Broytingaruppskotið klárt um hálvan november

Forkvinnan væntar, at broytingarnar verða latnar fíggjarnevndini um nakrar vikur.

Viðgerðin av fíggjarlógini fyri 2016 er ikki byrjað, og byrjar helst ikki fyrr enn um miðjan november. Tað sigur Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, við in.fo, aftaná at fíggjarnevndin hevði sín fyrsta fund í gjár, har landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, greiddi nevndini frá tíðarætlanini.


Landsstýriskvinnan hevur latið løgtinginum eitt framskrivað fíggjarlógaruppskot, men við tí fylgdi boðini, at samgongan ynskti at gera umfatandi broytingar í uppskotinum. 


Tað eru tær broytingarnar, ið fíggjarnevndin nú bíðar eftir, upplýsir Ruth Vang.


- Tað hevði ikki givið nakra meining at viðgjørt uppskotið nú, tí broytingar verða helst gjørdar í øllum greinum. Tær verða væntandi klárar um hálvan november. Tað hevur landsstýriskvinna upplýst fyri fíggjarnevndini, so nú mugu vit halda hana til tað, so at tað ikki verður seinni.


Sostatt er líkt til, at tað verða nakrar drúgvir fundar hjá fíggjarnevndini, tí vanligt er, at fíggjarlógin er samtykt áðrenn ársbyrjan. Tað er tó komi fyri, at fíggjarlógin ikki verður klár áðrenn 1. januar.


- Fíggjarlógin er galdandi fyri 2016, so roynt verður at fáa hana samtykta áðrenn 1. januar. Men tá undanfarna samgonga tók við, tá varð fíggjarlógin ikki endaliga samtykt av løgtinginum fyrr enn um miðjan januar, so tað ber til at bíða.