Tað er øgiliga undarligt, at fólkavald løgtingsfólk ikki vilja taka lut í einum kjaki um eitt so týdningarmikið mál sum hetta.
Tað heldur Aksel Flagstad Berg í Ung fyri Miðflokkin, sum er ungdómsfelagið hjá Miðflokkinum.
Nú kendi amerikanski kjakarin, Michael Brown, kemur til Føroya at tosa um hjúnabandi, og serstakliga samkynd hjúnaband, hava Ung Fyri Miðflokkin skipað fyri fundi, har tey ætlaðu at fáa politikarar at kjakast við amerikanaran um samkynt hjúnalag.
Tey hava spurt allar tinglimirnar úr Tjóðveldi og Framsókn, umframt tey tingfólkini hjá Javnaðarflokkinum, sum hava boðað frá, at tey taka undir við samkyndum hjúnalagi.
Somuleiðis hava tey spurt løgtingsfólkini, sum hava lagt uppskotið um samkynt hjúnalag, fyri Løgtingið, og tey hava harafturat bjóðað umboðum fyri LGBT at vera við í kjakinum.
Men tað er ikki ein tann einasti av teimum, sum vil taka lut í kjakinum.
Onkur játtaði í fyrstu syftu, men hálsaðu síðani um, og so eru tað eisini fleiri, sum siga, at tey eru rætt og slætt ikki sinnað at vera við í einum slíkum kjaki, sigur Aksel Flagstad Berg.
Og hann heldur, at tað er rættiliga undarligt, at fólkavald løgtingsfólk ikki vilja vera í einum kjaki um ein so týdningarmiklan spurning
Trýst á pílin undir myndina og hoyr Aksel Flagstad Berg siga sína hugsan um framferðina hjá løgtingslimum.