, at atgongumerki einans eru at fáa á Visit Tórshavn, og at tað tí er [...] trupult hjá øðrum enn havnafólkum at fáa atgongumerki, serliga tá telefonskipanin eisini svíkur, sum hon gjørdi seinast. Tí fer Havnar Sjónleikarafelag sum nakað nýtt hesa ferð at seta atgongumerki til sølu í [...] aðra staðni. Í morgin vera tí atgongumerki eisini at fáa í kunningarstovuni í Runavík, men einans til sýningina 18. desembur. Mikudagin vera atgongumerki at fáa á tveimum øðrum kunningarstovum. Í Klaksvík