Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Jógvan Martin Olsen segði longu undir úttøkuni av landsliðshópinum, at Rógvi Jacobsen var í bíðistøðu til hópin, nú hann leingi hevur drigist við skaða í lærkrikanum.
Og undan dystinum móti Eysturríki segði venjarin, at Rógvi skuldi sparast leygardagin, soleiðis at fysioterapeutarnir fingu nakrar dagar afturat at arbeiða upp á eymu beinini. Eitt arbeiði, sum nú tykist hava loyst seg.
- Eg haldi tað er blivið betri og betri, sum dagarnir eru gingnir. Í kvøld havi eg so roynt at venja saman við hinum, og tað gekk sum so væl. So mugu vit bara síggja, hvussu eymt tað er blivið í morgin. Men enn sær tað gott út, segði Rógvi Jacobsen eftir venjingina hjá landsliðnum í gjárkvøldið.
Men er dystarvenjingin nøkur serlig, nú tú hvørki hevur spælt ella vant í eitt hampuliga drúgt tíðarskeið?
- Nei, tað er hon sjálvandi ikki. Men so kanst tú koppa tí á og siga, at eg havi nakrar royndir, sum aðrir ikki hava, so eg haldi meg vera so hampuliga væl fyri kortini. Men ein heilur dystur er kanska for nógv fyri meg, men nú fáa vit at síggja, sigur Rógvi.
Og um ikki annað, so hevur tú roynt at skora á júst sama leikvølli, sum tit skulu spæla á mikukvøldið?
- Ja. Eg skoraði á hesum vøllinum, seinast vit spældu her, so tað kennist sjálvandi væl at vera aftur á staðnum, sigur Rógvi.
Ta ferðina minkaði Rógvi Jacobsen um munin í seinastu sekundunum av dystinum. Og tað kundi meira enn so hent seg, at Rógvi verður nýttur sum jokari, um talan móti dystarenda vísir seg at vera um ein tættan dyst.