Fleiri atgongumerki til sølu í morgin

Nú vera atgongumerki til Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum eisini at fáa í kunningarstovunum í Runavík, Suðuroy og Klaksvík

Stórur eftirspurningur hevur verið eftir atgognumerkjum til sjónleikin Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum, sum verður vístur í vetur.

 

Tvær verður er útselt til sýningarnar, men í morgin vera atgongumerki til fýra nýggjar sýningar at fáa. Tað er til sýningarnar 11. desembur, 13. desembur og 16. desembur.

 

 

Áður hava fólk uttan fyri Havnina gramt seg um, at atgongumerki einans eru at fáa á Visit Tórshavn, og at tað tí er trupult hjá øðrum enn havnafólkum at fáa atgongumerki, serliga tá telefonskipanin eisini svíkur, sum hon gjørdi seinast.

 

Tí fer Havnar Sjónleikarafelag sum nakað nýtt hesa ferð at seta atgongumerki til sølu í kunningarstovunum aðra staðni.

 

Í morgin vera tí atgongumerki eisini at fáa í kunningarstovuni í Runavík, men einans til sýningina 18. desembur.

 

Mikudagin vera atgongumerki at fáa á tveimum øðrum kunningarstovum. Í Klaksvík hava tey atgongumerki til sýningina 19. desembur og í Suðuroy til sýningina 20. desembur.

 

Hetta merkir so, at um tú býrt í Runavík, men ynskir at keypa atgongumerki til eina aðra sýning enn 18. desembur, mást tú venda tær til Visit Tórshavn. Somuleiðis, býrt tú aðra staðni í landinum, men gjarna vil síggja Fólk og Dólgar 18. desembur, mást tú venda tær til kunningarstovuna í Runavík. Tað sama er galdandi fyri sýningarnar 19. og 20. desembur.