Tí kom eldur í hús í Havn í gjár

Løgreglan hevur nú kannað, hví eldur kom í eini hús í Mikkjalstrøð í Havn í gjáramorgunin

Savnsmynd

Løgreglan hevur nú staðfest hví eldur kom í eini hús í Mikkjalstrøð í Havn í gjáramorgunin.

 

Løgreglan sigur, at eldurin kyknaði í køkini í eini íbúð í kjallaranum.

 

Ein persónur, sum búði har, hevði sett ein grýtu út á, men varð sovnað frá henni. Olja vari grýtuni, og tá ið hon varð ov heit, kom eldur í hana.

 

Persónurin vaknaði tíbetur, tí hann fór at hosta av roykinum, og sostatt slapp hann á dyr.

 

Men tað vóru onnur fólk í húsunum, sum føldu royk, og fingu boðað frá eldinum.

 

Hetta var beint eftir klokkan átta í gjáramorgunin og løgreglan sigur, at tað gekk ómetaliga skjótt at sløkka, tí frá tí, at eldurin var fráboðaður, til hann var sløktur, gingu bara 15 minuttir, og tað var ómetaliga skjótt atborið.

 

Sløkkilið sigur, at tá ið roykkavarar fóru inn í húsið, gekk skjótt at fáa tamarhald á eldinum.

 

Trý fólk vóru í húsinum, tvey í erva, og eitt fólk í íbúðini í kjallaranum, og tey komu, sum sagt, út í øllum góðum.

 

 

Les eisini: Eldur í húsum í Havn í morgun

 

 

Sløkkiliðið sigur, at húsini hava fingið heilt fitt at skaða, bæði av eldi og royki og at niðarahæddin er nokk so illa brend.

 

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd