Fáa nú hægri endurgjald fyri yvirkoyrdan seyð

Her eru endurgjøldini, seyðaeigarar skulu hava, tá ið seyður verður yvirkoyrdur

Tað hendir seg javnan, at seyður verður yvirkoyrdur. Og tá ið seyður verður yvirkoyrdur, eigur bilførarin at boða tryggingini frá, og so veitir hon tí, sum eigur seyðin, endurgjald fyri missin.

 

Men nú ger Búnaðarstovan vart við, at heilt síðani í 2006 hevur endurgjaldið staðið í stað, so fyri at fylgja við príshækkingini, hava tey nú roknað seg fram til, at endurgjaldið eigur at hækka.

 

Endurgjaldið er ymiskt, alt eftir, hvat tað er fyri seyður, sum verður yvirkoyrt.

 

Upphæddirnar eru nágreiniliga roknaðar út, eitt nú eftir miðalvektum, prísinum á kjøti og hvussu nógv lomb ein seyðaeigari kann væntast at fáa minni tey næstu árini, av tí, at ein seyður verður yvirkoyrdur

 

Endurgjaldið er minst fyri eitt lamb, sum verður yvirkoyrt áðrenn 20. september, tí endurgjaldið fyri tað skal nú vera 1.488 krónur.

 

Endurgjaldið fyri ein gjóling skal vera 3.422 krónur og endurgjaldið fyri eina gimbur, ella eina tvey til fimm ára gamla ær, skal vera 4.910 krónur.

 

Hinvegin skal endurgjaldið fyri at missa ein brund í ferðsluni, verða 5.285 krónur, og endurgjaldið fyri eina avdeyðaær skal vera 3.422 krónur.

 

Búnaðarstovan heitir nú á seyðaeigarar um at brúka hesar upphæddirnar í sambandi við tryggingina, tá ið teir missa seyð í ferðsluni.