GREINING: Politiska arbeiðið var komið upp í røkur, so Løgtingið hevur arbeitt alla nátt.
Nógv mál eru avgreidd og har hevur tað víst seg, at tað stendur hart á millum samgongu og andstøðu. Í so at siga øllum atkvøðugreiðslum hevur atkvøðutalið verið 17-16.
Samstarv og semjur um mál var lítið at síggja til og tað er helst eisini myndin av politisku støðuni í løtuni.
Ein samgonga sum er komin framat og hevur havt stutta tíð at fyrireika tær broytingar, sum hon vil hava. Við mongum nýggjum tingfólkum, hevur hetta havt við sær, at onkur mistøk eru gjørd.
Andstøðan hevur gjørt sær dælt av hesum og hevur á ongan hátt hjált til fyri at fáa arbeiðið at ganga væl. Ein hevur ein greiðan varhuga av, at talan er um "pay-back-time".
At talan er um politiska ósemju er væl skiljandi. Nýggja samgongan boðaði í valstríðnum frá, at hon vildi býta virðini í samfelagnum eitt sindur øðrvísi - og tað er júst tað stríðið millum andstøðu og samgongu stendur um.
Við atkvøðugreiðslunum í nátt vann samgongan, men spurningurin er enn, hvussu tað endar við uppskotinum um uppboðssøluna av fiskirættindum.
Eftir fundin klokkan 11 fyrrapartin eru vit klókari - og tingið fer í jólafrí.