Bíðitíðin hjá sjúklingum styttist eitt ár

Bíðitíðin at sleppa til viðgerð á Landssjúkrahúsinum verður nógv styttri

Fólk við Parkinson og øðrum neurologiskum sjúkum sleppa nú skjótari í viðgerð, enn higartil.

 

Tey, sum hava havt Perkinson, og aðrar sjúkur, hava mangan átalað at bíðitíðin at sleppa til viðgerð, er alt ov long

 

Bíðitíðin til at útgreina nervafrøðiligar sjúkur er nú ímillum 18-24 mánaðir. Landssjúkrahúsið hevur tí í gjørt av at menna økið við at seta Bjarka á Rógvi Hansen í eitt parttíðarstarv sum serlækna í neurologiskum sjúkum at taka sær av hesum serøki í Føroyum.

 

Nakrar av teimum kendastu nervafrøðiligu sjúkurnar eru Parkinson, Alzheimer, demens og epilepsi.

 

- Við nýggjum serlækna eru góð útlit fyri munandi bata, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, í tíðindaskrivi beint nú.      

 

Málið er, at í februar skal bíðitíðin vera stytt niður í eitt hálvt ár, ella so, og sostatt styttist bíðitíðin hjá hesum sjúklingum meiri enn eitt ár.

 

Haraftrat hevur Landssjúkrahúsið júst gjørt samstarvsavtalu við Bispebjerg Sjúkrahús, og Ríkissjúkrahúsið, um telemedisinska tænastu á neurologiska økinum. Hendan avtalan hevur við sær, at færri sjúklingar noyðast at fara uttanlands til kanningar.

 

Samstarvsavtalan slóðar somuleiðis fyri, at donsku sjúkrahúsini kunnu taka ímóti úrslitum av kanningum, sum eru gjørdar á Landssjúkrahúsinum í sambandi við møguliga viðgerð í Danmark. Tí skulu hesar kanningar ikki gerast av nýggjum, tá ið sjúklingar koma til Danmarkar, sigur Sirið Stenberg.