í køkin og sigur við mammu sína Elsbu, at hann helt seg hava fingið lús á túrinum. Gløgg kvinna, sum hon var, sá hon, at tað stóð ikki væl til og bað hann sleppa sær oman í kjallaran at lata seg úr. Tá [...] Hann visti altíð, hvagar best var at fara, um farast skuldi út at reka. Somuleiðis visti hann eisini, um tað nú fór at rulla, um onkur skuldi inn við Rituni. Hann kendi sjóvarføll og ættir. Hetta var nakað [...] er tað jú sera gott at kenna til veður og vind fyri ikki at koma í óføri á sjónum. Sjúkan gjørdi, at lagið á abba var skiftandi. Tað vísti seg, at tá lagið var gott, plagdi hann at práta um kríggið. Hetta
segði eitt av abbabørninum, at hon gleddi seg til at abbi fór at gevast at sigla við Tjaldrinum, tí so var hann altíð heima, og so kundi hon altíð fara inn til hann. Eg haldi at hetta vísir, hvussu glað tey [...] sagt, so kann eg siga, at tú pápi er mín allar størsta fyrimynd, og eg vildi ynkst, at øll høvdu ein so góðan pápa sum eg. Pápi, nú tú fyllir sjeyti, vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og alt [...] kemur til børn. Tað vísir seg eisini, at øll børn eru góð við pápa. Eg kann ikki lata verða við at siga frá, nú einum kvøldi vit sótu og prátaðu um, at nú fór pápi at fylla 70 ár og bleiv pensioneraður.
ljóðað, at eg skuldi ikki vera á listanum hjá Tjóðveldi, so tí fari eg at avsanna, at eg havi stungið halan millum beinini og eri farin av listanum. Tvørturímóti eri eg sera fegin um og stolt av at vera á [...] persónlig og sosialt frælsi. Eg fari at heita á teg veljara, um at koma upp í tað liðið, sum vil ganga frameftir, og ikki aftureftir. Vit eru á góðari leið við nógvari ferð. Kom við og skapa tær Føroyar: -har [...] -bústaðarmarknaðurin gerst fjøltáttaðari (394 nýggir bústaðir) -har eldri hava umstøður at laga sína pensjón og fingið meir at liva fyri -har skúla- og lestrartilboðini eru økt munandi -Har vinnumøguleikarnir
avstað, men hon er við barn, rættari sagt við børn, og hon fær tvíburar. Aftur koma myndugleikarnir á dyrnar, og hon verður dømd fyri hor. Aftur at flyta Aftaná er hon ikki vælkomin longur í Lamba við tveimum [...] leingast ut í heim, men verða noydd at velja. Eyð Matras hevur skrivað leikin sjálv, og hon hevur lagt stórt arbeiði í at kanna søguna, bæði í skjølum og við at tosa við fólk. Kundi verið styttri Hon hevur leitað [...] landi, men skal hon fara so siga farvæl við mannin, hon er góð við. Eitt link til fortíðina Tá ið mamma hennara doyr, fær hon eitt armband frá pápanum, og hesin lutur gevur henni hug at granska í fortíðini
landsliðshópinum, at Rógvi Jacobsen var í bíðistøðu til hópin, nú hann leingi hevur drigist við skaða í lærkrikanum. Og undan dystinum móti Eysturríki segði venjarin, at Rógvi skuldi sparast leygardagin [...] gingnir. Í kvøld havi eg so roynt at venja saman við hinum, og tað gekk sum so væl. So mugu vit bara síggja, hvussu eymt tað er blivið í morgin. Men enn sær tað gott út, segði Rógvi Jacobsen eftir venjingina [...] eitt hampuliga drúgt tíðarskeið? - Nei, tað er hon sjálvandi ikki. Men so kanst tú koppa tí á og siga, at eg havi nakrar royndir, sum aðrir ikki hava, so eg haldi meg vera so hampuliga væl fyri kortini.
bólkinum hevði við sær, at fjórði dysturin í kappingini skuldi spælast ímóti FC Norsjælland, ið endaði á 3. plássið í bólki 2. Vinnarin av dystinum millum Føroyar og FC Nordsjælland skuldi spæla um 5. og [...] fyriskipararnar av kappingini varugar við, at seinasti dysturin hjá føroyska liðnum helst skuldi spælast tíðliga á degnum, tí føroyska ferðalagið skuldi flúgva heim sama dag. Men fyrireikararnir vóru lítið [...] Brøndby IF, og tað skuldi vísa seg, at vertirnir fyri kappingini høvdu eitt gott lið. Eftir málleysan fyrra hálvleik, byrjaði føroyska orkan at ganga undan í seinna hálvleiki, og umframt at spæla móti einum
sítt, og at vita sær, at eitt mannalív har als einki hevur at týða, og at børnini ongan góðan hava, sigur Sunva Eysturoy, sum fegin vil at vit skriva,at ungfólkini ikki hava verið burtur fyri at seta fokus [...] seg saman um at gera eitthvørt fyri at hjálpa neyðstøddum í heiminum. Tey ungu vistu ikki í byrjanini, hvar hjálpin skuldi veitast, men tá tað frættist, at ungfólkini samlaðu pening inn við ymsum tiltøkum [...] Sosialurin hevur tosað við Sunnvu Eysturoy, sum var við á ferðina. Hon er 20 ára gomul og býr í Havn. Neyðstødd hava eisini nakað at geva Fyri hana var ferðin ein stór uppliving, ikki tí at alt var gleði og
røðuni hjá Heina O Heinesen, sum var so óheppin at siga tað hart, at hann gjarna vildi fella landsstýrismannin, men helt tó at hetta var ikki rætta høvið at gera tað. Hvat ilt hevur so Jørgen Niclasen gjørt [...] hesir góðu menn, og tað merkir ivaleyst, at hvørja ferð fjølmiðlarnir fara at rumbla við einum máli - og tað hendir jú av og á, og í minsta lagi tá smátt er við øðrum tíðindum, ja, so skal ein landsstýrismaður [...] Tjóðveldisfloksins. Kjarnin í málinum er ivaleyst tann, at Tjóðveldisflokkurin longu hevði avgjørt, at nú skuldi landsstýrismaðurin fellast, hóast einki var at fella hann uppá, og kom hetta eisini týðuliga fram
míni. Eg fór niður tí, eg vildi royna okkurt nýtt, og eg var eisini blivin troyttur av, at fólk beinleidis "stardu" at mær í Føroyum, tí eg eri samkyndur. Men nú síggi eg, at tað er spennandi at flyta [...] komandi ættarliðunum at gera tað so, at vit kunna koma at trívast saman við restini av føroyingunum. Og eg vil fegin leggja afturat, at eg eri kristin og havi als ongan trupulleika við míni persónligu trúgv [...] Eg fór niður at lesa, tað er 31 ár síðan. Men tað er klárt, at av tí at samfelagið er so ótolerant, so er tað ein av orsøkunum til, at eg ikki eri farin aftur til Føroya at búgva. Og, nú kenni eg meg
yvirhøvur hevði heimild til at taka eina avgerð um at flyta aliloyvið. Hartil kom, at hetta var ein nýggj støða í alivinnuni, at aliloyvi skuldi flytast frá einum felag til annað, uttan at táið talan er um húsagang [...] landsstýrismaðurin vildi tryggja sær, at hann tók eina rætta avgerð, tí hetta fór uttan iva at verða brúkt sum fordømi. Bjarni Djurholm sigur, at løgfrøðingarnir eru komnir til ta niðurstøðu, at hóast talan bara [...] er so, at allur ivi eigur at koma vinnuni til góðar, annars kann tað fáa álvarsligar avleiðingar. Bjarni Djurholm sigur, at út frá eini samlaðari meting tók Bjarni Djurholm sostatt avgerð um at nýggja